“Gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er!”
Sterkar kreftir, sum hava fingið tillutað framíhjárætt til vinnurættindini til náttúruognir Føroya fólks, og tí av órøttum higartil fingið milliardaupphæddir fyri alt ov lítið, arbeiða av øllum alvi at forða fyri at veruliga virði af hesum framíhjárætti verður goldið “keisaranum” – Føroya fólki.
Teirra dagsskrá hevur higartil eydnast væl, og tað verður av øllum alvi forðað fyri at veruligi samanhangurin kemur fyri dagsins ljós til komandi løgtingsval. Ein áhaldandi og besnissað forteljing við eini ódámligari ávirkan, sum skal tryggja at hesi virði framhaldandi verða liggjandi í teirra lummum – heldur enn í okkara alra føroyska landskassa. Forteljingin ræðir og ávirkar bæði fólk og politikarar, so tey veruliga trúgva uppá, at vit verða breyðfødd og liva av liva av teirra náði.
Hendan forteljing og ávirkan má steðgast, føroyingar mugu sameinast í stríðnum um at ríkidømi, sum vit øll eiga, má koma út í øll heim í Føroyum – beinanvegin og frameftir.
Teirra ávirkan røkkur sera langt og arbeiðir í nógvum løgum og skýmaskotum – tey flestu ikki sjónlig. Christian Matras sigur í seinasta ørindi í yrkingini “Nýggj ætt”
“Fylkjumst nú allir stráaldarmenn
Til verka við kátum sinni-
Ei skulu trøll og skuggahamar
Byrgja okkum inni”
Tilfeingisrenta er hugtak úr búskaparfrøðini, sum eg og tey flestu við mær hava ilt við at skilja. Hugtakið er ikki tó “uppfunnið” av Tjóðveldi ella øðrum fyri at vilja hesi vinnu nakað ilt ella sum øvunda nøkrum nakað. Tað kann staðfestast av okkara dugnaliga Búskaparráði, sum hevur greinað hetta evni í fleiri frágreiðingum.
”Øðrvísi er við tilfeingisrentu, ið stavar frá avmarking í náttúruskaptum tilfeingi. Hesa rentu kann tað almenna krevja inn, uttan at hetta í prinsippinum darvar effektivitetin í vinnuni. Endamálið við handfaring hins almenna av tilfeingisrentuni eigur at vera at tilfeingisrentan verður so stór sum møguligt, samstundis sum talan kann verða um atlit til býtið av samfelagsligum virðum.”
“Greitt er at ‘tilfeingisrenta’ ikki er nakað tómt ástøðiligt hylki, sum kann burturforklárast sum fyribrigdi. Vit hava í Føroyum ferð eftir ferð staðfest tilfeingisrentu í fiskivinnuni sum eina ítøkiliga búskaparliga sannroynd. “
“Tilfeingisrenta er ein avleiðing av, at atgongdin til fiskiveiði er avmarkað. Tilfeingisrentan er tann vinningur, ið tey fáa, sum hava fingið frammíhjárætt ella einkarætt til at troyta avmarkaða fiskatilfeingið.”
“Føroyski búskapurin dúvar upp á óvanliga nógv av nátturutilfeingi og harav nógva avleidda tilfeingsrentu. Hetta ger tað til eina skyldu hjá føroysku myndugleikunum at handfara tilfeingisrentuna í føroyska búskapinum á ein slíkan hátt, at yvirupphitandi ávirkanir verða tálmaðar, samstundis sum styðjað verður upp undir produktivitets-betrandi ávirkanir. “
“Verður tilfeingisrentan ikki uppkravd av landinum – tvs. verður hon í staðin ogn hjá reiðaríum og manningi – skapar hon eisini eina avlaging í natúrligu kappingini, sum altíð er millum virki. Hon verjir tey virki ímóti kapping, sum hava fingið frammíhjárættindini til tilfeingið. Ikki uppkravd tilfeingisrenta virkar tá sum vinnustuðul.”
“Eitt annað er spurningurin um samfelagsligan ójavna. Verður tilfeingisrentan ikki kravd inn av landinum, skapar hon størri ójavna millum nøkur fá múgvandi og nógv ikki múgvandi.”
Eitt húski, sum vil seta búgv, má fáa grundarlag fyri at liva og fíggja sína tilveru og tað sama má ein tjóð og tess politikarar. Virðini verða skapt av fólkinum sum her livir og virkar við støði í ríkidøminum hjá føroysku tjóðini.
Higartil hava kreftir fámannaveldisins megnað at grugga og tí hildið milliardavirðni av framíhjárættin til vinnurættindini til náttúruognir Føroya fólks loynlig og burturfrá politisku dagsskránni gjøgnum ávirkan av politisku skipanini. Men tað má steðgast nú.
Vel órædd fólk, sum vilja tæna øllum Føroya fólki.
Vel Tjóðveldi!