Aftursvar til Hanus Jacobsen
Bakkafrost ger íløgurnar av forrætningsávum og ikki fyri at bera Føroya fólki rætta gjaldið fyri framíhjávinnurættindi at ala á føroyskum firðum og sundum.
Góði Hanus,
Tú hevur evstu ábyrgd av virkseminum hjá Bakkafrost í USA og tí takki eg fyri viðmerkingarnar og tað innlit í upplýsingar um Bakkafrost, sum tú fær givið, og sum almenningurin sjálvandi ikki hevur. Eg skal eftir førimuni royna at svara tínum viðmerkingum.
Vit eru púra samdir um, at tað er umráðandi og týdningarmikið at borðreitt verður við røttum upplýsingum og viðurskiftum, soleiðis at kjakið um hvat tað eigur at kosta alifyritøkum at hava fingið vinnurættindi til náttúruognir Føroya fólks, ikki verður gruggað við óviðkomandi ella skeivum upplýsingum og hálvum sannleikum – bara tí tað hóskar til tann boðskap, ein ynskir at bera fram.
Um íløgur
Um íløgurnar vil eg siga, at tað er rætt, at Bakkafrost hevur almannakunngjørt at fara at gera íløgur fyri fleiri mia. krónur komandi árini. Sannlíkt er tað eisini rætt, at Bakkafrost gjørdi íløgur fyri á leið 1 mia. krónur í 2021, og at íløgurnar verða á leið tær somu í inniverandi ári.
Men Bakkafrost ger væl saktans hesar íløgur, tí tað loysir seg fyri Bakkafrost. Íløgurnar skapa jú virðir fyri partaeigararnar, tí raksturin verður betri og meiri lønandi, marknaðarstøðan verður betri, og tí kappingarførið batnar og yvirskipaðu framtíðarútlitini hjá Bakkafrostsamtakinum betrast. Alt annað vildi verið óvanligt fyri Bakkafrost, sum ein týðandi framleiðara av alilaksi og laksaúrdráttum – við óvanliga høgum profitti.
Bakkafrost ger íløgurnar av forrætningsávum og ikki fyri at bera Føroya fólki rætta gjaldið fyri framíhjávinnurættindi at ala á føroyskum firðum og sundum.
Um landskassin kravdi røttu tilfeingisrentuna inn frá Bakkafrost, vórðu sannlíkt ikki allar íløgur, sum nú verða gjørdar, framdar – men framvegis vildi Bakkafrost gjørt allar neyðugar búskaparliga skilagóðar íløgur! Tað kann jú ikki vera meiningin, at íløgurnar, sum Bakkafrost velur at gera, eru treytaðar av hvussu nógv føroysku skattgjaldararnir eru sinnaðir at stuðla Bakkafrostsamtakinum fyri vinnurættindi til føroyskar firðir og sund.
Um vinningsbýti
Í fjør valdi nevndin at rinda partaeigarunum 304 mió. krónur í vinningsbýti. Fara 20% av teimum 304 mió. krónunum til føroyskar partaeigarar, rinda hesir á leið 22 mió. krónur í kapitalvinningsskatti í Føroyum. Um tað er rætt sum tú sigur, at stívliga 100 mió. krónur verða goldnar í kapitalvinningsskatti í Føroyum, so byggir svarið á ta fortreyt at útlendsku partaeigararnir, sum rinda 80% av hesi upphædd; men tað meini eg ikki verðru gjørt.
Tú sigur at “bara” 200 mió. krónur av teimum 967 mió. krónunum, sum Bakkafrost hevði í avlopi aftan á skatt í 2021, fóru til Bakkafrost. Parteigararnir fáa 304 mió. krónur útgoldnar sum vinningsbýti, sum skattur skal rindast av – fyrr var illa – men í mestan mun hendir tað uttanlands, har skatturin ikki kemur landskassanum til góðar. Hin parturin av avlopinum verður verandi í samtakinum, sum somu partaeigarar framvegis eiga við høvd og gørnum. So eg haldi ikki tað er rætt, tá tú sigur at partaeigararnir “bara” fáa 200 mió. krónur av avlopinum eftir skatt á 967 mió. krónur.
Um at læna til íløgur
Tað at Bakkafrost lænir pengar til íløgur er einki óvanligt, tí tað gera flestu fyritøkur, sum ikki fíggja virksemið við eginfígging burturav. Tað er at læna pengar til íløgur er eisini eitt tilvitað val, sum dugnaliga leiðslan hjá Bakkafrost hevur gjørt. Sambært s. 140 í ársroknskapinum hjá Bakkafrost fyri 2021 stendur, at eginfíggingin ongantíð skal fara niður um 35% av samlaðu fíggingini. Tí haldi eg ikki tað er rætt at siga at Bakkafrost “má” fíggja ein part av íløgunum við lántøku. Og eg haldi at tað er rætt at brúka tað sum argument fyri ikki at rinda Føroya fólki røttu upphæddina fyri vinnurættindi til sínar náttúruognir.
Um lønarskatt
Tað er ikki at forsmáa, at samlaði lønarskatturin hjá teim gott 1000 starvsfólkunum hjá størsta privata arbeiðsgevaranum, er høgur. Tær skattakrónurnar koma – eins og allar skattakrónur heilt víst væl við í landskassanum. Men øll, sum eru í starvi hjá einum arbeiðsgevara, og sum hava líkinda lønarinntøku, rinda bæði kommunu- og landsskatt í Føroyum. At rinda skatt av lønarinntøkum gera vit øll, og tað er einki serstakt ella óvanligt fyri starvsfólk hjá Bakkafrost.
Tað eigur heldur ikki at verða brúkt sum grundgeving fyri, at Bakkafrost – og hinar alifyritøkurnar – ikki skulu rinda Føroya fólki fyri framíhjárættin at ala.
Bakkafrost hevur sera dugnalig starvsfólk og dugnaligi og altíð fryntligi nevndarformaðurin hjá Bakkafrost, Rúni Hansen, skrivar í ársfrágreiðingini : “On behalf of the Board of Directors, I express our appreciation to all employees in the Bakkafrost Group for their commitment and hard work in 2021.”
Men Bakkafrost fer altíð at seta júst tað talið av fólki í starv, sum teimum tørvar. Tá teimum ikki tørvar tey longur, verða tey send heim.
Um 2022
Hvussu verður við úrslitunum, vinningsbýtinum og øðrum viðkomandi og áhugaverdum viðurskiftum, fáa vit at síggja, tá Bakkafrost 31. mars komandi ár fer at leggja ársroknskapin fram fyri 2022. Fyribils staðfestir Bakkafrost eitt avlop aftan á skatt á 1.498.380.000 krónur fyrstu níggju mánaðirnar í 2022. Sambært almennu upplýsingunum frá Bakkafrost fer fjórði ársfjórðingur eisini at hilnast væl, tí eini 20.000 tons skulu slaktast og laksaprísirnir eru hampuligir. Tað eru góð tíðindi. Kanska fer endaliga ársúrslitið eftir skatt hjá Bakkafrost fyri 2022 at tátta í 2.000.000.000 krónur?
Føroyska alivinnan er í framúr góðum hondum, hoyrir til heimselituna og partaeigararnir hava fingið sín ríkiliga part; men tað ber ikki til at føroyska alvinnan framhaldandi ikki skal gjalda fult gjald fyri vinnurættindi til náttúruognir Føroya fólks .
Í uppskoti til løgtingsfíggjarlóg fyri 2022 ætlar undanfarna samgonga, at føroysku alifyritøkurnar skuldu rinda 195 mió. krónur í loyvisgjøldum, og í sama uppskoti sæst at samlaðu inntøkurnar frá vanligum landsskatti eru 1,8 mia. krónur.
Verður øll tilfeingisrentan tikin inn eru Bakkafrost, Luna og Mowi framvegis í góðum hondum og væl riknar fyritøkur við nøktandi úrslitum. Tær fara framvegis at kunna gera tær íløgur, sum eru neyðugar og skilagóðar, partaeigararnir fara framvegis at fáa tað avkastið, sum teir krevja og sum stendir mát við váðan at gera íløgur í alivinnuna.
Samlaða tilfeingisrentan fyri 2022 í føroysku alivinnuni er kanska so høg sum 1,0 mia krónur. Tað er hugvekjandi er at tað svarar til meiri enn helmingin av tí, sum allir føroyingar rinda í landsskatti.
Høgni í Stórustovu, valevni fyri Tjóðveldi