Lýsing

Uppskot um, at Føroyar søkja sjálvstøðugan limaskap í WTO

Løgtingsmál nr. 138/2011: Uppskot til samtyktar um, at Føroyar søkja sjálvstøðugan
limaskap í World Trade Organization (WTO)
 

• Løgtingið staðfestir, at tað er alneyðugt fyri føroyskar myndugleikar og føroyska vinnu, at
Føroyar hava egna umboðan og heimildir í altjóða felagsskapinum fyri heimshandil,
WTO, og at Føroyar hava sjálvstøðugan rætt at kæra handilsforðingar sambært
kæruskipanini hjá WTO.

• Løgtingið samtykkir, at Føroyar søkja um sjálvstøðugan limaskap í World Trade
Organization (WTO) og heitir á landsstýrið um beinanvegin at taka politisku og
umsitingarligu stigini, gera kravdar fyrireikingar og at avgreiða umsóknina uttan
óneyðugan dvøl

Viðmerkingar
Tað hevur leingi staðið greitt, at uttanríkispolitiska og altjóða handilspolitiska støða Føroya
als ikki er nøktandi, og at vit vera at taka sjálvstøðugan lut á heimsins pallum og gera egnar
avtalur við heimsins lond og felagsskapir til tess at mennast sum land og tjóð.
Seinasta dømið er ósemjan um makrelbýtið í Norðurhøvum, har Danmark, ið formliga sigur
seg umboða Føroyar í uttanríkismálum, er mótpartur Føroya og umvegis ES ætlar at
samtykkja heimildir til at seta handilspolitisk revistiltøk í verk móti Føroyum.

Hesi tiltøk eru sambært føroyskum serfrøðingum í altjóða rætti ólóglig, og tískil áttu tey at
verðið kærd til altjóða felagsskapin fyri heimshandil WTO. Men Danmark umboðar Føroyar í
WTO og skuldi tískil kært seg sjálvan. Eitt týðiligt dømi um, hvussu rangvørg og vitleys
støðan er, tá ið á stendur, og at vit eiga sjálvsagt at røkja okkara egnu áhugamál í heimshøpi.
Onnur dømi eru um forðingar, ið kunnu hava stóran týdning fyri føroyskt vinnulív og
føroyskan búskap, og har vit ikki hava amboðini at kæra revsitiltøk. Til dømis tá føroyska
alivinnan verður hótt av revsitiltøkum frá ES sambandi við ákærur um prísdumping á aldum
fiski – ofta í beinleiðis samanhangi við ákærur mótvegis Noregi. Talan er um tiltøk hjá ES at
verja egnar framleiðarar, og kunnu tey tí kærast til WTO. Men eisini her situr tað limalandið,
sum skal umboða okkum, ES-megin borðið og fer sjálvsagt ikki at reisa mál mótvegis sær
sjálvum.

Okkara grundleggjandi áhugamál verða ikki røkt – og enntá verður arbeitt beinleiðis ímóti
teimum. Her eigur tískil ikki at drálast frá føroyskum myndugleikum. Vit eiga at søkja egnan
limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO.

Søgan og støðan hjá WTO
Altjóða felagsskapurin fyri heimshandil – World Trade Organization (WTO) – hevur vunnið
alt størri týdning fyri at skipa handils- og vinnureglur um allan heim. Felagsskapurin er so at
siga ein støðug víðkan av tí gamla felagsskapinum fyri toll- og avgjaldsreglur GATT
(General Agreement on Tariffs and Trade), og er bygdur á eina røð av skjølum og skipanum.
Hesi hava á pappírinum til endamáls at taka burtur handilsforðingar og skipa somu reglur fyri
fríhandli millum heimsins lond – og ein kæruskipan er somuleiðis skipað, har lond kunnu
kæra onnur fyri brot á sáttmálar og reglur.

Tó er WTO eisini ímyndin av tí standandi stríði millum tey sonevndu ídnaðarlondini (t.e. tey
gomlu heimsveldini og ríku londini) mótvegis menningarlondum, har tað enn ikki hevur
eydnast at fáa semjur um munandi átøk, ið kunnu skapa veruligar broytingar og fríhandil fyri
øll heimsins lond. Stutt sagt, eru framvegis nógvar forðingar, har tey ríku londini og ríku
heimspartarnir verja sínar egnu marknaðir og vinnur við beinleiðis og óbeinleiðis
handilsforðingum. (Tað er í roynd og veru sama gongd, ið vit merkja sviðan av í Føroyum, tá
sterkir leikarar sum ES, ið siga seg vera fyri fríhandli, í veruleikanum byggja sterkar
verjugarðar um egna framleiðslu og vinnu.)

Kortini er WTO karmurin og vígvøllurin, har týdningarmestu avgerðirnar verða viðgjørdar og
settar í verk. Og flestu lond í heiminum viðurkenna og stremba eftir at gerast limir í
felagsskapinum. Í løtuni eru 153 lond limir, og nógv eru á veg at gerast limir.

Í 2011 hava limalondini samtykt, at Russland, Samoa, Vanuatu og Montenegro skulu hava
limaskap, og tey hava so eftir samráðingar bundið seg til at seta eina røð av sáttmálum og
reglum í verk innan ávísa tíð. Eitt nú kemur russiski limaskapurin at fáa formligt gildi í juli í
ár.

26 onnur lond eru í samráðingum um limaskap í løtuni.

Føroyar hava rætt til sjálvstøðugan limaskap
WTO hevur sum ein av teimum fáu heimsfelagsskapunum í sínum ásetingum, at bæði
sjálvstøðug ríkir og sjálvstøðug tollumveldi kunnu gerast limir við at ganga undir treytirnar
og sáttmálarnar, sum eru karmurin um WTO. Felagsskapurin orðar tað soleiðis:
 

“Any state or customs territory having full autonomy in the conduct of its trade policies may
join (“accede to”) the WTO, but WTO members must agree on the terms.”

Tað krevst altso, at myndugleikarnir, ið søkja, hava fult ræði á sínum handilspolitsku
viðurskiftum. Og síðani verða samráðingar um treytir og tíðarfreistir, har at enda øll
limalondini skulu samtykkja at taka upp nýggja limalandið.

Hesar treytir lúka Føroyar við tí uppískoyti, at málsøkið, ið eitur “ídnaðarligur
hugverksrættur” (patentlóggáva) verður tikið undir føroyskt málsræði. Møgulig onnur
málsøki, kunnu eisini hugsast at krevjast undir føroyskt málsræði, og hetta fer ein ítøkilig
umsókn og samráðing við WTO at fáa endaliga greiði á.

Føroyar eru í dag fevndar av danska limaskpinum í WTO, og tískil skuldi verið rímiliga
einfalt at víst á mótvegis WTO, at lógir og reglur í Føroyum ikki krevja stórvegis tillaging.

Støðan hjá undanfarna landsstýri
Í 2010 legði táverandi landsstýri eina frágreiðing um uttanríksipolitikk Føroya fyri Løgtingið.
Tá varð hetta sagt um WTO og støðu Føroya:

“Sáttmálin, ið setir WTO á stovn, er í grundregluni handilspolitiska grundlóg heimsins og
tískil karmurin um alheimsgerð, heruppií handilssamvinnu millum lond í altjóða høpi. Skulu
føroyskar fyritøkur standa seg í kappingini við fyritøkur í øðrum londum, er greitt, at tørvur
er á fyrireiking og tillaging til skiftandi umstøðurnar. Sum gongdin er í heimshandlinum í
dag, skulu Føroyar taka ein virknari lut í hesum altjóða ráki.

Føroyar hava verið fevndar av danska limaskapinum í WTO síðan 1995. Tað merkir, at
altjóða ásetingar, sum eru gjørdar í WTO, eisini fevna um Føroyar. Stovningarsáttmálin hjá
WTO loyvir fullveldisríkjum og sjálvstøðugum tollumveldum at gerast limir. Føroyar eru eitt
tílíkt umveldi.

Tað er ikki vandaleyst, at Føroyar ikki eru sjálvstøðugir limir, tí støða Danmarkar er í flestu
førum lagað til støðuna hjá ES, tá ið mál verða viðgjørd í WTO. Sostatt er tað í roynd og veru
ES, sum umboðar Føroyar í WTO, og eru áhugamálini hjá Føroyum og ES ikki altíð tey
somu.

Landsstýrið virkar fyri sjálvstøðugum føroyskum limaskapi í WTO. Einstakar yvirtøkur skulu
fremjast, fyrrenn til ber at søkja um sjálvstøðugan limaskap. Somuleiðis skal greiða fáast á
ávísum løgfrøðiligum viðurskiftum millum Føroyar og Danmark, áðrenn til ber at sleppa upp
í part.

Tað kann taka drúgva tíð at gerast limur í WTO, og í miðal tekur tað einum landi seks ár at
gerast limur. Tó er møguligt, at ein føroysk umsókn um limaskap kann avgreiðast skjótari enn
vanligt, eftirsum Føroyar longu eru fevndar av limaskapi Danmarkar. Til tess at røkka hesum
máli er einans neyðugt hjá donskum myndugleikum at gera eina yvirlýsing um, at Føroyar
sum tollumveldi yvirtaka tann partin av danska limaskapinum, ið fevnir um føroyska
umveldið.”

Grundarlag fyri semju á Løgtingi
Við hesum uppskoti – og áleikandi hóttanunum um revsitiltøk frá Danmark og ES í
makrelmálinum – verður vónandi eitt samt Løgting, ið kann staðfesta tørvin og samtykkja, at
Føroyar søkja um sjálvstøðugan limaskap í WTO.

Tilfar um WTO og mannagongdirnar í sambandi við umsóknir um limaskap, eru at finna á
hesari leinkju.

http://www.wto.org/english/docs_e/legal_e/ursum_e.htm#Understanding
Á Løgtingi, 22. februar 2012

Høgni Hoydal Sirið Stenberg Páll á Reynatúgvu
Bjørt Samuelsen Gunvør Balle Kristina Háfoss

Deil hesa grein umvegis
468 ad