Træseglskipini – siglandi søvn og dýrabærur arvur
Westward Ho TN54. Fór mær ein túr at vitja umborð í morgun. Á sjómannadegnum verða tingfólk á hvørjum ári boðin at sigla við gomlu føroysku træseglskipunum úr Leirvík til Klaksvíkar. Tað er altíð ein hugtakandi løta, tá skipini savnast á pollinum og í felag sigla inn og leggja at í fiskivinnumiðdeplinum.
Træseglskipini eru søga okkara. Tey eru grundarlagið undir, at vit fluttu okkum frá bóndasamfelagnum til ríka fiskivinnusamfelagið. Tey eru ein mentanararvur, sum ikki ber til at gera upp í pengum. Og tað besta er, at tey ikki eru friðarlig søvn á landi, men siglandi søgusøvn, sum skúlaungdómur, ferðafólk og øll vit onnur kunnu vitja og njóta.
Bara tvinnar siglandi sluppir eru eftir av teimum umleið 150 sluppunum, føroyingar keyptu úr Stóra Bretlandi frá 1870–unum og fram. Onnur er Johanna TG 326 í Vági og hin er Westward Ho TN 54 í Tórshavn, sum Tórshavnar kommuna eigur. Tað er áhugafelagsskapurin Sluppvinir, sum rekur og heldur sluppina viðlíka.
Játtanin til seglskipini er hækkað yvir nøkur ár, og liggur nú um milliónina. Hon eigur at blíva minst tað dupulta. Pengar skulu til, men tað er kortini ikki pengarnir, sum eiga bróðurpartin av ábyrgdini fyri, at vit í dag eiga ein vala flota av siglandi træseglskipum – sluppum og sluppungum.
Tann heiðurin eiga tær mongu eldsálirnar, sum hava brúkt 1000vís av tímunum og kærleika í at varðveita og brúka hesi siglandi søgusøvnini.
Blíðskapurin var góður umborð. Eg eri sluppvinur. Og ætli mær framhaldandi at arbeiða fyri betri kørmum og varðveitan av hesum dýrgripi av arvi okkara. Takk tit, sum verja okkum gullið.
X við E
Bjørt Samuelsen