Uppskot um broyting í løgtingslóg um Mentanargrunn landsins
Løgtingsmál nr. 145/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
Mentanargrunn landsins
§ 1
Í løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai
2000 um Mentanargrunn
landsins verður gjørd henda
broyting:
1) § 1, stk. 2 verður orðað
soleiðis:
“Stk. 2. Grunnurin skal
serliga stuðla tiltøkum og
verkætlanum, sum kveikja
og menna føroyska
filmslist, myndlist, tónlist,
bókmentir, sjónleik og aðra
list, sum kann javnmetast
við hesar listagreinir.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi
dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Viðmerkingar:
Endamálið við hesum lógaruppskoti er at tryggja betri kor fyri føroyska filmslist. Filmslistin
hevur av álvara tikið seg upp sum ein vaksandi listagrein í Føroyum seinastu árini. Nýliga eru
tvey av okkara ungu gávuríku filmslistafólkum heiðrað við peningagávu fyri teirra avrik á
hesum øki, og vit vita, at fleiri føroyingar eru undir útbúgving innan filmslist.
Ongin ivi er um, at vit her hava eina listagrein, sum hevur góðar møguleikar at røkka út í
heim og gerast enn ein týdningarmikil táttur í okkara mentanarlívi. Ein fortreyt fyri, at henda
listagrein kann fáa fótin fyri seg, er, at møguleiki er fyri at søkja stuðul til filmsgerð. Tað
hevur víst seg at vera torført hjá filmslistini at fáa stuðul úr Mentanargrunninum, tí har eru
longu nógv um trogið. Tí verður eisini skotið upp, at hækka játtanina til Mentanargrunn
landsins við 500.000,- kr., soleiðis at tað frameftir betur skal verða gjørligt, at stuðla
føroyskari filmslist.
Filmsgerð er kostnaðarmikil listagrein, men mett verður, at 500.000 kr. kunnu gera nógvan
mun, tí við eitt sindur av stuðli heimanífrá gerst tað møguligt at fáa atgongd til stuðul úr
útlendskum grunnum. Sum er, er atgongd til útlendskar filmsgrunnar ógjørlig, tí eingin
markaðarstuðul er til føroyskan film. Tí er heimligur stuðul ein fortreyt fyri at stimbra
føroyskari filmslist.
Uppskotið forðar ikki fyri, at Mentanargrunnurin kann samstarva við aðrar filmsgrunnar.
Serligar viðmerkingar:
Í § 1, stk. 2 verður orðið filmslist sett inn.
Á Løgtingi, 28. februar 2012
Høgni Hoydal Gunvør Balle Páll á Reynatúgvu
Bjørt Samuelsen Kristina Háfoss Sirið Stenberg