Lýsing

Málið um málið í málið.

Eitt barn søkir samband við umheimin. Tey rundanum svara og vísa áhuga. Barnið grætur, tá okkurt er, fær nøktað tørvin og síðani koma ljóð, ið boða frá nøgdsemi. Verðin er ein bók, og málið verður varliga ment. Tað hoyrir og sær, hvussu tey rundanum tosa, flenna, syngja og siga ljóð, meðan anlitsbrøgdini undirstrika, hvat er á vási. Hetta er umráðandi tíðin, har málið spakuliga birtist innan í teimum. Barnið roynir síðani at tosa. Eitt orð, ein setningur, og ein dagin, fær tað ikki afturhald.

Ymsu ástøðini, hava ymsar fatanir og meiningar um hvat mál, máltilognan og málmenning er, men tey eru øll samd um, at eitt barn skal hava møguleikan, at menna málið so mikið, at tað klárar seg í lívinum, tí tað skapar gróðrarbotn og møguleika fyri at trívast, luttaka í sosialum felagsskapum, at seta orð á upplivingar, siga frá kenslum og meiningum og gevur barninum atgongd til, at verða partur av okkara fólkaræði og í skúlanum læra at lesa, skriva og seinni betri at skilja, hvat tað lesur.

Tøkniliga menningin hevur koyrt 260 km. um tíman, í einum flottum, glinsandi og nýbonaðum reyðum rasarabili. Ímeðan, hava vit sitið sovið á einari rustaðari trýhjólaðari súklu, ið ríkir, knakar og treingir til at verða smurd. Tað gekk for skjótt.

Meðan vit lósu Portalin á okkara smørtu telefon, gloymdu vit, at børn ikki hoyrdu móðurmálið nóg nógv. Spennandi og innbjóðandi skíggin, við litríkum livandi myndum, stuttligum ljóðum og fjasutum teknifilmsljóðum á enskum, donskum ella volapykk, yvirhálaði okkum so dyggiliga.

Ávirkanin er risastór. Tað hoyrist. Væl, væl at merkja. Børn og ung leita oftari eftir orðum. Vanlig orð og bendingarsnið eru farin framvið, og ístaðin fyri at siga ‘omma mín elskar kleynur’, siga tey ‘mín omma elskar kleynur’. Tað er vanligt.

Eitt greitt mál skal setast. Vit skulu ikki suffa og hugsa, at tað er ov seint. Lat okkum heldur hirsa eina væl uppbygda, gjøgnumhugsaða, gjølliga og royndskygda málpolitiska ætlan í málmenningarsekkin. Ikki dvølja, men leggja doyðin á, at møta børnunum har tey eru, fáa føroyskt inn á stroymingartænastur, barna-og ungdómstilfar á ymsu miðlarnar og støðugt fáa til vega undirvísingartilfar.

Ein dreymur, eg sjálv havi havt leingi, er at gera eitt fullfíggjað yvirlit av øllum føroyskum barnatilfari, bólkað í bøkur, sendingar, sangir og so framvegis. Soleiðis ber til at finna útav, hvat vit í grundini eiga, tí tað er ikki so lítið.

Okkara mál, má handfarast við virðing. Við at virða málið, virða vit børnini, okkara land og verða sostatt ein fyrimynd. Tað má byrja við okkum.

Jensina Olsen, valevni fyri Tjóðveldi

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad