Lýsing

Munandi íløgur í mál og mentan

Tøkniliga menningin hevur verið risastór hesa øldina, og eins og eldur er tøknin góður vinur og ringur fíggindi. Fyrimunurin við henni er, at alt er vorðið so nógv lættari, og at vit nátt og dag fáa skjóta kunning um alskyns viðurskifti.

Vansin er, at lætt er at taka við øllum, sum kemur uttanífrá, so mál og mentan verða sett undir trýst. Hetta sæst ikki minst, tá smábørn hyggja at filmum við enskari talu á YouTube og lættiliga nevna litir og lutir á enskum, áðrenn tey duga orðini á føroyskum.

Fleiri dømi eru um, at smábørn nú á døgum tosa fitt av enskum sínámillum, tá tey spæla saman.

Politiski myndugleikin eigur beinanvegin at fara undir umfatandi átøk at styrkja føroyskt mál og føroyska mentan á øllum tøkniligum pallum.

Tjóðveldi ásannar, at politiski myndugleikin hevur verið ov dølskur at orða ein miðvísan málpolitikk í nýggju tíðini, tí gongdin, sum hevur við sær, at enskt trokar føroyskt burtur, má mótvirkast.

Vit ætla, at útboðið av føroyskum barna- og ungdómstilfari í miðlunum, serliga teimum talgildu, skal fleirfaldast. Talan er bæði um tilfar við livandi myndum, spølum og vanligari talu.

Føroyskt skal gerast brúkaramál á týdningarmestu talgildu pallunum, og á stroymingartænastum skal føroyskur tekstur gerast ein valmøguleiki. Eisini vilja vit stuðla uppundir, at sjónveik og lesiveik fáa atgongd til skrivaða orðið.

Játtanirnar til týðaragrunn, miðlagrunn og filmsgrunn ætla vit at økja, so menning eisini kann skapast tann vegin, og alt undirvísingartilfar í fólkaskúla og miðnámi skal vera dygdargott og tíðarhóskandi føroyskt tilfar.

Eitt stórt arbeiði verður longu gjørt á mentanarøkinum, m.a. í sambandi við film, miðlar og bókaskriving. Hjúklað verður eisini um føroyskt í sjónleiki, tónleiki og skúla, og arbeiðið við talgildu orðabókunum er ein ómissandi skattur í tí sprøkluta talgilda málhavinum.

Men vit kunnu gera meira, og tað hevur skund. Tjóðveldi verður trygdin næsta valskeið fyri, at nakað hendir á økinum!

Magni Arge, valevni hjá Tjóðveldi

 

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad