Lýsing

Vit skulu vita, ikki gita!

Í dag hava vit ikki reglur um privatan stuðul til politiskar flokkar, politikarar og valevni. Tí eru teimum heldur ikki álagt at almannakunngera, hvør hevur stuðlað teimum fíggjarliga. Tað gongur ikki. Vit skulu hava fult gjøgnumskygni í politisku skipanini, um hvør fíggjar politisku flokkarnar.

Í undanfarna tingskeiði hevur Tjóðveldi lagt uppskot fram um at fáa greiðar reglur og fult gjøgnumskygni, men okkara uppskot var tíverri felt.

Vit vita ikki, um politisku flokkarnir í Føroyum fáa privatan stuðul. Tí eru nógvar gitingar um privatan stuðul og tænastur. Tað er ikki gagnligt fyri samfelagið ella politisku skipanina, tí tað skapar misálit og minkar um trúvirðið. Vit skulu styrkja álitið á politisku skipanina. Vit skulu fara frá at gita til at vita.

At veita borgarunum innlit í privatan stuðul er eitt prinsipp um eina opna politiska skipan, umframt at tað styrkir trúvirðið í fólkaræðinum. Tí fara vit framvegis at arbeiða fyri at tryggja greiðar reglur um stuðul til politiskar flokkar, politikarar og valevni.

Hervør Pálsdóttir,
valevni fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad