Lýsing

Uppskot til samtyktar um fjøltáttaðar eldrabústaðir

Løgtingsmál nr. 144/2011: Uppskot til samtyktar um fjøltáttaðar eldrabústaðir

Løgtingið heitir á Landsstýrið um at koma við eini ætlan um, hvussu eldraøkið kann
verða útbygt frameftir. Støði í ætlanini skal vera í tilráðingunum hjá WHO um, at fólk
kunnu búgva sum longst í egnum heimi, og leggja dent á fjølbroyttar bústaðarmøguleikar.

Viðmerkingar
Seinastu árini eru stórar íløgur gjørdar í bygging av ellis og røktarheimum í Føroyum.
Bæði land og kommunur hava lagt stóra orku í hetta økið fyri at kunna veita borgarunum
búpláss. Nýtt røktarheim er latið upp í Vági til 24 fólk, sum kommunurnar í
sunnaru helvt hava bygt. Røktarheimsbygging er í gongd í Havn til 64 fólk, og
væntandi verður heimið liðugt í ár. Umframt hetta er bygging í Klaksvík og
Vestmanna fyri framman, sum skal rúma 24 plássum
Røktarheimsbygging er kostnaðarmikil, yvir 2 milliónir fyri hvørt búpláss. Tað fara
altíð vera nøkur fólk, sum hava tørv á røktarheimsplássi, so røktarheimspláss skulu
sjálsagt vera. Tað tykist bara, sum um hetta hevur verið einasta loysnin seinastu árini,
og samstundis, sum fleiri stóvnar eru opnaðir, er Heimatænastan skerd ávíst tímatal pr
røktarheimspláss. Sostatt eru møguleikarnir hjá heimabúgvandi eldri fólki skerdir
munandi í tilgongdini.

Fólk í Føroyum, sum flyta á røktarheim, búgva har í meðal longri enn fólk í
grannalondunum, so tað er nakað, sum kundi týtt uppá, at føroyingar, sum flyta á
røktarheim, eru munandi betur fyri enn fólk í okkara grannalondum. Hetta møguliga tí
at einki alternativ er.

Seinastu árini er dentur í fakumhvørvinum lagdur á røktarheimfyribyrgjandi tiltøk. Í
tilmælum frá WHO verður lagt upp til, at fólk fáa høvi at vera sum longst í egnum
heimi, við nøktandi tænastu. Og dentur verður lagdur á sjálvsavgerðarrætt og lívsgóðsku
hins einstaka borgara.

Betri fyribyrgjandi tænastu vit hava, longri kunnu fólk búgva heima. Fyrimunirnir eru
bæði fyri tann einstaka og fyri okkum sum land, tí røktarheimsplássini eru sera
kostnaðarmikil.

Við fyribygjandi tænastu verður t.d víst til vælvirkandi heimahjálp, reingerðing,
fyribyrgjandi heimavitjanir aftaná innleggjan, dagtilboð til heimabúgvandi
pensjónistar, gerandisrehabilitering, endurmenning, dagítriv, fimleik o.s.fr
Í teimum førum, eldrabústaðir verð bygdir, eigur at verða hugt eftir og hugsað meira
breitt, so vit ikki byggja so einstáttað, men hugsa um eldraíbúðir, røktaríbúðir os.fr.
Veruleikin í dag, við bert at bjóða eitt kamar, er fyri nógv óvirðiligt, og alt ov lítið
fæst fyri peningin sæð í ljósinum av høga kostnaðinum, sum er oman fyri 2 milliónir í
sjálvari byggingini, og tá er raksturin ikki tikin við
Fyri at tryggja, at vit kunnu nøkta tørvin á eldrabústøðum og tænastum frameftir,
verður hetta uppskot tí sett fram. Um vit ikki broyta hugsan og leggja leiðina um,
kann framhaldandi røktarheimsbygging, sum vit kenna í dag, vera ein hóttan móti
okkara búskapi

Á Løgtingi, 29. februar 2012
Høgni Hoydal Sirið Stenberg Páll á Reynatúgvu
Bjørt Samuelsen Gunvør Balle Kristina Háfoss

Deil hesa grein umvegis
468 ad