Lýsing

Tað er tí vit búgva her

–          50 mió. beinanvegin til mentan og mál og list

 

Tað er eitt dagligt bragd, at meira enn 42 ættarlið hava skapað tjóð í hesum landi. Egið mál, mentan og list. Mentan og list eru grundarlagið undir okkara samfelag og samleika og menning. Tað er tí vit búgva og liva her.

 

Tjóðveldi hevur í síni valskrá sjálvsagt brúkt drúgva tíð til mentan og mál og list. Vit mugu og skulu gera veruligar satsingar á mentanar- og listaøkinum – og fyri at menna føroyskt mál. Í fyrsta umfari skulu 50 mió. setast av eyka.

 

Millum ítøkiligu málini eru hesi:

 

§  Mentanar- og listaráð Føroya verður sett á stovn at umsita og samskipa allar stuðuls­játtanir innan mentanarøkið og ráðgeva politiska myndugleikanum.

§  Játtanir til mentan og list verða munandi øktar, harímillum játtanir til tónleikagrunn, týð­ara­grunn, miðla­grunn og filmsgrunn.

§  Tónleikaútflutningsstovan verður styrkt.

§  Øll børn, sum ynskja tað, skulu hava møguleikan at vera tikin upp á Musikkskúlanum.

§  Listafólki verða tryggjað skipað starvs-, løn­ar- og eftirlønarviðurskifti, og yrkistafólki skulu hava møguleikan at hava sam­an­sett størv, so tey lutvíst undirvísa og lutvíst eru virkandi listafólk.

§  Ein skipan lík musikkskúlaskipanini skal gerast fyri aðra list: Myndlist, ritlist, sjónleik, film, dans og skapandi list sum heild.

§  Vit skulu styrkja føroyska dansin í skúla og undirvísing sum heild.

§  Vit skulu orða ein politikk fyri arkitektur og styrkja byggilistina.

§  Styrkja søvnini og mentan­ar­virk­semið sum heild – harundir bókasøvnini.

§  Tjóðleikhús Føroya verður bygt beinanvegin, og Tjóðpallur Føroya fær styrkt fíggjarligt grundarlag.

§  Ítrótturin skal hava styrkt fíggjarligt grundarlag. Bæði til at fáa fleiri við, styrkja breiddina og til altjóða luttøku og arbeiði.

§  Kringvarpið og privatir miðlar skulu styrkjast til tess at tryggja fólkaræðið og kritiska viðgerð av valdinum.

 

Føroyar á føroyskum

Tað krevst dagligt stríð at menna okkara mál. Politiskt hava vit í mong ár verið dølsk og ikki framt miðvísan málpolitikk:

–        At alt undirvísingartilfar í fólkaskúla og miðnámi skal vera dygdargott og tíðarhóskandi føroyskt tilfar.

–       At fleirfalda útboðið av føroyskum barna- og ungdómstilfari í miðlunum (serliga teim talgildu) – í livandi myndum, spølum, v.m.

–        At føroyskt kann veljast sum brúkaramál á týdningarmestu talgildu pallunum

–        At Kringvarpið sendir alt sjónvarps- og talgilgt tilfar á føroyskum ella við føroyskaðum grundarlag

–       At føroyskur tekstur er ein valmøguleiki á stroymingartænastum, Google o.s.fr.

–       At fleirfalda stuðulin til føroyskar bókmentir og aðra list og mentan á føroyskum.

 

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad