Lýsing

Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg til Føroya Symfoniorkestur

Løgtingsmál nr. 141/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012-3

§ 7. Mentamál
A. Yvirlit
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 300 300 –
Løgu ætlan – – –
Mentan 300 –
7.24.2. Skapandi og útinnandi virksemi 300 –
B. Játtanir
Útr. Innt.
– Tús. kr. –
7.24.2. Skapandi og útinnandi virksemi
24.2.01. Tónleikur og sangur (Stuðulsj.) J: 1.303 –
EYJ: 300 –

Viðmerkingar:
Føroya Symfoniorkestur hevur fingið 975.000 kr. á fíggjarlógini í fleiri ár, men hendan
játtan er í 2011 og 2012 minkað til 938.000 kr., og í fíggjarætlanini fyri 2013 og 2014 er
somuleiðis ætlanin, at Symfoniorkestrið skal fáa 938.000 kr.

Verður hugt eftir umfatandi virkseminum, so er eingin ivi um, at symfoniorkestrið spælir
ein stóran leiklut á føroyska mentanarpallinum. Virksemið er økt, og góðskan betrað
munandi hesi nærum 30 árini, orkestrið hevur á baki. Orkestrið spælir tónleik fyri hvørt
oyra og til allar aldursbólkar. Orkestrið bíleggur nýggj verk og er sostatt við til at gera
íløgur, skjalprógva og ríka um føroyska tónleikamentan. Harumframt er ein av
týdningarmiklu leiklutunum hjá orkestrinum at virka sum bæði lopfjøl og pallur hjá
føroyskum solistum, kórum og gevur tónleikalærarum og framkomnum næmingum ein
møguleika at framføra á yrkislistarligum støði. At kunna framføra tónleik er jú
høvuðsorsøkin til, at hesi hava nomið sær ella eru í gongd við útbúgving á tónleikakonservatorium
uttanlands.

Musikkskúlin útbúgvir hvørt ár tónleikarar, sum fara út í heim at lesa, og stórt tal gongur í
dag á altjóða konservatorium. Hesi skulu eisini hava okkurt at koma heim til. Tí er sera
umráðandi at fáa Symfoniorkestrið upp á eitt støði (við talið av konsertum, og skipaðari
tilgongd av pengum) so hesi, okkara framtíðar tónleikarar, hava okkurt at flyta heim til.
Í 2004 fekk táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum handað eitt álit um, hvussu
Symfoniorkestrið framhaldandi kann halda støði og mennast í framtíðini. Tilmælið var, at
teir tónleikarar í orkestrinum, ið eisini eru musikkskúlalærarar, fáa sum ein part av síni
starvssetan eitt ávíst tímatal at framføra tónleik. Hesin parturin kann umsitast av
orkestrinum í samstarvi við Føroya Musikkskúla. Symfoniorkestrið skal so leggja ætlanir
um venjingar, konsertir og samstarv við skúlar til rættis. Eykajáttanin kundi t. d. verið nýtt
til at seta hesa skipan í verk.

Á Løgtingi, 28. februar 2012

Høgni Hoydal Sirið Stenberg Páll á Reynatúgvu
Bjørt Samuelsen Gunvør Balle Kristina Háfoss

Deil hesa grein umvegis
468 ad