Lýsing

Uppskot um at yvirtaka útlendingamál

Løgtingsmál nr. 154/2011: Uppskot til løgtingslóg um at taka útlendingamál og
marknaeftirlit undir føroyskt løgræði

§ 1. Málsøkini útlendingamál og
marknaftirlit verða tikin undir føroyskt
løgræði frá 1. januar 2013 at rokna.
§ 2. Føroyskir myndugleikar taka frá 1.
januar 2013 við øllum skyldum í
sáttmálum, lógum og reglum, sum hava
verið lagdar øðrum myndugleikum á
málsøkjunum.
§ 3. Í løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006
um ræði á málum og málsøkjum við seinni
broytingum verður tann 1. januar 2013, §
1, stk. 2, nr. 22 strikað.
§ 4. Lógin kemur í gildi 1. januar 2013.

Viðmerkingar
Útlendingamál hava nú verið ein politisk, fyrisitingarlig og rættarlig fløkja í fleiri ár.
Hóast tosað hevur verið seinastu 9 árini um at gera smávegis broytingar í donskum
kunngerðum og reglum, so tykist semja vera um millum tey, ið hava royndir og innlit á
útlendingaøkinum, at neyðugt er at fastleggja politisku og fyrisitingarliga ábyrgdina á einum
staði.

Í 2008 varð Útlendingastovan sett á stovn, sum ummælir umsóknir til danskar myndugleikar.
Útlendingastovan hevur í roynd og veru málsviðgerð av øllum umsóknum um arbeiðs- og
uppihaldsloyvi í Føroyum og hevur innlit í øll mál um familjusamanføring v.m.
Føroyar eru tí væl og virðiliga til reiðar at taka ræði á útlendingamálum. Tær lógir og
kunngerðir, ið eru í gildi, kunnu í fyrsta umfari verða fyrisitnar av føroyskum myndugleikum,
meðan lógarbroytingar og fyrisitingarligar mannagongdir verða viðgjørdar og mentar.

Málið klárt at taka undir føroyska ábyrgd
Í andsøgn til tað, sum annars er komið fram fyri almenningin um útlendingamál, so vóru
samráðingarnar og fyrireikingarnar til at taka útlendingøkið undir føroyska ábyrgd lidnar á
embætismannastigi í desember 2003, tá val varð skrivað út í úrtíð.

Sostatt varð longu tá politisk semja gjørd millum donsku stjórnina og landsstýrið um, at
útlendingamálini skuldu á føroyskar hendur, og føroysk og donsk embætisfólk høvdu
samráðst í eitt ár og gjørt drúgva frágreiðing, ið bert restaði rættlesturin, áðrenn hon varð
handað landsstýrinum.

Í frágreiðingini verður alt útlendingaøkið lýst niður í smálutir, og skotið verður upp, hvussu
málið verður skipað undir føroyskan myndugleika. Eisini er mett um fyrisitingarligu orkuna
og kostnaðin av økinum.

Síðani hevur undanfarna landsstýrið eisini arbeitt við málinum. Felagsyvirlýsing er
undirskrivað millum fyrrverandi danska ráðharran, Birthe Rønn Hornbech, og fyrrverandi
landsstýriskvinnuna, Anniku Olsen, um hesa yvirtøku í 2009.

Víst verður til upplýsingarnar og tilmælini í drúgvu frágreiðingini, sum er hjáløgd sum skjal,
Útlendingapolitikkur og lógargundarlag
Galdandi útlendingalóggáva í Føroyum er eldri útgáva av donskum lógum. Føroyar eru sum
uppihaldsøki skildar frá Danmark. Og eitt loyvi at uppihalda sær í Føroyum hjá útlendingi
(t.e. ríkisborgarum úr øðrum londum enn Norðurlondum) er ikki galdandi fyri Danmark og
Grønland – ella øvugt.

Danski ráðharrin og danska umsitingin situr sostatt við ymiskari lóggávu fyri ymisk øki og
skal avgreiða umsóknir. Bara hetta elvir til vantandi samsvar millum lóggávu, fyrisitingarábyrgd
og eftirlit við umsitingini. Tað verður eisini strikað undir, tá danski ráðharrin við
ábyrgd fyri økinum er spurdur um føroysk útlendingamál, og málið bara verður víst til
føroyskar myndugleikar, sum í sínum lagi vísa til danskar myndugleikar.

Umsitingarligu krøvini
Í drúgvu frágreiðingini um at taka útlendingamálini á føroyskar hendur eru fyrisitingarligu
krøvini lýst og uppskot til, hvussu alt verður skipað:

• Skotið verður upp, at eitt stýri, ið liggur burtur frá landsstýrismanninum, avgreiðir allar
umsóknir um uppihalds-, arbeiðsloyvi og familjusameining, og at kærumyndugleiki
verður lagdur til Føroya kærustovn. Mettur kostnaður í 2003: 3,3 mió. kr. árliga (Sí s. 85
í frágreiðingini)

• Skotið verður upp, hvussu umsóknir um friðskjól kunnu avgreiðast (sí s. 129 í
frágreiðingini). Her verður kostnaðurin bara leysliga umrøddur, men
umsitingarkostnaðurin kann metast til 1,5 mió. kr. árliga – og síðani eru útreiðslur, um
friðskjól verður váttað, og fólki nýtist hjálp.

Samanumtikið er rímiligt at meta samlaða kostnaðin av fyrisiting og umsiting til 5 mió.
krónur árliga. Útlendingastovan hevur í dag eina játtan á 2,2 mió. kr. árliga, so talan er um
knappar 3 mió. kr. árliga í eyka útreiðslum á fíggjarlógini av hesum uppskoti.

Ein føroyskur útlendingapolitikkur
Trupulleikin viðvíkjandi arbeiðsmegini er ikki júst lógarreglurnar, men umsitingin,
málsgongdin og vantanti ábyrgdin.

Kravið í núverandi lóg fyri at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi er, at tú skalt hava:
• váttan frá arbeiðsgevara um, at tú hevur arbeiði (og arbeiðsgevarin stendur til ábyrgd fyri,
at tú uppfyllur krøv, hevur sáttmála eftir galdandi reglum, rindar skatt o.s.fr.),
• váttan um, at tú hevur bústað,
• váttan fyri, at tú kanst forsyrgja tær sjálvum/sjálvari,
• váttan fyri, at tú ikki hevur nakra sak í brotsmálum,
• og tað skal staðfestast, at tørvur er á arbeiðsmegi í teirri vinnugrein, ið tú søkir um arbeiði
til.

(Hesi krøv eru altso til tey, sum søkja arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum – og skulu ikki
blandast við krøv til flóttafólk, sum hava brúk fyri hjálp. Vit hava ikki havt flóttafólk í
Føroyum, og hesi viðurskifti eru heilt annað mál, ið verður regulerað í altjóða sáttmálum).
Fyri arbeiðs- og uppihaldsloyvi verður loyvi givið fyri eitt ár í senn – og síðani kann søkjast
um varandi uppihaldsloyvi, tá 5 ár eru liðin.

Hetta eru einføld og rímiliga skilagóð krøv, sum væl ber til at fyrisita og umsita rættartrygt.

Høvuðstrupulleikin í málsgongd og ógreiðari ábyrgd
Trupulleikin hevur ligið í eini frumskógarkendari fyrisiting, har danskir myndugleikar taka
avgerðirnar eftir tilmælum úr landsstýrinum og gjøgnum samskifti við donsku løgregluna í
Føroyum. Eingin tykist hava yvirskipaðu ábyrgdina, og allir partar hava stórar trupulleikar av
fløktu mannagongdini.

Hetta hevur elvt til, at fólk hava bíðað í mánaðir og upp í ár eftir svari. Eisini hóast øll
viðurskifti eru í lagi. Onkuntíð kann onkur smávegis upplýsing resta í ella detta niðurímillum,
og øll tykjast bíða eftir hvørjum øðrum.

Til dømis skal eisini søkjast av nýggjum, um útlendingur skal skifta arbeiðsgevara. Enntá
hava vit fleiri dømi um, at eitt virki hevur skift eigarar, og tá skal eisini søkjast og bíðast í
fleiri mánaðir, meðan útlendingurin ikki sleppur at arbeiða, hóast tørvur er á tí.

Ógreiða ábyrgdarbýtið og fløkta málsgongdin ger eisini, at eingin hevur ábyrgdina av at
upplýsa og kunna útlendingar í Føroyum um teirra rættindi og skyldur.

Hvussu skipa vit okkum?
Við eini føroyskari umsiting, sum arbeiðir skjótt og væl, ber til at loysa hendan trupulleikan.
Málsgongdin verður stytt beinanvegin, og til ber at hava skráseting og eftirlit á einum staði,
so vit støðugt hava dagførd yvirlit á støðuni.

Við at hava ábyrgdina sjálvi kunnu vit skipa kunning, upplýsing og tilboð til útlendingar, ið
fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi, í samstarvi við tær kommunur, har fólkini hava bústað og
arbeiða ella lesa.

Við at hava ábyrgdina og eftirlitið hjá føroyskum myndugleikum, fáa vit eisini møguleikan at
greiða tørvin á skúlatilboðum, dagstovnum, mentanar- og trivnaðartilboðum, ið útlendingar,
sum eru í longri tíðarskeið, hava tørv á.

Lógarbroytingar, ið skulu fremjast
Tørvur er sjálvsagt eisini á at gera nakrar neyðugar tillagingar í lógini beinanvegin og at seta
okkum munandi dyggari krøv viðvíkjandi samansjóðing (integrasjón) hjá útlendsku
arbeiðsmegini.

Í stuttum er neyðugt í útlendingalógini at skilja ímillum tveir ymiskar bólkar av útlendingum,
ið kunnu fáa uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum:

Útlendingar, ið koma til Føroya at loysa ávísar tíðaravmarkaðar arbeiðsuppgávur, og sum
ikki í útgangsstøðinum ætla sær at seta búgv í Føroyum í longri tíðarskeið:

• Her kunnu vit víðka ta sonevndu “montør-regluna” í galdandi lóg og geva møguleika fyri
arbeiðs- og uppihaldsloyvi í til dømis 1-6 mánaðir eftir staðfestum og váttaðum tørvi.

• Vit hava fordømi við teirri skipan, ið avtalað varð, tá oljuleitingarnar byrjaðu, og bólkar
av arbeiðsfólki fingu loyvi, har arbeiðsgevarin tryggjaði mótvegis myndugleikum og
løgreglu, at allar upplýsingar vóru rættar og krøvini lokin.

• Og vit hava gjørt umsitingarligar avtalur um smidligar skipanir fyri læknar, ítróttafólk,
granskarar og tílíkt, ið arbeiða her í styttri og skiftandi tíðarskeið.
Útlendingar, ið koma til Føroya og seta búgv í longri tíðarskeið og møguliga vilja søkja um
varandi uppihaldsloyvi:

• Her krevjast atlit til familjur og familjusameiningarreglur.
• Her ræður um at hava upplýsing og kunning um rættindi og skyldur.
• Her krevjast tilboð um undirvísing og onnur skeið í samstarvi við kommunurnar.
• Og her liggur ábyrgdin hjá okkum fyri samansjóðingarátøkum.

Ávísar avbjóðingar eru av praktiskum og tøkniligum slagi, tá ið ræður um
marknaeftirlitispartin. Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í Schengen, men tó fevndar av
schengensamstarvinum. Løgreglan umsitur marknaeftirlit, og avtala skal tí gerast við ríkið
um, hvussu hesin felagsmyndugleiki skal átaka sær partar av umsitingini av hesum sum
sermáli. Gildiskoman er tí sett til 1. januar 2013, so stundir verða at fremja hesar
samráðingar.

Mælt verður til alt fyri eitt at seta arbeiðsbólk at gera frágreiðing um útlendingalóggávuna og
tær avbjóðingar og tey høvi, sum liggja í dagføringum og broytingum. Politiskur fylgibólkur
við umboðum úr øllum flokkum eigur at fylgja arbeiðnum. Soleiðis ber til innan
yvirtøkudagfestingina at fyrireika føroyskar lógir og taka støðu til møguliga broytta kós og
allar hóskandi dagføringar.

Óheft málsviðgerð og kærumøguleikar
Málsviðgerðin og fyrisitingin eigur at skipast í eina sjálvstøðuga fyrisiting, har
Útlendingastovan er eitt direktorat, leyst frá landsstýrismanni. Kærunevnd eigur at skipast
undir Føroya Kærustovni.

Tað er sjálvsagt krav, at útlendingar verða settir eftir føroyskum sáttmálum, og at útlendingar,
ið ætla at vera longri tíðarskeið í Føroyum, eiga rættindi og skyldur í føroyska samfelagnum
á jøvnum føti við til dømis norðurlendskar ríkisborgarar í Føroyum.

Fíggjarligar avleiðingar av uppskotinum
Avleiðingar eru samanlagt 5 mió. kr. Útlendingastovan hevur í dag játtan upp á 2,2 mió. kr.
Sostatt krevja útlendingamálini meirjáttan í 2013 upp á 2,8 mió. kr.

Á Løgtingi, 22. februar 2012
Høgni Hoydal Sirið Stenberg Páll á Reynatúgvu
Bjørt Samuelsen Gunvør Balle Kristina Háfoss

Deil hesa grein umvegis
468 ad