Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg til mentanargrunn landsins
Løgtingsmál nr. 140/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012-2
§ 7. Mentamál
A. Yvirlit
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan – – –
Løgu ætlan – – –
Mentan – –
7.24.1. Ymsar útreiðslur……………………………………….. -650 –
7.24.2. Skapandi og útinnandi 650 –
B. Játtanir
Útr. Innt.
– Tús. kr. –
7.24.1. Ymsar útreiðslur
24.1.13. Ymiskir studningar (Stuðulsj.) J: 2.200 –
EYJ: -650 –
7.24.2. Skapandi og útinnandi virksemi
24.2.04. Mentanargrunnurin (Stuðulsj.) J: 6.412 –
EYJ: 650 –
Viðmerkingar:
Fleiri smáar stuðuljáttanir til mentanarátøk liggja í Mentamálaráðnum, og hesar eiga at
flytast inn undir Mentanargrunn Landsins. Tað er góður fyrisitingarsiður, at stuðulsjáttanir
ikki liggja ov nær landsstýrisfólkinum. Á henda hátt nýta vit armslongdarprinsippið, og
tann fyristingarliga eindin – í hesum føri Mentanargrunnur Føroya – fær høvuðsábyrgdina
fyri, hvussu stuðulin úr landinum skal raðfestast listini og mentanini at frama.
Tað hevur stóran týdning, at Mentanargrunnur Landsins verður styrktur, bæði fakliga og
fíggjarliga, so hann kann vera tann mest týðandi grunnurin, tá tað snýr seg um at stuðla list
og mentan.
Málið skal vera, at vit komandi tíðina menna Mentanargrunnin til eitt veruligt Lista- og
mentanarráð, ið kann umsita stuðulsjáttanir til list og mentan, verða íverksetari, tá umræður
listarlig og mentanarlig átøk, skapa menning innan hetta økið, og vera ráðgevandi eind hjá
landinum og øðrum, tá umræður list og mentan í Føroyum.
Tí verður skotið upp, at flyta stuðulsjáttan 04 (stuðul til onnur endamál) og 06 (stuðul til
listafólk) inn undir Mentanargrunn Landsins.
Á Løgtingi, 28. februar 2012
Høgni Hoydal Sirið Stenberg Páll á Reynatúgvu
Bjørt Samuelsen Gunvør Balle Kristina Háfoss