Lýsing

Okkara loftrúm tryggjar eisini føroyskan radara

Tað, sum skilir okkum í dag, tað savnar okkum í morgin. So hevur verið í øllum tjóðskapar- og fullveldismálum, sum Tjóðveldi hevur gingið undan við. Fyrst verður flent at tí. So er øgilig mótstøða. Og at enda taka øll undir við tí, og vilja ikki sleppa tí, tá tað er vunnið.

Tjóðveldi hevur 8 ferðir lagt uppskot fram í Løgtinginum um at taka loftrúmið á føroyskar hendur. Tað er felt hvørja ferð, men tað gongur framá. Nú taka fleiri og fleiri flokkar undir við tí.

Og hví ikki tað? Er tað fólkaræði, at eitt annað land skal taka avgerðirnar um og umsita okkara egna loftrúm? Er tað fólkaræði, at eitt annað land vinnur inntøkurnar og førleikarnar av tí, sum fer fram í okkara loftrúmi – har túsundtals flogfør flúgva hvørt ár, tí vit eru miðjan í Norðuratlantshavi?

Og er tað fólkaræði, at eitt annað land tekur avgerðir um at seta ein hernaðarradara upp í Føroyum, og vit aftur eru áskoðarar og málleys?

Nei, taka vit loftrúmið á føroyskar hendur og høvd, so er tað eisini vit, sum gera av, hvussu ein radari skal setast upp og hvør skal reka hann.

Tey, sum vilja kunna seg meira um, hvat krevst og hvørjir møguleikar og inntøkur eru, tá ið vit taka egna ábyrgd av loftrúminum, kunnu lesa uppskotið her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10172

X við E

Høgni Hoydal

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad