Lýsing

Allir borgarar mugu vera við. Altjóða dagur teirra, ið bera brek

Í dag er altjóða dagur teirra, ið bera brek. Vit eru komin longri á leið. Men hygg kring teg og síggj veruleikan. Tað eru hópin av borgarum, sum ikki hava somu atgongd, sum flestu okkara. Til skúla og útbúgving, til eitt arbeiði, til ítriv og menning, til eitt heilsugott lív, til egnan bústað, til at luttaka í almenna kjakinum – og nakað so einfalt sum at fylgja við og luttaka í einum valstríði.

SKAMMSØGA OKKARA

Einaferð útfluttu vit okkara egnu borgarar, tí fá ella eingi tilboð vóru til teirra. Eg var sjálv smágenta, tá vit góvust við hesi ómenniskjaligu “loysn”. Minnist, tá hesi byrjaðu at flyta heim. Mamma, sum er sjúkrarøktarfrøðingur, arbeiddi á nýstovnaðu psykiatrisku deildini, har fleiri fluttu inn, tí bústaðir ikki vóru til øll. Hon segði frá um manga lagnu, og seinni las eg “Søgan um hini” eftir Doris Hansen og “Jana-eitt hjartabarn” eftir Tóruni Ellingsgaard.

Jú víst er mangt blivið betri, tí vit tóku ábyrgd. MEN. Her er nógv eftir at gera. Okkum tørvar at tryggja grundleggjandi rættindi fyri fólk, ið bera brek. Tey eiga eisini at kunna velja, hvar tey vilja búgva, og hvørjum tey vilja búgva saman við. Okkum tørvar lóggávu ímóti mismuni á øllum økjum í samfelagnum, so til ber at kæra um mismun.

Eingin lóg verjir fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Er tað rímiligt, at eitt barn, ið ber brek, ikki sleppur í skúla altíð, tá onnur børn sleppa? Nei!

Vit mugu samskipa tilboðini, so familjur og borgarar, ið bera brek, ikki skulu brúka alla orku sína til at stríðast fyri sjálvsøgd tilboð og rættindi. Øll børn og ung við avbjóðingum eiga at fáa eitt samskipað tilboð, so hjálp og stuðul gerast samanhangandi og munadygg. Ein hurð!

VALLYFTI OKKARA

Vit í Tjóðveldi vilja halda fram at arbeiða fyri atgongd fyri øll. Vit vilja fremja brekpolitisku virkisætlanina. Tryggja øllum atkomu til bygningar – og til tænastur og tilfar á internetinum. Brekpolitiskt umboð skal skipast. Vit vilja áhaldandi byggja nútímans bústovnar og heim til fólk við serligum tørvi. Og vit vilja arbeiða fyri betri korum og eftirløn, eisini til fyritíðarpensjonistar.

Føroyar skulu eisini gerast eitt gott ferðamál fyri fólk, ið bera brek. Lat okkum stremba eftir at koma á heimskortið fyri at vera eitt land við javnrættindum og møguleikum fyri allar borgarar.

Í dag brennur kalendaraljósið fyri júst tí!

Greinin kann lesast við teldutalu á www.tjodveldi.fo/bjort

X við E

Bjørt Samuelsen

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad