Uppskot til eykajáttan til mentan og list
Løgtingsmál nr. 139/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012-1
§ 7. Mentamál
A. Yvirlit
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 500 500 –
Løgu ætlan – – –
Mentan 500 –
7.24.2. Skapandi og útinnandi 500 –
B. Játtanir
Útr. Innt.
– Tús. kr. –
7.24.2. Skapandi og útinnandi virksemi
24.2.04. Mentanargrunnurin (Stuðulsj.) J: 6.412 –
EYJ: 500 –
Viðmerkingar:
Filmslistin hevur av álvara tikið seg upp sum ein vaksandi listagrein í Føroyum seinastu
árini. Nýliga eru tvey av okkara ungu gávuríku filmslistafólkum heiðraði við peningagávu
fyri teirra avrik á hesum øki, og vit vita, at fleiri føroyingar eru undir útbúgving innan
filmslist. Eingin ivi er um, at vit her hava eina listagrein, sum hevur góðar møguleikar at
røkka út í heim og gerast enn ein týdningarmikil táttur í okkara mentanarlívi.
Ein fortreyt fyri, at henda listagrein kann fáa fótin fyri seg, er, at møguleiki er fyri at søkja
stuðul til filmsgerð. Tað vísir seg at vera torført hjá filmslistini at fáa stuðul úr Mentanargrunninum,
tí har eru longu nógv um trogið.
Fólk, ið fáast við filmslist og mentan eru á einum máli um, at rættast er at hava ein filmsgrunn
burturav. Tí verður skotið upp at skipa eina undirkonto undir Mentanargrunni
Landsins, ið fær 500.000 kr. til føroyska filmslist.
Filmsgerð er kostnaðarmikil listagrein, men mett verður, at 500.000 kr. kunnu gera nógvan
mun, tí við eitt sindur av stuðli heimanifrá gerst tað møguligt at fáa atgongd til stuðul úr
útlendskum grunnum. Sum er, er atgongd til útlendskar filmsgrunnar ógjørlig, tí eingin
markaður stuðul er til føroyskan film. Tí er heimligur stuðul ein fortreyt fyri at stimbra
føroyskari filmslist.
Á Løgtingi, 28. februar 2012
Høgni Hoydal Sirið Stenberg Páll á Reynatúgvu
Bjørt Samuelsen Gunvør Balle Kristina Háfoss