Lýsing

Fleiri almenn bústaðarfeløg skulu loysa uppgávuna

Bústaðir kann ikki standa einsamalt við byrðuni at veita almennar leigubústaðir í Føroyum.

Vit skulu tí lóggeva heimild til at stovna fleiri almannagagnlig bústaðarfeløg í Føroyum, um vit vilja tryggja øllum tak yvir høvdið til ein rímuligan kostnað.

Tørvurin á almennum leigubústøðum er stórur og rakar ein breiðan skara av fólki um alt landið.

Vit hava brúk fyri leigubústøðum til familjur og til einstaklingar. Vit hava brúk fyri fleiri lestrarbústøðum. Vit hava eisini brúk fyri fleiri eldrabústøðum.

Tí hava vit brúk fyri einari “Almannabústaðarlóg”, sum skapar karmar og møguleika til at stovna fleiri almenn bústaðarfeløg. Hetta kann veruliga seta ferð á byggingina av almennum bústøðum av øllum slag og um alt landið.

Karmarnir rundan um hetta eru væl kendir og royndir í londunum rundan um okkum, og tí er ikki neyðugt at uppfinna djúpa tallerkin av nýggjum.

Tá kunnu fleiri aktørar, landið, kommunur, sjálvsognarfeløg og privat, bjóða seg fram at byggja almannagagnligar bústaðir.

Okkara skylda er at tryggja karmarnar við lóg, soleiðis at almennu bústaðirnir eisini tæna endamálium: “At veita hóskandi bústaðir til øll, sum hava tørv á tí, til eina rímiliga húsaleigu, umframt at geva íbúgvunum ávirkan á teirra egnu bústaðarviðurskifti.”

Við at vit fáa fleiri almennar leigubústaðir, vilja vit eisini hyggja eftir at veita býlisstuðul, sum serliga kann stuðla lesandi, einstøkum og familjum við lágum inntøkum. Soleiðis kunnu vit tryggja eina rímiliga húsaleigu, sum ikki fer beint til privatar útleigarar.

Skulu vit gera nakað munagott, hava vit tørv á fleiri almannagagnligum bústaðarfeløgum í Føroyum, sum kunnu virka samstundis og saman loysa uppgávuna.

Bústaðir er eitt av hesum feløgum, og skal sjálvandi styrkjast til at lyfta uppgávuna.

Men Bústaðir kann ikki standa einsamalt við uppgávuni.

 

Rógvi Nybo

Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad