Lýsing

LAKSAALINGIN

 

Eitt av mínum hjartamálum er, at náttúruríkidømið skal koma øllum føroyingum til góðar. Og vit skulu liva av okkara egnu virðum heldur enn av skatti frá vaskikonuni á Nørrebrúgv.

 

Føroyska laksaalingin er ein sólskinssøga fyri partaeigararnar. Hon skapar nógv arbeiðspláss og er ein stórur partur av føroyska útflutninginum. Men er hon ein sólskinssøga fyri ALT tað føroyska samfelagið?

 

Firðirnir verða leigaðir út fyri lítið og lætt. Tí meðan alivinnan seldi laks fyri 6966 milliónir í 2021, so rindaði hon einans 196 milliónir í tøkugjaldi. Tríggir hundraðpartar!

 

Góðskan er høg, søluprísurin somuleiðis og avlopið eru metstórt. Fyritøkurnar, sum ala í Føroyum, eru best í heiminum í so máta. 1,1 milliard lá eftir eftir skatt á botnlinjunum í teimum trimum alifyritøkunum í 2021. Og tað er gott og gleðiligt, at tað gongst væl. Fyritøkurnar og starvsfólkini hava uppiborið rós fyri hetta.

 

Men prísurin fyri náttúruna og samfelagið annars er høgur. Laksaalingin hevur lagt seg á flestu firðir og avmarkar nógv annað virksemi. Hon fer illa við náttúruni og avleiðingarnar eru ógvusligar. Laksur, ið sleppur, kemur í bland við villan laks og villur fiskur, ið heldur til tætt við alibrúk, er ikki etandi. Bara fyri at nevna nøkur dømir. Nakað prýði er alivinnan heldur ikki.

 

At meginparturin av ognarskapinum í alivinnuni, knøpp 80 prosent, er á útlendskum hondum, ger ikki áðurnevndu vansar lættari at gloypa. Fyri ikki at gera Hidden Fjord órætt, skal eg tó nevna, at tað felagið er 100% føroyskt. Men størsti parturin av vinninginum fer av landinum. Her liggur lítið eftir í Føroyum. Vit leggja bara arbeiðsorku og náttúru til. Sum eitt annað menningarland.

 

Men tað eru ráð fyri tí.

 

Vit skulu tryggja okkum, at alivinnan er skynsom og burðardygg, og vit skulu áseta eitt rímiligt leigugjald fyri firðirnir. Hesar inntøkur skulu bæði koma landskassa og lokalu økjunum til góðar. Tí í lokalu økjunum liggur nevniliga einki eftir í dag.

 

Vit ætla at seta gjaldið fyri firðirnir upp frá teimum 195 milliónunum um árið, sum tað eftir ætlan skal vera í 2022, til 375 milliónir um árið. Hetta eru minni enn fimm hundraðpartar av væntaðu nettosøluni í ár, so her verður ikki talan um nakað hóttafall. Sigur onkur tað, skulu tit venda deyva oyrað til, tí hetta er bert ein roynd at prutta prísin niður.

 

Alivinnan er sunn og sterk, og búskaparfrøðingar meta, at rætta tilfeingisrentan er munandi hægri enn 375 milliónir. So vit eru varin. Og eg ivist ikki í, at alivinnan, eins og aðrar vinnur í fríari kapping, setur ein heiður í at gjalda hvørjum sítt; eisini Føroyum.

 

Erling Eidesgaard valevni fyri Tjóðveldi

468 ad