Uppskot til samtyktar um at skipa Føroyar frælsar
Løgtingsmál nr. 109/2010: Uppskot til samtyktar um at skipa Føroyar frælsar
Uppskot til samtyktar
Løgtingið tekur undir við hesi ætlan:
– Grundlóg Føroya verður løgd til almenna viðgerð og til fólkaatvøðu í seinasta
lagi í 2012.
– Búskapargrunnur Føroya verður settur á stovn beinanvegin, og umvegis
grunnin verður heildarveitingin úr Danmark stigvíst minkað burtur við einum
sjeyndaparti um árið.
– Í seinasta lagi í 2014 verða uttanríkismál, verjumál, útlendingamál,
loftferðslumál, persóns- og familjurættarmál skipað undir føroyskum ræði, og
føroysk lestrarstuðulsskipan til øll føroysk lesandi verður sett í verk.
– Í seinasta lagi 2016 verða løgregla, rættarskipan, gjaldoyramál, peningamál,
fíggingarvirksemi og ríkisborgararættindi skipað undir føroyskum ræði.
– Samráðingar verða tiknar upp við donsku stjórnina um framtíðar samstarv, og
tikin verða stig til felags fráboðan til altjóða samfelagið um føroyska
sjálvstøðu og avtalan løgd til fólkaatkvøðu í seinasta lagi 2018.
Almennar viðmerkingar
Hetta uppskotið leggur fram eina fullfíggjaða ætlan og lýsing av øllum yvirskipaðum
og formligum krøvum og tættum til tess, at føroyingar skipa seg sum sjálvstøðug tjóð
eftir eini væl skipaðari, fólkaræðisligari mannagongd.
Tað hevur leingi verið eftirlýst, at fólk kunnu fáa svar uppá týðandi ivamál og fáa
greið boð uppá:
– Hvat restar í og hvat krevst, til tess at Føroyar gerast sjálvstøðugt land?
– Hvørji eru krøvini og metti kostnaðurin fyri tey málsøki, ið vit ikki hava ræði
á?
– Hvørjar fyrireikingar eru gjørdar?
– Hvørjir fyrimunir, vansar og avbjóðingar eru í ymsu málunum?
– Hvussu skal farast fram, og hvussu tryggja vit eina fólkaræðisliga avgerð um
at taka fulla ábyrgd av egnum landi?
Fyri Tjóðveldi og sjálvstýrisrørsluna sum heild í Føroyum hava hesir spurningar og
krøv ofta elvt til eitt slag av verjustøðu. Eina verjustøðu sum tíverri hevur snarað
sjónarringinum og orðaskiftinum til bert at tosa um útreiðslur og vansar, meðan alt ov
lítil orka er nýtt til at viðgera spurningin:
– Hvørjir fyrimunir, menningarmøguleikar og inntøkumøguleikar lata seg upp,
tá vit skipa okkum sum frælsa tjóð, taka egna ábyrgd av okkara búskapi og fáa
beinleiðis atgongd til altjóða samstarv og ábyrgd?
Endamálið við hesum uppskoti er at geva greið svar og boð uppá teir ivaspurningar
og tey krøv, sum hava skapt ótta millum føroyingar at standa á egnum beinum – og at
vísa á teir stóru møguleikar og nýggju inntøkurnar, ið lata seg upp í einum frælsum
Føroyum.
Grundarlagið er:
• Tað stóra og drúgva arbeiðið, ið varð gjørt hjá landsins myndugleikum og í
ymiskum nevndum í sambandi við fullveldisætlanina, sum Løgtingið samtykti
í 1998 og endurskoðaði í 2001 – við eitt nú Hvítubók, uppskoti um føroyskan
lestrarstuðul, lýsing av rættindum føroyinga uttanlands v.m.
• Tær samráðingar, frágreiðingar og fyrireikingar, sum vórðu gjørdar millum
føroyskar og danskar embætisnevndir á øllum týðandi málsøkjum í
tíðarskeiðnum fram til desember 2003.
• Tey drúgvu uppskot við dagførdum metingum og boðum, sum Tjóðveldi
hevur lagt fyri tingið frá 2004 til 2010 – her undir um Búskapargrunn og
blokkniðurskurð, at umsita loftrúmið, um útlendingamál, sjálvstøðugan
uttanríkispolitikk v.m.
Fyrireikingarnar støðgaðar
Í tíðarskeiðnum 1998 til 2003 vóru allir tættir gjølliga kannaðir og lýstir, ið krevjast
til, at føroyingar skipa seg sum sjálvstøðuga tjóð.
Frá 2000-2003 fóru drúgvar samráðingar fram millum føroyskar og danskar
myndugleikar um øll tey mál, sum í dag formliga eru undir donskum ræði.
Her vóru krøvini lýst til føroyskar myndugleikar og uppskot gjørd um, hvussu málini
verða skipað undir føroyskum myndugleika, hvussu neyðugar samstarvsavtalur verða
gjørdar og um altjóða sáttmálar og krøv á ymsu økjunum.
Í valskeiðunum frá 2004-2012, sum nú enda, varð málið um einar frælsar Føroyar
støðgað av landsstýrissamgonguni millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og
Sambandsflokkin. Ístaðin bant meirilutin seg til at skipa seg undir danska ríkisvaldið
og undir danska lóggávu við sterkari bindingum í heimastýrisskipanina enn áður.
Fyri fyrstu ferð samtykti Løgtingið, at føroyingar ikki hava rættindi sum tjóð í altjóða
samstarvi, men at eitt nú føroysk uttanríkismál og hernaðarmál eru undir donskum
fullveldi. Føroyar vórðu lýstar mótvegis alstjóða samfelagnum sum “Kongeriget
Danmark for så vidt angår Færøerne”.
Hetta er fremsta orsøkin til, at samráðingarúrslit, lýsingar, frágreiðingar o.a., sum
vóru liðug ella nærum liðug, ongantíð eru løgd fyri almenningin og viðgjørd sum
týðandi grundarlag hjá føroyska veljaranum at taka støðu til.
Ístaðin hava fólk helst fingið ta fatan, at lítið var klárt ella liðugt í sambandi við
fullveldisætlanina hjá undanfarnu samgongu.
Búgvið til støðutakan
Við hesum uppskoti verða skjalprógvini løgd fram um, at tað eru ikki lýsingar,
fíggjarligar metingar, krøv og uppskot um føroyskar loysnir fyri øll málsøki, sum
resta í.
Tað, sum restar í, er hinvegin politisk og fólkaræðislig viðgerð og avgerð.
Hetta uppskot leggur fram eina greiða fólkaræðisliga ætlan, har ein væl fyrireikað
avgerð kann takast um at fremja tey neyðugu stigini til at skipa einar sjálvstøðugar
Føroyar.
Við uppskotinum verða lýstar fíggjarligar, rættarligar og fyrisitingarligar avleiðingar –
bæði krøv og fyrimunir – á ymsu økjunum. Løgd verða við allar tær greiningar,
frágreiðingar og uppskot, ið eru gjørd um málini.
Sera rúgvismikið tilfar
Við teimum skjølum og frágreiðingum, ið hetta uppskot byggir á og vísir til, er talan
um nógvar hundraðtals síður.
Tí eru í hesum uppskoti gjørdar stuttar lýsingar og samandráttir, og síðani verður víst
til skjølini og frágreiðingarnar, har tey, ið vilja kunna seg nærri við allar smálutir og
allýsingar fáa svar.
Frágreiðingarnar kunnu takast niður á heimasíðuni hjá Tjóðveldi, har leinkjur eru
lagdar inn eftir hvønn partin í hesum uppskoti.
Í viðmerkingunum til hetta uppskotið verður mest gjørt burturúr sjálvberandi búskapi
og avtøku av heildarveiting, uttanríkismálum, útlendingamálum og at umsita
loftrúmið. Meðan tey mál, ið eru lýst í drúgvu frágreiðingunum frá embætisfólki,
verða viðgjørd í høvuðstættum.
Innihald og høvuðstættir í uppskotinum:
I. Føroyska grundlógin til fólkaatkvøðu
II. Sjálvberandi búskapur, búskapargrunnur og avtøka av heildarveiting
III. Mál undir føroyskt ræði:
– Uttanríkis- og verjumál
– Útlendingamál
– Loftferðslumál og loftrúm
– Persóns-, familju- og arvarættur
– Føroysk lestrarstuðulsskipan fyri øll lesandi
IV. Mál undir føroyskt ræði:
– Rættarskipan og løgregla
– Fíggingarvirksemi og gjaldoyramál
– Ríkisborgararættindi hjá føroyingum uttanlands
V. Samráðingar um samstarvssáttmála við Danmark og felags fráboðan til
altjóða samfelagið – fólkaatkvøða um sáttmálan.
I. Føroyska grundlógin til fólkaatkvøðu
Fyrsta stigið til tess at skipa fólkaræði í Føroyum er at samtykkja okkara egnu
grundlóg og stjórnarskipan.
Føroyska fólkið hevur ongantíð við fólkaatkvøðu samtykt sína egnu grundlóg og
harvið at skipa valdið í Føroyum, rættindi og skyldur borgaranna og grundleggjandi
mørkini og virðini undir føroyska samfelagnum á egnum støði og eftir
fólkaræðisligum grundreglum.
Grundlógarnevndin, ið varð sett longu í 1999, hevur gjørt fleiri fullfíggjað uppskot til
føroyska grundlóg.
Í 2004 varð arbeiðið umskipað til at fara fram undir heitinum “stjórnarskipan”, og
nevndin handaði løgmanni liðugt uppskot og frágreiðing í desember 2006.
Í tingsetuni 2009 legði ein §25-nevnd hjá løgtinginum, har umboð fyri allar flokkar
uttan Miðflokkin skrivaðu undir uppskot til føroyska stjórnarskipan. Málið fall burtur,
tá tingsetan endaði. Í tingsetuni 2010 varð uppskotið sett fram aftur og hevur verið til
viðgerðar í nýggjari §25-nevnd.
Sjálvsavgerðarættur og fólkaræði
Í grundlógini skal ásetast, at fólkið í Føroyum hevur óskerdan sjálvsavgerðarrætt, og
at alt vald í Føroyum verður skipað við heimild frá føroyska fólkinum. Ongin lóg,
sum stríðir ímóti ásetingunum í grundlógini kann hava gildi, og allir myndugleikar, ið
valdir eru at taka avgerðir, standa til svars mótvegis føroyska fólkinum.
Grundlógin ásetur m.a.:
– Valdsbýtið millum lóggevandi, útinnandi, dømandi vald og fíggjarligt vald.
– Fólkaræðisliga heimild at skipa egna rættarskipan, løgverju og at taka ábyrgd av
øllum málsøkjum.
– Rættindir og skyldur hjá føroyskum borgarum – og eftirlitsmyndugleika fyri
rættartrygd.
– Grundleggjandi mannarættindi.
– Sosial rættindi.
– Tilfeingisrættindi og fyrilit fyri umhvørvi og komandi ættarliðum.
– Ásetingar um fólkaatkvøður og mannagongdir fyri at lata fullveldi frá okkum til
eitt nú altjóða stovnar.
Hóast semja ikki er millum politisku flokkarnar, so er grundarlagið klárt til endaliga
politiska viðgerð, almenna viðgerð og til fólkaatkvøðu.
Samráðingarstøða javnsett
Við at samtykkja egna grundlóg, verða allir spurningar um rættindini hjá føroyska
fólkinum ásettir, og alt stríð við danskar myndugleikar um heimildir og rættin at skipa
okkum sjálv verður gjørt av í Føroyum.
Við heimild í egnari grundlóg ber til hjá føroyskum myndugleikum at samráðast við
Danmark og onnur lond við heimild í fólkaræðisligari avgerð – og teir
stríðsspurningar, ið elvdu til miseydnaðu fullveldissamráðingarnar í ár 2000, eru
beindir av vegnum.
Grundlógardepil og upplýsing upp undir fólkaatkvøðu
Neyðugt er at skipa ein grundlógardepil, har alt tilfar frá teimum serfrøðingum, ið
hava tikið lut í grundlógararbeiðinum verður savnað.
Hesin grundlógardepil skal hava ábyrgd av at skipa fyri kunning, upplýsing og svara
øllum ivaspurningum í sambandi við fólkaatkvøðuna um grundlóg Føroya.
Grundlógaruppskotið og allar frágreiðingar um arbeiðið eru almenn á www.ssn.fo.
II. Sjálvberandi búskapur, heildarveiting og Búskapargrunnur
Hvat er sjálvberandi búskapur?
Breið politisk semja er um hugtakið “sjálvberandi búskapur”. Føroyar hava
sjálvberandi búskap, tá ið ríkisveitingin er minkað burtur í einki, samstundis sum
íløgur og nýtsla eru lagað til inntøkur frá egnari framleiðslu og tilfeingi annars.
Við øðrum orðum skal innlendski eftirspurningurin tillagast soleiðis, at tolulig
javnvág er á gjaldsjavnanum eftir minking av veitingum úr danska ríkiskassanum.
Henda ytra javnvágin (gjaldsjavnin) er høvuðsfortreytin fyri sjálvberandi búskapi.
Í politiska kjakinum verður mangan lagt upp til, at vit skulu minka blokkin, tá ið
búskapurin í størri mun er vorðin sjálvberandi. Búskaparfrøðin vísir hinvegin á nakrar
“lógir”, sum siga, at ikki fyrr enn avgerðin er tikin um at minka blokkurin burtur,
lagar ein samfelagsbúskapur seg til tað.
Føroyingar verða noyddir at avmarka nýtslu- og íløguútreiðslur sínar til inntøkur sínar
uttan blokk. Sigast kann tí eisini, at automatisk fylgja av at taka burtur blokkin verður
sjálvberandi búskapur.
Søguligur møguleiki
Annað er, at Føroyar síðani 1994/95 og fram til 2004 hava havt búskap, har blokkurin
so at siga ikki er vorðin slúsaður inn í innlendska eftirspurningsmeldurin. Tekin um
hetta er, at árligu úrslitini á gjaldsjavnanum hava svarað til heildarveitingina.
Gjaldsjavnagongdin síðani 1993 hevur havt við sær, at sera stóra nettoskuld Føroya til
umheimin er broytt til nettoogn, sum kann samanberast við ta hjá oljulandinum
Noregi, roknað í mun til bruttotjóðarúrtøkuna.
Gongdin seinastu árini í innlendska eftirspurninginum hevur tó havt við sær, at stóra
yvirskotið á gjaldsjavnanum (við blokki) er minkað munandi og vent til hall.
Innlendis javnvág millum privata geiran, kommunala- og landsgeiran skal eisini til.
Tað er landskassin, sum beinleiðis hevur høvuðspartin av ríkisveitingini sum inntøku.
Landskassageirin kemur tískil so ella so at standa fyri tí mesta av beinleiðis
tillagingini, sum skal til í sambandi við burturtøku av ríkisveitingini.
Frá bráðvøkstri og bráðstøðgi til haldføran og sjálvberandi búskap
Avleiðingarnar av at minka blokkstuðulin burtur verða munandi dyggari krøv til
búskaparpolitikkin og raðfestingarnar í almenna fíggjarpolitikkinum.
Í stuttum kann sigast, at gongdin má broytast. Vit hava søguliga í Føroyum sæð ein
bráðvøkstur í búskapinum, tá gongd er í framleiðslu og nýtslu. Meðan bráðstøðgur
kemur í, tá framleiðslan og nýtslan minka og inntøkugrundarlag landskassans verður
fyri bakkasti.
Í einum sjálvberandi búskapi verða vit noydd at miða eftir meira jøvnum og
haldførum vøkstri og at miða eftir langtíðarjavnvág í búskapinum.
Fyrimunir við sjálvberandi búskapi og sjálvstøðu
Føroyska skipanin hevur verið alt ov lítið úti um seg fyri at leita fram vitan um virðið
Føroya í altjóðapolitiskum høpi. Grundleggjandi evni eru, sum enn als ikki eru lýst á
nøktandi hátt. T.d. vita vit ov lítið um, hvat ein “føroysk atkvøða í ST” kundi verið
verd, um Føroyar kundu nýtt hetta kortið sum sítt egna fyri at fremja egin áhugamál.
Sama er galdandi í sambandi við inntøkur, ið ikki taka seg fram, tí ov seint gongur at
skipa samstarv við onnur lond. Alt ov lítið spyrst burturúr samráðingum um tey fýra
frælsini, granskingarsamstarv, útbúgving, loftferðslu, trygdarpolitikk v.m..
Hyggja vit av øðrum londum, ið hava skipað seg sjálvstøðugt í heiminum, so er ongin
ivi um, at stórur partur av fíggjarligu virðunum standast av møguleikanum at gera
avtalur við onnur lond um handil, búskap útbúgving, gransking o.s.fr.
Hvussu bundin eru vit at “blokkinum”?
Mynd 1 vísir inntøkur landskassans frá danska ríkiskassanum í mun til
bruttotjóðarúrtøkuna. Ríkisveitingin fevnir um heildarveitingina (blokkin) umframt
minni endurgjøld til landskassan í sambandi við ávísar eftirlønir.
Mynd 1. Ríkisveitingin í % av BTÚ
Síðani fyrst í 60-árunum og fram til 1998 hevur ríkisveitingin ligið um 15% av
føroysku bruttotjóðarúrtøkuni, tó undantikið ringastu kreppuárini, tá ið lutfallið var
omanfyri 20%. Mynd 1 vísir, at ríkisveitingin seinastu 6-7 árini er minkað niður í lítla
helvt, frá 12,6% niður í 5,5% av BTÚ. Fyri hvønn íbúgvan er her talan um minking
upp á góðar 8.300 kr, frá 21.000 kr. til 12.700 kr. Taka vit hædd fyri inflasjónini í
hesum tíðarskeiði, er talan um lækking av blokkinum niður í helvt yvir 7 ár.
Vert er at leggja til merkis, at lítið og einki hevur verið at sæð til tær ræðuligu
búskaparligu fylgjurnar, sum fleiri búskaparfrøðingar søgdu fór at verða avleiðingin
av hesi minking av blokkinum. Arbeiðsloysið hevur til núverandi kreppuna verið lágt,
íbúgvatal vaksandi, arbeiðsskattur lækkandi, lønir og pensjónir hækkandi, samtundis
sum almennu tænasturnar og undirstøðukervið eru útbygd munandi.
Hyggja vit at blokkinum sum part av samlaðu inntøkum landskassans, sæst eisini
gongd, har landskassin gerst alt meiri óheftur av danska ríkiskassanum. Lutfallið
millum blokkin og aðrar inntøkur landskassans er broytt frá 31% í 1998 til 15% í
2007.
Mynd 2. Inntøkur landskassans
Viðm: Inntøkur landskassans eru lýstar undir § 20 í landskassaroknskapinum. Høvuðspostarnir eru a)
Skattir og avgjøld, b) Nettorentur og c) Ríkisveitingar. Í myndini eru skattir og avgjøld og nettorentur
samantald undir heitinum “Aðrar inntøkur”.
5. Hvussu gera vit okkum óheft av ”blokkinum”
Nógvir ymsir hættir eru at gera okkum leys av blokkinum komandi árini.
Ein mátin er at lata blokkin vera fastfrystan í krónutali, samstundis sum inflasjón og
búskaparvøkstur fara fram. Síðani 2003 er blokkurin í hesum viðfangi minkaður frá
6,5 % í mun til BTÙ til 5,5% í mun til BTÚ.
Hyggja vit frameftir og seta sum fortreyt, at heildarveitingin verður verandi á
núverandi støði, samstundis sum nominellur vøkstur í BTÚ fer fram, fer lutfallið at
halda á fram at minka. Mynd 3 vísir, at við 5% nominellum vøkstri vil ríkisstuðulin
minka niður í 3,7% av BTÚ í 2015, meðan tilsvarandi talið við 10% vøkstri í 2015
verður 2,6%.
Mynd 3. Støðug ríkisveiting í mun til vaksandi BTÚ
Blokkurin minkar seint eftir hesum leistinum. Við t.d. 5% nominellum vøkstri í miðal
árini frameftir, fer veitingin í 2030 framvegis at verða út við 2% av BTÚ.
Annar mátin er, at Løgtingið av sínum eintingum beinleiðis lækkar blokkin, uttan at
hetta verður tengt saman við yvirtøku av málsøki. Hetta gerst við lækking av
inntøkujáttanini á árligu fíggjarlóg landsins.
Triðji mátin er at taka yvir málsøki, sum “hoyra til” blokkin. Her eru Føroyar og
Danmark samd um lutin, ymsu málsøkini hava í blokkinum. Málsøkini kunnu ikki
yvirtakast partvíst. Verður blokkurin tískil minkaður við yvirtøku av málsøkjum,
verður talan um fýra trin, ymisk til støddar. Hesi eru lýst í fylgjandi talvu.
Talva 1: Málsøkini í heildarveitingini
2001 2007
% mió kr % mió kr
Skúlaverk 27,9 274,0
Almanna forsorg 9,4 92,4
Serforsorgin 11,9 117,0 19,0 117,0
Fólkatrygging 21,7 213,3 34,7 213,3
Heilsuverkið 28,9 283,6 46,1 283,6
"Færøernes Fiskerilaboratorium" 0,2 1,6 0,3 1,6
Heildarveitingin 100,0 981,9 100,0 615,5
Lækkingin av heildarveitingini í 2002 og eftirfylgjandi fastfrysting av henni kann
sigast at verða ein blandingur av ymsu hættunum, sum nevndir eru omanfyri. Í fyrsta
lagi var talan um einvegis ætlan at lækka blokkin (løgtingssamtykt), í øðrum lagi
yvirtøka av málsøkjum eftir avtalu við danir og í triðja lagi fastfrysting.
Búskapargrunnurin sum amboð at skipa okkara egnu minking
Uppskotið til búskapargrunn hevur fingið drúgva politiska viðgerð, síðani tað var
tilevnað í 2001, herundir tríggjar tingviðgerðir.
Eitt endamálið við grunninum var – og er – at geva politiska valdinum stýringsamboð
at røkka málinum um sjálvberandi búskap, hóast blokkurin ikki verður skerdur og
øvugt, sjálvt um blokkurin bráddliga verður tikin av donsku fíggjarlógini.
Grunnurin skal sambært teimum uppskotum, sum hava verið til viðgerðar, virka
soleiðis:
a) Inntøkur grunsins eru serinntøkur, tvs. blokkur, kolvetnisskattir og -gjøld umframt
sølugjøld frá einskiljingum.
b) Tvær útgjaldsskipanir eru:
Í fyrsta lagi verða inntøkur grunsins nýttar til fíggjarpolitiska skiftisskipan.
Fíggjarlógin skal leggjast soleiðis til rættis, at latið verður sum um, at blokkurin
minkar í jøvnum stigum niður í einki yvir ávíst áramál. Roynt verður at gera eitt slag
av innanhýsis minking av blokkinum, hóast blokkurin úr Danmark ikki minkar.
Somuleiðis er við t.d privatiseringinntøkum hædd tikin fyri, at peningur er til útgjaldið
til landskassaraksturin í rættiliga rúma tíð, sjálvt um danir avtaka blokkin við stuttum
skotbrái.
Í øðrum lagi er talan um varandi útgjaldsskipan, sum fevnir um tær inntøkur grunsins,
sum røkka út yvir tað, grunnurin skal rinda til vanliga landskassaraksturin í sambandi
við innanhýsis blokkskerjingina.
Varandi útgjaldsskipanin verður soleiðis skipað, at ættarlið, sum nú liva, ikki lata tey,
sum aftan á koma, vera við skerdan lut. Grunsins fæ verður umsitið soleiðis, at
avkastið kann koma fleiri ættarliðum til góðar.
Nettoogn Føroya í útlondum er í mun til bruttotjóðarúrtøkuna nærum á hædd við ta
hjá Noregi. Alment gjaldførisríkidømi í sambandi við einskiljingar og møguligar
oljuinntøkur seinni kunna gerast okkum dýrur lærupeningi, verða útreiðslurnar ikki
javnaðar yvir nógv longri tíðarskeið enn skeiðið, galdandi er fyri inntøkurnar.
Búskaparvøkstur og blokkniðurskurður
Um Føroyar yvirtaka málsøkini heilsuverk, fólkatryggin og serforsorg, verður
blokkurin minkaður við upphædd, hesi málsøkini standa fyri í blokkinum. Øvugta er
ikki galdandi. Blokkurin kann skerjast, uttan at málsøki verða yvirtikin.
Spurningur, ið skal svarast, er, hvussu skjótt blokkurin kann minka, so hvørt
búskapurin veksur, uttan at undirskot tekur seg upp í landskassanum, og uttan at
skattatrýstið, sum landskassin stendur fyri, verður økt.
Mynd 4 vísir skattatrýstið í sambandi við inntøkuskatt til landskassan, MVG og onnur
avgjøld. Árini 1998-2006 hevur hetta landskattatrýstið ligið millum 29% og 32% av
BTÚ.
Mynd 4. Landsskattatrýstið
Annar máti at lýsa henda samanhang er at finna í fylgjandi mynd. Myndin vísir, at
broytingar seinnu árini av inntøkum landskassans í sambandi við landsskatt og
avgjøld í stóran mun fylgja broyting í bruttotjóðarúrtøkuni.
Mynd 5. BTÚ-vøkstur og broyting í skatti og avgjøldum til landskassan
Upplýsingarnar í mynd 4 og 5 hava stóran týdning fyri framskriving av inntøkum
landskassans í sambandi við búskaparvøkstur.
Soleiðis minka vit blokkin burtur
Við støði í mynd 4 og 5 seta vit nú fylgjandi fortreytir fyri minking í heildarveitingini
árini framyvir:
a) Skerjing í heildarveitingini verður tengd at árligum nominellum vøkstri í
bruttotjóðarúrtøkuni. Roknað verður her við 5% vøkstri í miðal komandi árini.
b) Inntøkuskatta- og avgjaldstrýstið frá landskassanum verður hildið støðugt á 30%
av BTÚ.
c) Útreiðslur landskassans vaksa seinni enn bruttotjóðarúrtøkan, soleiðis at undirskot
ikki tekur seg upp í sambandi við blokkniðurskurð. Onnur helvtin av
inntøkuvøkstrinum kann verða nýtt til øking í útreiðslum landskassans, meðan hin
fíggjar niðurskurðin av heildarveitingini.
d) Tøl fyri 2009 og metingar landsbankans eru útgangsstøðið fyri framskrivingina.
Bruttotjóðarúrtøkan fyri 2009 verður mett til 11,6 mia. kr.
Framskriving við hesum fortreytum er gjørd í talvu 2.
Talva 2. Minking av heildarveiting við 5% vøkstri í bruttotjóðarúrtøkuni
mió kr 10 11 12 13 14 15 16 17 18 Í alt
10-18
BTÚ: Vøkstur í mun til árið fyri 90 579 608 639 671 704 739 776 815 5.531
Vøkstur í inntøkum landskassans
áðrenn heildarveiting, nettorentur og
einskiljingar 30 174 182 192 201 211 222 233 245 1.659
Helvt av inntøkuvøkstri til minking av
heildarveiting 87 91 96 101 106 111 591
Heildarveitingin 616 529 437 342 241 135 25
Talvan vísir, at heildarveitingin verður minkað burtur í einki yvir 7 ár, um vit rokna
byrjunaárið 2010 við og taka “restblokkin” upp á 25 mió. kr í 2018 við niðurskurðin
fyri hetta árið.
Útrokningin vísir, at útreiðslustøði landskassans ikki má økjast við meiri enn á leið
600 mió. kr árini 2010-2018 ella smáar 100 mió. kr um árið.
Um skatta- og avgjaldstrýstið verður hildið støðugt, eins og gjørt er í framskrivingini í
talvu 2, er neyðugt at lata útreiðslustýringina verða høvuðsamboðið at nýta næstu
fíggjarlógirnar.
Framskrivingin við 5% nominellum vøkstri í BTÚ saman við støðugum
inntøkuskatta- og avgjaldstrýsti frá landskassanum vísir tilgongd fram móti
sjálvberandi búskapi, uttan ógvuslig inntriv, sum hava við sær arbeiðsloysi og
hækkaðan skatt.
Hinvegin er greitt, at umleggingar eiga at gerast í skattaskipanini, har nýtsla av felags
tilfeingi, umhvørvisdálking, fíggjarlig spekulasjón o.a. eiga at skattast og loysa av
skattatrýstið á arbeiði og lønarinntøkum.
Hetta kann bøta munandi um landskassans rakstarinntøkur – eins og umleggingar, har
serskipanir hjá ymsum samfelagsbólkum verða tiknar av.
III. Mál undir føroyskt ræði
Uttanríkis og verjumál
Føroyingar kunnu við heimild í egnari grundlóg taka ræði á sínum egnum
uttanríkisviðurskiftum.
Hetta verður fráboðað altjóða samfelagnum – og hetta er alneyðugt stig at taka.
Samstundis sum altjóðagerðin fer um heimin og landamørkini verða løgd niður, verða
garðar laðaðir upp um okkara leiðir, sum forða okkara kappingarføri og okkara
menning sum tjóð úteftir.
Øllum man standa greitt í dag, at tær nýggju donsku lóggávurnar, ið settar eru í verk
fyri Føroyar, hava bundið enn meira fyri møguleikunum hjá føroyingum at virka
millum onnur fólk í heiminum.
Avmarkingarnar í nýggju lógunum
Tá sonevnda “uttanríkispolitiska heimildarlógin” og sonevnda “yvirtøkulógin” vórðu
lagdar fram á ting og síðani samtykar av einum meiriluta, skortaði ikki við ávaringum
um, at hetta fór at verða afturstig fyri føroysku tjóðina og fyri føroyskar
myndugleikar. Tí nú varð fyri fyrstu ferð samtykt ein donsk fatan av einum donskum
eindarríki, har Føroyar bert eru samanrunnin lutur, og har føroyingar bara eru fulltrúar
vegna Danmark á altjóða pallinum. Best er hetta lýst í heitinum “Kongeriget Danmark
for så vidt angår Færøerne”, sum er tann formligi samleiki, ið vit nú skulu virka undir.
Sostatt ber til at sláa fast: Frælsið til at liva og virka kemur undir strangar
avmarkingar, og møguleikarnir fyri at røkka altjóða avtalum, sum vit kundu rokkið
sum limur í millumtjóða felagsskapum, fara fyri skeytið. Talan er ikki um nakrar
“heimildir”, men í nógv størri mun um avmarkingar í frælsinum at reka politikk úteftir
og í møguleikum fyri at røkka altjóða avtalum, sum landsstýrið kundi rokkið, ikki
minst sum limur í millumtjóða felagsskapum.
Sjálvstøða í altjóða samstarvi er lykilin til menning og vælferð
Stór lond og fólkaríkar tjóðir hava fyrr havt tað stevnumið at seta verjugarðar um
egnan marknað, egið vinnulív, egna mentan, egnar útbúgvingarskipanir og sosialar
skipanir til tess at skapa vælferð fyri borgararnar.
Men samstundis hava smátjóðir gjøgnum hálva øld prógvað, at fortreytin fyri at skapa
og langtíðartryggja vælferð og menning hjá eini tjóð, er fult altjóða virkisføri. Øll
okkara norðurlendsku grannalond eru sum so góð dømir um hetta. Og ikki minst
hevur Ísland prógvað – eins og aðrar smátjóðir í heiminum, ið hava tikið fullveldi – at
javnstøða í heiminum og førleikin at gera avtalur um øll týdningarmikil mál vegna
tjóðina er fremsta amboðið til at styrkja egnan samleika og mentan og til sosiala,
útbúgvingarliga, vinnuliga og búskaparliga menning.
Í dag er henda sannroyndin, sum smátjóðir so leingi hava gjørt sær greitt og virkað
eftir, eisini vorðin avbjóðingin hjá teimum stóru og fólkaríku tjóðunum. Sjálvt ikki
heimsins stórveldi kunnu í dag halda seg hava nóg mikið í sær sjálvum, men mugu
virka á altjóða pallinum gjøgnum avtalur við onnur sjálvstøðug lond til tess at skapa
vælferð fyri egnar borgarar.
Føroyar lúka longu treytirnar
Føroyar lúka allar treytir til tess at gera altjóða avtalur og at røkja egin áhugamál á
altjóða pallinum.
Føroyar hava seinastu hálvu øldina nýtt stóra orku at samráðast og samskifta við
onnur lond. Ein stórur partur av hesi orku er farin til at samskifta við Danmark um
smálutir og óneyðug stríðsmál, og við sjálvstøðu kann henda orkan leysgevast til
veruligt altjóða samskifti og virksemi.
Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar
Vit gjalda longu sjálvi fyri alt virksemi, ið hevur við uttanríkisviðurskifti, samráðingar
og sendistovuátøk at gera.
Neyðugt verður sjálvsagt at skipa eitt veruligt Uttanríkisráð í fyrisitingini, at seta
uttanríkisráðharra, og støðugt at seta størri fíggjarligt og starvsligt tilfeingi til at røkja
okkara uttanríkis-, verju og trygdarmál.
Harumframt eiga fleiri sendistovur at verða settar á stovn. Her kann vísast til tilmælini
í Hvítubók um sendistovuvirksemi.
Leysliga mett eigur samlaða játtanin til hesi endamál at økjast við 10 mió. kr. árliga
fram til 2014 – ella tilsamans 40 mió. kr. í eitt fýra ára tíðarskeið.
Men allar royndir siga, at hetta fer at verða vunnið fleirfalt aftur í menningini av
okkara vinnuligu, handilsligu og mentanarligu fortreytum.
Umframt hetta eiga aðalkonslar at setast í útvaldum londum, sum ongar
lønarútreiðslur hava við sær, men bara smávegis útreiðslur til samskifti og
skrivstovuhald.
Føroyska loftrúmið undir føroyskt ræði
Umsitingin av føroyska loftrúminum er í dag løgd til íslendskar myndugleikar at
umsita.
Eftir at radarin á Sornfelli er sløktur, hava samráðingar verið millum íslendskar og
danskar myndugleikar um nýggja tøkni og aðrar spurningar viðvíkjandi umsitingini av
loftrúminum.
Samstundis eru stórar broytingar í ferð við at henda innan Evropasamveldið, har
nýggjar navigerings- og samskiftisskipanir skulu setast í verk, og har ætlanir eru um at
samskipa umsitingina av loftrúmunum hjá einstøku londunum í Evropa.
Samstarv við londini kring Norðuratlantshav
Lond sum Ísland og Noreg hava longu fyrireikað seg til nýggja veruleikan í
Norðuratlantshavi og hava orðað ætlanir og strategiir fyri, hvussu tey kunnu fáa ein
virknan leiklut í tí tómrúminum, sum hevur tikið seg upp, eftir at hernaðarligu
samskiftis- og eftirlitsskipanirnar verða niðurlaðaðar.
Sostatt verður nú beinagrindin sett saman, ið fer at binda saman alla umsiting,
inntøkur og tøkniliga menning á loftferðsluøkinum og í loftrúminum í okkara parti av
heiminum.
Eingin orsøk er til, at Føroyar lata Danmark gera avtalur við onnur um okkara
loftrúm. Danmark tykist als ikki at hugsa um føroysk áhugamál ella at hava nakra
ætlan fyri leikluti Føroya í teimum samráðingum og broytingum, ið fara fram.
Danski ráðharrin við ábyrgd fyri økinum hevur higartil enn ikki kunnað upplýst,
hvussu nógv flogfør fara gjøgnum føroyskt loftrúm árliga, ella hvat gjald tey lata.
Vit kunnu eins væl sjálvi taka ræði á økinum og síðani hava okkara egna leiklut við
samráðingarborðið. Á henda hátt vinna vit okkum samtundis innlit og vitan um,
hvussu loftrúmið kann gerast eitt fakligt, tøkniligt og møguliga fíggjarligt tilfeingi fyri
Føroyar. Vit vinna okkum altjóða støðu og royndir sum áhugaverdur
samráðingarpartur – og vit kunnu fara undir at velja okkara egnu strategiir og loysnir
til frama fyri føroyska samfelagið.
Metingar um gjøld o.a.
Ógjørligt er í løtuni at fáa neyvar og haldgóðar upplýsingar um, hvat fyriferst í
føroyskum loftrúmi – og trupult er at meta um, hvørji gjøld verða tikin og kunnu
takast frá flogførum í føroyskum loftrúmi.
Greitt er, at ICAO-sáttmálin ásetir, at gjøld skulu byggjast á rakstrar- og
íløguútreiðslur fyri ta tøkni og tey starvsfólk, ið krevjast fyri at umsita lofrúmið og
veita tænastur.
Men greitt er ikki, hvat júst hetta fevnir um.
Í hvussu er kann staðfestast, at ymiskt er, hvussu høg gjøld tey ymsu londini í Evropa
taka fyri flúgving gjøgnum síni loftrúm.
Eitt nú tekur Bretland eitt lutfalsliga høgt g
jald, ið gevur rættiliga stórar inntøkur
tilsamans. Inntøkur, ið tykjast vera væl størri enn kostnaðurin at hava eftirlit við
loftrúminum.
Tjóðveldi hevur útvegað sær upplýsingar til eina meting, ið sjálvsagt skal takast við
størsta fyrivarni og fyrst og fremst skal lýsa, hvussu gjøld verða roknað út aðrastaðni.
Í talvuni niðanfyri verður víst, hvussu gjøld verða ásett aðrastaðni, og eitt roknidømi
er gjørt fyri Føroyar.
Ein eindarprísur verður ásettur í mun til slag av flogfari og í mun til vekt. Síðani
verður goldið eftir, hvussu langan tein eitt flogfar ferðast í loftrúminum.
Vit hava sett talið av flogførum í føroyskum loftrúmi í mun til talið av flogførum í
íslendskum loftrúmi – og hava varilsiga mett, at 74.000 flogfør eru í føroyskum
loftrúmi árliga.
Eindarkostnaðurin í Evropa liggur millum 55-70 Euro (Bretland er tó hægst við 81,83
Euro), og vit hava tí varisliga sett ein eindarkostnað uppá 60 Euro.
Síðani hava vit býtt sundur millum trý sløg av flogførum, ið hava ymiskan eindarprís.
Sambært hesum metingum kunnu vit í minsta lagi sláa fast, at eingin trupulleiki skuldi
verið at fíggja eina egna loftrúmsumsiting við íløgum, arbeiðsplássum og tøkni. Og
hetta eigur samstundis at vera týðandi fíggjargrundarlag undir íløgunum í
framtíðarflogvøll í Føroyum
Útlendingamál undir føroyskt ræði
Útlendingamál hava nú verið ein politisk, fyrisitingarlig og rættarlig fløkja í fleiri ár.
Hóast tosað hevur verið seinastu 3 árini um at gera smávegis broytingar í donskum
kunngerðum og reglum, so tykist semja vera um millum tey, ið hava royndir og innlit
á útlendingaøkinum, at neyðugt er at fastleggja politisku og fyrisitingarliga ábyrgdina
á einum staði.
Føroyar taka ræði á útlendingamálum, og tær lógir og kunngerðir, ið eru í gildi, verða
umsitnar av føroyskum myndugleikum.
Málið klárt at taka undir føroyska ábyrgd
Í andsøgn til tað, sum annars er komið fram fyri almenningin um útlendingamál, so
vóru samráðingarnar og fyrireikingarnar til at taka útlendingaøkið undir føroyska
ábyrgd lidnar á embætismannastigi í desember 2003, tá val varð skrivað út í úrtíð.
Sostatt varð politisk semja gjørd millum donsku stjórnina og landsstýrið um, at
útlendingamálini skuldu á føroyskar hendur, og føroysk og donsk embætisfólk høvdu
samráðst í eitt ár og gjørt drúgva frágreiðing, ið bert restaði rættlesturin, áðrenn hon
varð handað landsstýrinum.
Í frágreiðingini verður alt útlendingaøkið lýst niður í smálutir, og skotið verður upp,
hvussu málið verður skipað undir føroyskan myndugleika. Eisini er mett um
fyrisitingarligu orkuna og kostnaðin av økinum.
Víst verður til upplýsingarnar og tilmælini.
Útlendingapolitikkur og lógargundarlag
Galdandi útlendingalóggáva í Føroyum er eldri útgáva av donskum lógum. Føroyar
eru sum uppihaldsøki skildar frá Danmark. Og eitt loyvi at uppihalda sær í Føroyum
hjá útlendingi (t.e. ríkisborgarum úr øðrum londum enn Norðurlondum) er ikki
galdandi fyri Danmark og Grønland – ella øvugt.
Danski ráðharrin og danska umsitingin situr sostatt við ymiskari lóggávu fyri ymisk
øki og skal avgreiða umsóknir. Bara hetta elvir til vantandi samsvar millum lóggávu,
fyrisitingarábyrgd og eftirlit við umsitingini. Tað verður eisini strikað undir, tá danski
ráðharrin við ábyrgd fyri økinum, er spurdur um føroysk útlendingamál, og málið bara
verður víst til føroyskar myndugleikar, sum í sínum lagi vísa til danskar
myndugleikar.
Umsitingarligu krøvini
Í drúgvu frágreiðingini um at taka útlendingamálini á føroyskar hendur, eru
fyrisitingarligu krøvini lýst og uppskot til, hvussu alt verður skipað:
– Skotið verður upp, at eitt stýri, ið liggur burtur frá landsstýrismanninum, avgreiðir
allar umsóknir um uppihalds-, arbeiðsloyvi og familjusameining, og at
kærumyndugleiki verður lagdur til Føroya kærustovn. Mettur kostnaður í 2003: 3,3
mió. kr. árliga (Sí s. 85 í frágreiðingini)
– Skotið verður upp, hvussu umsóknir um friðskjól kunnu avgreiðast (sí s. 129 í
frágreiðingini). Her verður kostnaðurin bara leysliga umrøddur, men
umsitingarkostnaðurin kann metast til 1,5 mió. kr. árliga – og síðani eru útreiðslur, um
friðskjól verður váttað, og fólki nýtist hjálp.
Samanumtikið er neyvan av leið at meta samlaða kostnaðin av fyrisiting og umsiting
til 5 mió. krónur árliga.
Ein føroyskur útlendingapolitikkur
Trupulleikin viðvíkjandi arbeiðsmegini er ikki júst lógarreglurnar, men umsitingin,
málsgongdin og vantanti ábyrgdin.
Kravið í núverandi lóg fyri at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi er, at tú skalt hava:
– váttan frá arbeiðsgevara, um at tú hevur arbeiði (og arbeiðsgevarin stendur til
ábyrgd fyri, at tú uppfyllur krøv, hevur sáttmála eftir galdandi reglum, rindar skatt
o.s.fr.),
– váttan um, at tú hevur bústað,
– váttan fyri, at tú kanst forsyrgja tær sjálvum/sjálvari,
– váttan fyri, at tú ikki hevur nakra sak í brotsmálum,
– og tað skal staðfestast, at tørvur er á arbeiðsmegi í teirri vinnugrein, ið tú søkir um
arbeiði til.
(Hesi krøv eru altso til tey, sum søkja arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum – og
skulu ikki blandast við krøv til flóttafólk, sum hava brúk fyri hjálp. Vit hava ikki havt
flóttafólk í Føroyum og hesi viðurskifti eru heilt annað mál, ið verður regulerað í
altjóða sáttmálum).
Fyri arbeiðs- og uppihaldsloyvi verður loyvið givið fyri eitt ár í senn – og síðani kann
søkjast um varðandi uppihaldsloyvi, tá 5 ár eru liðin.
Hetta eru einføld og rímiliga skilagóð krøv, sum væl ber til at fyrisita og umsita
rættartrygt.
Høvuðstrupulleikin í málsgongd og ógreiðari ábyrgd
Trupulleikin hevur ligið í eini frumskógarkendari fyrisiting, har danskir myndugleikar
taka avgerðirnar eftir tilmælum úr landsstýrinum og gjøgnum samskifti við donsku
løgregluna í Føroyum. Ongin tykist hava yvirskipaðu ábyrgdina og allir partar hava
stórar trupulleikar av fløktu mannagongdini.
Hetta hevur elvt til, at fólk hava bíðað í mánaðir og upp í ár eftir svari. Eisini hóast øll
viðurskifti eru í lagi. Onkuntíð kann onkur smávegis upplýsing resta í ella detta
niðurímillum og øll tykjast bíða eftir hvørjum øðrum.
Til dømis skal eisini søkjast av nýggjum, um útlendingur skal skifta arbeiðsgevara.
Enntá hava vit fleiri dømi um, at eitt virki hevur skift eigarar, og tá skal eisini søkjast
og bíðast í fleiri mánaðir, meðan útlendingurin ikki sleppur at arbeiða, hóast tørvur er
á tí.
Ógreiða ábyrgdarbýtið og fløkta málsgongdin ger eisini, at ongin hevur ábyrgdina av
at upplýsa og kunna útlendingar í Føroyum um teirra rættindi og skyldur.
Hvussu skipa vit okkum?
Við eini føroyskari umsiting, sum arbeiðir skjótt og væl, ber til at loysa henda
trupulleikan. Málsgongdin verður stytt beinanvegin og til ber at hava skráseting og
eftirlit á einum staði, so vit støðugt hava dagførd yvirlit á støðuni.
Við at hava ábyrgdina sjálvi, kunnu vit skipa kunning, upplýsing og tilboð til
útlendingar, ið fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi, í samstarvi við tær kommunur, har
fólkini hava bústað og arbeiða ella lesa.
Við at hava ábyrgdina og eftirlitið hjá føroyskum myndugleikum, fáa vit eisini
møguleikan at greiða tørvin á skúlatilboðum, dagstovnum, mentanar- og
trivnaðartilboðum, ið útlendingar, sum eru í longri tíðarskeið, hava tørv á.
Lógarbroytingar, ið skulu fremjast
Tørvur er sjálvsagt eisini á at gera nakrar neyðugar tillagingar í lógini beinanvegin og
at seta okkum munandi dyggari krøv viðvíkjandi samansjóðing (integrasjón) hjá
útlendsku arbeiðsmegini.
Í stuttum er neyðugt í útlendingalógini at skilja ímillum tveir ymiskar bólkar av
útlendingum, ið kunnu fáa uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum:
Útlendingar, ið koma til Føroya at loysa ávísar tíðaravmarkaðar arbeiðsuppgávur,
og sum ikki í útgangsstøðinum ætla sær at seta búgv í Føroyum í longri tíðarskeið:
– Her kunnu vit víðka ta sonevndu “montør-regluna” í galdandi lóg og geva
møguleika fyri arbeiðs- og uppihaldsloyvi í tildømis 1-6 mánaðar eftir staðfestum og
váttaðum tørvi.
– Vit hava fordømi við teirri skipan, ið avtalað varð, tá oljuleitingarnar byrjaðu,
og bólkar av arbeiðsfólki fingu loyvi, har arbeiðsgevarin tryggjaði mótvegis
myndugleikum og løgreglu, at allar upplýsingar vóru rættar og krøvini uppfylt.
– Og vit hava gjørt umsitingarligar avtalur um smidligar skipanir fyri læknar,
ítróttarfólk, granskarar og tílík, ið arbeiða her í styttri og skiftandi tíðarskeið.
Útlendingar, ið koma til Føroya og seta búgv í longri tíðarskeið og møguliga vilja
søkja um varandi uppihaldsloyvi:
– Her krevjast atlit til familjur og familjusamanføringarreglur.
– Her ræður um at hava upplýsing og kunning um rættindi og skyldur.
– Her krevjast tilboð um undirvísing og onnur skeið í samstarvi við
kommunurnar.
– Og her liggur ábyrgdin hjá okkum fyri samansjóðingarátøkum.
Óheft málsviðgerð og kærumøguleikar
Málsviðgerðin og fyrisitingin eiga at skipast í eina sjálvstøðuga fyrisiting (direktorat),
leyst frá landsstýrismanni. Kærunevnd eigur at skipast undir Føroya Kærustovni.
Tað er sjálvsagt krav, at útlendingar verða settir eftir føroyskum sáttmálum, og at
útlendingar, ið ætla at verða longri tíðarskeið í Føroyum, eiga rættindi og skyldur í
føroyska samfelagnum á jøvnum føti við til dømis norðurlendskar ríkisborgarar í
Føroyum.
Persóns-, familju- og arvarættur:
Í høvuðsheitum verður alt tað týdningarmikla økið, sum hevur við sivil rættindi
borgaranna – persóns-, familju- og arvarættur – í dag umsitið á Ríkisumboðnum.
Lóggávan er í flestu førum gomul, donsk lóggáva og gongur í fleiri førum 60-70 ár
aftur í tíðina.
Í grundlógaruppskotinum verða grundleggjandi sivil rættindi og borgararættindi ásett.
Men bæði lóggávan og fyrisitingin av persóns-, familju- og arvarætti eru avgerandi
fyri frælsi og rættartrygd hjá borgarunum.
Eisini eru hesi rættindi avgerandi fyri:
– Hvussu flytførið er hjá føroyingum, tí rættindi skulu tryggjast, tá flutt verður í
onnur lond.
– Rættindini hjá fólki, ið flyta til Føroya
Samráðingarbólkurin hevur lýst allar teir týdningarmiklu spurningarnar og
lógarverkið á økinum, og hevur skotið upp, hvussu málini verða fyrisitin undir
føroyskum ræði, lóggáva dagførd – og hevur mett um kostnaðin.
Høvuðsmálini á málsøkinum
Í høvuðsheitum er talan um hesi mál:
– Hjúnaband og hjúnaskilnaður
– Arvalóggáva og deyðsbúgvaskifti
– Forsyrgjaraskyldur
– Hjúnaskilnaður og deyði í útlondum
– Barnapeningur
– Hjúnapeningur
– Rættur til samveru
– Foreldramyndugleiki
– Ómynduggering og verjar hjá ómyndugum
– Hjúnaavtalur
– Faðirskapsmál
– Ættleiðingarmál
– Fosturtøka og sterilisasjón
– Kærurættindi
Tilmæli um føroyska lóggávu og fyrisiting
– At persóns-, familju- og arvarættur verður skipaður undir føroyskum løgmálaráði í
einum sjálvstøðugum stýri
– At kærumyndugleiki verður skipaður undir Føroya Kærustovni
– At øll lóggáva verður dagførd sambært fremstu altjóða krøvum, at lóggávan í
Føroyum verður meinlík norðurlendsku lóggávunum og at vit binda okkum til
noðrulendsku avtalurnar á økinum
Samráðingarnevndin vísir til teir týdningarmestu altjóða sáttmálarnar og avtalurnar, ið
Føroyar eiga at binda seg til og fylgja:
Norðurlendskir sáttmálar og avtalur um:
– Hjúnaband
– Hjúnapening
– Um arv og deyðsbúgvarskifti
– Lóg um viðurkenning av norðurlendskum faðirskapsmálum
– Lóg um viðurkenning og at fremja norðurlendskar avtalur um privatrættarlig
krøv
Aðrir altjóða sáttmálar:
– ES-dómssáttmálin um privatrættarkrøv
– Lugano-sáttmálin um at viðurkenna privatrættarlig krøv
– ST- sáttmálin um barnarættindi
– Haag-sáttmálin um at viðurkenna sundurskilnað og hjúnaskilnað
– Haag-sáttmálin um at viðurkenna avgerðir um hjúnapening
– Haag-sáttmálin um at viðurkenna og fremja avgerðir um barnapening og
forsyrgjaraskyldu
– ST-sáttmálin um at taka inn hjúnapening
– Evroparáðs-sáttmálin um at viðurkenna og fremja avgerðir um
foreldramyndugleika
– Haag-sáttmálin um sivilrættarligu avleiðingarnar av barnaburturflyting
– Haag-sáttmálin um at verja børn og samstarv um altjóða ættleiðing
– Evroparáðs-sáttmálin um at ættleiða børn
– Haag-sáttmálin um lógarósemjur um testament
– Evropeiski Mannarættindarsáttmálin (grein 8 og grein 12).
Kostnaður at fyrisita persóns-, familju- og arvarætt
Lønarútreiðslur
Rakstur
Útreiðslur tils.
Løgmálaráðið
640.000
130.000
770.000
Stýrið
2.000.000
400.000
2.400.000
Føroya Kærustovnur
360.000
70.000
430.000
Tils.
3.000.000
600.000
3.600.000
Føroyskur lestrarstuðul til øll
Í einum frælsum Føroyum gjalda vit lestrarstuðul til øll føroysk lesandi.
Sambært áliti, ið Føroya landsstýri gjørdi í 2001, verður økti kostnaðurin av hesum
áleið 60 mió. kr. árliga við at víðka verandi føroysku stuðulsskipanina til at fevna um
øll føroysk lesandi.
Hetta fer samstundis at geva okkum stórar fyrimunir og betri samband og tilknýti
millum føroysk lesandi uttanlands og føroyska samfelagið.
Føroyingar fáa gjøgnum norðurlendskar avtalur og gjøgnum EBS-sáttmálan sum
sjálvstøðugt land fría atgongd til útbúgving kring heimin.
Gjøgnum Altjóða Skrivstovuna og Fróðskaparsetrið fer at bera til hjá føroyskum
lesandi at fara beinleiðis út í heim og seta sær saman eina útbúgving á ymsum
lærustovnum, har partar eisini verða tiknir í Føroyum.
Arbeiðsbólkurin, ið skrivaði álitið og uppskotið til føroyska lestrarstuðulsskipan,
mælir til at byggja á føroysku stuðulsskipanina:
”Nevndin metir ikki, at tað eru nakrir ríkisrættarligir trupulleikar við at víðka
føroysku stuðulsskipanina til allar føroyingar uttanlands, um víðkanin verður framd
saman við fullveldistøkuni. Um Landsstýrið ætlar at víðka skipanina áðrenn
fullveldistøkuna, er hetta eisini gjørligt, men tá má rætturin til stuðul verða treytaður
av øðrum viðurskiftum enn etniskum, av tí at vit ikki hava ein føroyskan
ríkisborgararætt. Hetta merkir, at um stuðulsskipanin verður víðkað áðrenn
fullveldistøkuna, verður neyðugt í føroysku lóggávuni at seta treytir fyri, hvørji
lesandi uttanlands eru stuðulsheimilað at fáa útbúgvingarstuðul úr Føroyum.”
IV. Mál undir føroyskt ræði
Rættarskipan og løgregla v.m.
Helst týdningarmesta málið fyri einar frælsar Føroyar er at skipa egna rættarskipan
løgreglu, ákæruvald og aðrar tilhoyrandi stovnar, sum kunnu skapa álit á og betra um
rættartrygdina.
Samráðingarnar millum donsk og føroysk embætisfólk um hetta vóru lidnar við
ársenda 2003.
Høvuðstættirnir og aðalmálini í tilmælunum og frágreiðingunum eru hesi:
– Løgregla, ákæruvald, rættarskipan, kriminalforsorg v.m. verða skipað undir
føroyskum Løgmálaráði.
– Óheft dómaratilnevningarráð verður sett á stovn.
– Óheftur myndugleiki játtar fría rættarprosess
– Kærumyndugleiki fyri løgreglu verður skipaður.
– Føroyska rættarskipanin verður skipað í tveimum stigum: Føroya Rættur og
Landsrætturin.
– Dómararútbúgving, eftirútbúgving og útbúgvingarleið fyri dómarafulltrúár verður
skipað í samstarvi við Fróðskaparsetrið, lærustovnar uttanlands og við skipaðari
starvsvenjing í Danmark og øðrum Norðurlondum/grannalondum.
– Tænastur og serfrøði verða keyptar til føroysku rættarskipanina og løgregluna í eini
skiftistíð og frameftir í størri kanningar- og brotsmálum.
– Føroyar binda seg til altjóða sáttmálar um rættarsamstarv og revsimál og til altjóða
sáttmálar um løgreglusamstarv
– Fongsulsverk verður skipað í Føroyum.
– Føroyskur landssakførari verður settur á stovn
– Rættargangslógin fyri Føroyar verður dagførd.
Altjóða reglur og eftirlit
Frágreiðingin viðger gjølla spurningar um gegnisreglur og rættartrygd, ið kunnu skapa
álit á føroysku rættarskipanina og stovnum undir henni.
Tað er uttan iva hetta, ið flestu føroyingar leggja dent á, tá teir skulu taka støðu til
føroyskt sjálvræði.
Eitt av aðalmálunum hjá Tjóðveldinum er at bøta um rættartrygdina og tryggja
avleiðingar og opinleika hjá øllum myndugleikum í Føroyum.
Eftir okkara tykki er ein høvuðslykil til støðugt at skapa álit á eina føroyska
rættarskipan og løgverju, at vit fylgja fremstu altjóða krøvum og lata altjóða stovnar
støðugt eftirmeta og gera niðurstøður um rættartrygdina og rættardygdina í Føroyum.
Tí eigur tað at verða eitt krav til okkara rættarskipan og rættarreglur, at vit regluliga
verða eftirmett og standa til svars mótvegis Evropeiska mannarættindarsáttmálanum
og mannarættindardómstólinum, umframt øðrum altjóða rættarstovnum.
Kostnaður av at skipa føroyska rættarskipan, løgreglu v.m.
Samráðingarnevndin um rættarskipan, løgreglu v.m hevur mett soleiðis um kostnaðin:
Løgregla og ákæruvald:
Lønarútreiðslur
Rakstur
Útreiðslur tils.
Løgmálaráðið
1.487.500
297,500
1.785.000
Ákærumyndugleikin
1.530.000
306.000
1.836.000
Løgregla og fúti
49.806.190
9.961.238
59.767.482
Fongsulsverk og kriminalforsorg
Lønarútreiðslur
Verandi varðhaldið og deild: uml. 5.040.000
Væntaðar øktar lønarútreiðslur: 725.000
Rakstur
Rakstur fyri varðhald: 946.500
Rakstur fyri deild: uml. 230.000
Útreiðslur tilsamans: uml. 6.941.500
Rættarskipan v.m:
Føroya Rættur 7.600.000 kr.
Landsrættur Føroya 5.340.000 kr.
Serligur kærurættur og Dómaratilnevningarráð 100.000 kr.
Løgmálaráðið 425.000 kr.
Mettar nettoútreiðslur tils. 13.465.000 kr.
Mettar útreiðslur tilsamans fyri rættarskipan, løgreglu, v.m.
Til tess at binda um heilan fingur er ikki roknað við øktum inntøkum í rættarskipanini
av bótum, rættargjøldum o.ø., umframt inntøkurnar av tinglýsing v.m.
Tó er lítil ivi um, at rættarskipanin sum heild við fútarætti, skiftirætti, tinglýsing o.ø.
kann hvíla í sær sjálvum.
Men her verða netto útreiðslurnar mettar høgt til tess at leggja upp fyri útbúgving
eftirútbúgving, betringum v.m.
Tølini fyri løgreglu, ákæruvald, kriminalforsorg o.a. eru frá 2002, og tí verður samlaði
kostnaðurin í dag mettur til:
70 mió. kr. árliga
Kostnaðurin fyri rættarskipan og umsiting verður mettur til tilsamans í dag:
17 mió. kr. árliga.
Tilsamans: 87 mió. kr. árliga.
Fíggjarviðurskifti, gjaldoyra v.m.
Fíggjarmálaráðið hevur samráðst við danskar myndugleikar um at taka ræði á
føroyskum fíggjarætti, peningamálum og gjaldoyraviðurskiftum.
Skotið verður upp:
– At skipa eitt føroyskt fíggjarleftirlit og at dagføra alla føroyska lóggávu á
fíggjarøkinum sambært hægstu altjóða krøvum. Mettur kostnaður: 5 mió. kr.
– At innskjótaratrygdarskipan fyri føroysku peningastovnarnar verður skipað í
samstarvi við altjóða innskjótaratrygdarskipanir.
Viðvíkjandi gjaldoyraspurninginum er neyðugt, at Landsbanki Føroya átekur sær
skyldurnar, sum danski Tjóðbankin hevur í dag, og at Føroyar binda seg til at fylgja
altjóða krøvum í gjaldoyra- og peningapolitikki.
Føroyar binda seg til eitt støðugt gjaldoyra, og mest upplagda er, at Føroyar nýta
Evruna sum gjaldoyra og gera eina avtalu við Evropeiska Tjóðbankan um hetta.
Ríkisborgararættindi føroyinga
Drúgvar frágreiðingar eru skrivaðar av donskum og føroyskum myndugleikum um at
skipa føroyskan ríkisborgararætt og um, hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri rættindi
føroyinga í Danmark og øðrum londum.
Betri rættindi uttanlands sum føroyskir ríkisborgarar
Samanumtikið kann staðfestast, at føroyskir ríkisborgarar missa ongi rættindi
uttanlands í mun til støðuna í dag, um vit gerast partur av øllum norðurlendskum
sáttmálum og av EBS-sáttmálanum.
Sum norðurlendskir borgarar og EBS-borgarar (eins og norðmenn og íslendingar)
hava vit full sosial, persónlig og vinnulig rættindi í Norðurlondum og í ES.
Tey rættindini eru nevniliga ikki tengd at tjóðskapi, men av, hvar tú hevur bústað.
Í fleiri førum fáa føroyingar sum sjálvstøðugir ríkisborgarar betri rættindi í Danmark,
Norðurlondum og Evropa gjøgnum norðurlendsku avtalurnar og EBS-avtalurnar.
Hetta er tildømis galdandi, tá ræður um pensjónsuppsparing, rættindi til
sjúkraviðgerð, arbeiðsloyvi, vinnurættindi, útbúgvingarrættindi o.a., har vit kunnu fara
beinleiðis úr Føroyum til onnur lond.
Tvey undantøk:
Í mun til støðuna sum danskir ríkisborgarar í dag eru bert tvey øki, har støðan verður
broytt:
1. Møguleikin at fáa danskan útbúgvingarstuðul
– Hetta verður sjálvsagt loyst við at skipa føroyskan útbúgvingarstuðul
2. Kravið um at skipsførarar í danska handilsflotanum skulu vera danskir ríkisborgarar
– Hetta málið var á borðinum undir samráðingunum við donsku stjórnina í ár 2000 og
komu greið boð um – eftir ynski frá størri donskum reiðaríum – at tey vilja broyta
reglurnar soleiðis, at føroyingar framvegis kunnu føra skip í danska flotanum.
Onnur ofta reist ivamál
Støðugt verða reist ivamál um ávís viðurskifti hjá føroyingum, ið fólk halda eru tengd
at donksum ríkisborgaraskapi. Talan er tó um misskiljingar:
Krígspensjón úr Danmark – er skylda, sum danski statrurin hevur mótvegis
einstaklingum í Føroyum, og hetta ávirkast ikki av broytingum í ríkisrættarligu
støðuni.
Eftirlønir úr donskum pensjónskassum – ávirkast heldur ikki, tí her er talan um
privatrættarlig viðurskifti, ið ikki eru tengd at tjóðskapi og ríkisborgararætti.
Føroyafrádráttur í Danmark – er ein skattaavtala millum Føroyar og Danmark, sum
eitt nú Ísland eisini hevur, og ávirkast ikki av føroyskum ríkisborgarrætti.
DIS-skipanin hjá sjófólki – ríkisborgararættur ávirkar ikki støðuna, men er tengd at tí
reiðaríi, tú siglur við.
Hvat er ein føroyskur ríkisborgaraskapur?
Ein føroyskur ríkisborgararættur verður bygdur á antin:
– uppruna
– ella á uppihald og tilknýti til Føroyar yvir tíð
Tískil er uppskot okkara, at fólk vinna sær rætt føroyskan ríkisborgararætt eftir hesum
treytum:
a. Eru fødd í Føroyum
b. Annað av foreldrunum hevur føroyskan ríkisborgararætt
c. Hava búð í Føroyum samanhangandi í 7 ár, eftir at tey eru vorðin myndug
d. Hava búð í Føroyum í 7 ár tilsamans, áðrenn tey eru voðrin myndug
e. Annars eftir umsókn, har dentur kann leggjast á serlig viðurskifti og tilknýti
VI. Samráðingar við donsku stjórnina um samstarv og føroyskt sjálvræði
Við heimild í egnari grundlóg, sjálvberandi búskapi og fyrireikingunum, verða
samráðingar tiknar upp við Danmark um ein samstarvssáttmála og eina avtalu um at
fráboða viðurkenning av einum sjálvstøðugum Føroyum.
Sáttmálin verður lagdur til fólkaatkvøðu.
SKJØL: GJØRDAR FRÁGREIÐINGAR
– Uppskot um búskapargrunn
– Útlendingapolitikkur
– Pers., familju og arvarættur
– Lestrarstuðul
– Løgregla og rættarskipan
Á Løgtingi, 1. mars 2011
Heini O. Heinesen Bjørt Samuelsen Høgni Karsten Hoydal
Annita á Fríðriksmørk Sjúrður Skaale Hergeir Nielsen
Bergtóra Høgnadóttir Joensen Tórbjørn Jacobsen