Uppskot til løgtingslóg um barnaumboð
Løgtingsmál nr. 173/2011: Uppskot til løgtingslóg um barnaumboð
§ 1. Eitt umboð undir Løgtingsins Umboðsmanni,
ið tænir børnum, bøtir um barnakor og
tekur sær av teimum rættindum og tí tørvi, ið
børn hava sambært hesari lóggávu, verður
sett.
Stk. 2. Børn eru í hesum føri einstaklingar
yngri enn 18 ár.
§ 2. Landsstýrismaðurin setir barnaumboðið í
eitt 5 ára skeið. Barnaumboðið kann bara
loysast úr starvi eftir reglunum í kap. 5 í
løgtingslóg um tænastumenn.
Stk. 2. Um serligar umstøður gera seg
galdandi, ber tó til at seta umboðið av
nýggjum í mesta lagi í 5 ár aftrat, uttan at
starvið verður lýst leyst.
Stk. 3. Barnaumboðið skal hava lokið prógv
við viðkomandi útbúgving. Er barnaumboðið
ikki løgfrøðingur, skal løgfrøðingur knýtast at
arbeiðnum hjá barnaumboðnum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir løn og onnur
setanarviðurskifti barnaumboðsins. Barnaumboðið
kann ikki vera í øðrum løntum starvi
og kann ikki átaka sær uppgávur, sum órógva
barnaumboðsstarvið.
§ 3. Barnaumboðið skal virka fyri, at
landsstýrið, kommunur og stovnar, skipaðir
undir hesum, einstaklingar, feløg og
einstaklingasamtøk virða rættindi, tørv og
lógarætt barna. Umboðið skal haraftrat seta
fram uppskot og koma við ábendingum um,
hvussu børn kunnu fáa betri samfelagsligar
sømdir.
Stk. 2. Barnaumboðið skal serliga leggja dent
á:
a) at viðgera innkomin mál og taka mál upp
av sínum eintingum,
b) at elva til samfelagskjak um barnaumstøður
og barnakor, og koma fram við og vísa á
uppskot, ið betra um rættartrygdina hjá
børnum og ávirkan teirra á samfelagið,
c) at arbeiða fyri, at altjóðareglugerðir um
barnarættindi og barnavælferð, sum samtyktar
eru at seta í verk í landinum, verða virdar, og
minna á, at hesar reglugerðir eru galdandi,
d) at taka stig til hóskandi tiltøk, um mett
verður, at landsstýrið, kommunur ella stovnar,
skipaðir undir hesum, einstaklingar, feløg ella
einstaklingasamtøk, hava gjørt seg inn á børn
viðvíkjandi rættindum teirra, tørvi og
samfelagskorum, annaðhvørt við sínum
dagliga atburði ella við líkasælu og misrøkt,
e) at kunna fólk um lógir og rættarreglur, ið
eru galdandi í sambandi við børn og ung, og
birta upp undir gransking á hesum øki.
Stk. 3. Um barnaumboðið metir, at brot er
framt á § 3, stk. 2, litra d, skal umboðið koma
við hóskandi, próvgrundaðari frágreiðing til
tey, sum varða av, og koma við uppskotum, ið
kunnu bøta um hesi viðurskifti.
Stk. 4. Í sambandi við byggimál, sum
beinleiðis ella óbeinleiðis hýsa børnum og
barnavirksemi, skal barnaumboðið kunnast
um byggingina, áðrenn bygt verður.
§ 4. Barnaumboðið kann seta eitt barnaráð
við 5 limum.
Stk. 2. Limirnir skulu hava í minsta lagi
miðallanga viðkomandi útbúgving á barna-,
heilsu-, familju- ella sálarfrøðiliga økinum.
Limirnir verða valdir í eitt 5 ára skeið.
Stk. 3. Barnaumboðið ger nærri reglugerð
viðvíkjandi virksemi barnaráðsins.
§ 5. Øll kunnu koma við eini áheitan til
barnaumboðið.
Stk. 2. Barnaumboðið kann sjálvt taka mál
upp til viðgerðar og kann viðgera mál, tá ið
umboðið fær próvgrundaðar ábendingar.
Barnaumboðið ger sjálvt av, um ein ábending
er verd at verða viðgjørd.
Stk. 3. Barnaumboðið viðger ikki ósemjur
millum einstakar persónar, men tey, sum
koma til barnaumboðið vegna ósemjur, fáa
kunning um fyrisitingarlig og løgfrøðilig
rættindi og loysnir.
§ 6. Tagnarskylda er galdandi, men kortini
skal fyrisitingin veita barnaumboðnum allar
upplýsingar, ið hildnar vera neyðugar. Á sama
hátt skulu einstaklingar, feløg og einstaklingasamtøk
geva barnaumboðnum allar upplýsingar,
ið mettar vera neyðugar, arbeiði
barnaumboðnum til frama, sbr. § 3 d) .
Stk. 2. Barnaumboðið skal haraftrat hava
óskerda atgongd til allar stovnar, har børn
búgva ella á ein hvønn hátt hava við børn at
gera, um hetta verður mett neyðugt. Hetta er
galdandi fyri bæði almennar stovnar og
stovnar, sum einstaklingar, feløg ella onnur
einstaklingasamtøk reka.
§ 7. Barnaumboðið og starvsfólk á stovninum
hava tagnarskyldu eftir reglunum í revsilógini.
§ 8. Barnaumboðið setir starvsfólkini á
stovninum sambært játtanum á løgtingsfíggjarlógini
og sambært reglum og
sáttmálum, sum galdandi eru fyri almennar
stovnar.
§ 9. Á hvørjum ári skal barnaumboðið senda
landsstýrismanninum eina frágreiðing um
virksemið i farna ári. Frágreiðingin er almenn
og skal vera prentað áðrenn 1. juli á hvørjum
ári. Annars starvar barnaumboðið sjálvstøðugt
og er í virki sínum óheft av tí almennu
fyrisitingini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger eina neyvari
reglugerð um virksemi hjá barnaumboðnum
eftir uppskoti frá umboðnum.
§ 10. Barnaumboðið er eisini fevnt av
løgtingslóg nr. 60 frá 10. mai 2000 um
Løgtingsins Umboðsmann í teim førum, har
henda lógin ikki hevur serligar ásetingar.
§ 11. Løgtingslógin kemur í gildi 1. juli 2012.
Viðmerkingar:
Gerandisdagurin hjá børnum okkara er í eini broytingartíð. Tað at vera barn í dagsins samfelag er
ein leiklutur í kapprenning við tíðina. Væltilrættislagdi gerandisdagurin við føstu klokkutíðunum
gevur børnunum lítlan møguleika at vera børn uttan at skula eitthvørt. Samstundis er ávirkanin frá
miðlum, telduspølum, alnótini og videospølum so ógvuslig, at viðbrekna barnasálin lættliga følnar
ella skeiklast úr síni upprunaligu og óspiltu barnatilveru. Tíðarskeiðið, tú ert barn í friði og náðum,
er um at vera farið, ella stendur fyri stórum hóttanum.
Samstundis eru málini um siðamisbrot og skipaðan kynsligan ágang móti børnum vorðin
gerandiskostur við dómstólarnar.
Eingin ivi er um, at foreldrini hava fulla ábyrgd av at uppala og verja síni børn móti hóttanum í
gerandisdegnum, tað veri seg stakhendingum ella framhaldandi ávirkan, men bæði børn, foreldur
og politikarar fáa gagn av einum barnaumboði, sum skal tryggja, at samfelagið alt virðir
rættindi, tørv og lógarætt barna, og virkar hareftir.
Grein 3 lýsir nágreiniliga innihaldið í arbeiðinum hjá barnaumboðnum.
Øll kunnu koma við eini áheitan til barnaumboðið, sum eisini kann taka mál upp til viðgerðar, men
barnaumboðið viðger tó ikki ósemjur millum einstakar persónar.
Barnaumboðið kann hava barnatelefon ella heimasíðu, har børn kunnu ringja og skriva og soleiðis
leita sær hjálp og upplýsing.
Barnaumboðið arbeiðir óheft og er ikki á nakran hátt knýtt at aðrari almennari fyrisiting, eitt nú
Almannastovuni.
Lógaruppskotið hevur fyrimynd sína í galdandi lógum um barnaumboð í grannalondum
okkara.
Barnaumboðið er eisini fevnt av løgtingslógini um Løgtingsins Umboðsmann í teim førum, har
henda lógin (lógin um barnaumboð) ikki hevur serligar ásetingar.
Skipanin verður mett at kosta landskassanum 750.000 kr árliga.
Føroyar hava fleiri ferðir fingið viðmerkingar frá ST um, at føroysk barnarættindi ikki eru nóg væl
tryggjað, og er hettar uppskotið ein liðuri í at betra um rættartrygd føroysku barna.
Á Løgtingi, 6. mars 2012
Sirið Stenberg Páll á Reynatúgvu