Lýsing

Til lukku við degnum, Ísland.

2.desember í 1918 gjørdist Ísland fullveldi. Til lukku við tí, Ísland!

26 ár seinni 17.juni í 1944 valdu tey Tjóðveldi.

Tey tóku stigini eitt fyri og annað eftir. Og komu á mál!

Hjá okkum hevur ikki gingið líka skjótt. Tjóðveldisflokkurin hevur nokk verið tann ótolnasti í so máta og hevur stútt og støðugt viljað havt okkurt at hent.

Óansæð hvussu mótstøðan hevur verið móti størri sjálvbjargni, so skal mótstøðan eiga ta rós, at hvørja ferð fetini ERU tikin; so taka tey, sum vóru ímóti broytingini, undir við broytingini, tá ið hon ER sett í verk.

Hava vit tað ikki gott í Føroyum, kundi onkur so argandi spurt.

Og jú, takkað verið tí ábyrgd, vit hava tikið á okkum, so eru vit ment nógv. Tað er har, sum vit sjálvi hava tikið ábyrgd, at vit eru í fremstu røð.

Dømi um, at vit klára okkum væl er innan fiskivinnu, innan teleøkið, innan el-økið, innan skúla, útbúgving, mentan og list, fíggjarøkið, KT-økið osfr osfr. Her klára vit okkum væl tí vit tóku ábyrgdina á okkum,

Men eitt samfelag stendur ongantíð í stað. Her skulu broytingar gerast stútt og støðugt.

Eftir at yvirtaka eru m.a rættarskipan, útlendingamál, løgregla og loftrúmið. Og so skal blokkurin fastfrystast, niðurlagast og til síðst burtur.

Hetta eiga vit at fáa framt í samráð við avvarandi partar, so tað verður gjørt skipað. Tað viktigasta er bara, at vit taka fetini, sum føra okkum fram móti ábyrgdini, júst sum Ísland tók stóra fetið fyrst í 1918 og seinni í 1944.

Tey hava eisini havt bakkøst og stórar trupulleikar, síðani tey stovnaðu republikkina Ísland. Tað hava vit í heimastýrinum eisini. Tað hava øll lond inn í millum.

Men skalt tú hava framburð, mást tú taka ábyrgd.

Tað vil Tjóðveldi. Hví? Tí alternativið til ábyrgd er ábyrgdarloysi. Tað vil hvørki eg ella tú ella nakar annar við ábyrgdarkenslu.

So tað er bara at velja Tjóðveldi. So fært tú ábyrgd!

Gott val 🙂

Annita á Fríðriksmørk / Tjóðveldi

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad