Lýsing

Kvinnur og (onki) vald

Í løtuni er ongin kvinna í landsstýrinum og bert 24% av valdu løgtingsfólkunum eru kvinnur.

Sitandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, úr Sambandsflokkinum, heldur, at vit skulu bíða 10 ár, áðrenn kvinnur koma framat valdinum… Hugsa um tað eina løtu. 10 ár.

Eg sigi, at vit kunnu og skulu broyta hetta hósdagin 8. desember. Tað er onki at bíða við. Vit vilja broyting NÚ – ikki um 10 ár!

Til seinasta løgtingsval var ikki ein einasta kvinna á topp 10 listanum. Menninir á topp-10 listanum fingu tilsamans 9638 persónligar áðrenn Ingilín D. Strøm kom inn sum nummar 11 á listanum við sínum 548 atkvøðum.

Ingilín D. Strøm er einasta beinleiðis valda kvinna hjá Javnaðarflokkinum, sum fekk sjey umboð til seinasta løgtingsval. Sama skil er hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, sum bert hava eina tingkvinnu í Løgtinginum. Hjá Framsókn, Miðflokkinum og Sjálvstýrinum er ongin kvinna vald.

Tjóðveldi slóðar fyri

Tjóðveldi hevur sum einasti flokkur framt javnstøðu í verki seinastu hálvu øldina. Flestu fólkavaldu kvinnur og landsstýriskvinnur í Føroyum eru úr Tjóðveldi.

Fyrstu valdu tingkvinnurnar vóru Karin Kjølbro úr Tjóðveldi og Jona Henriksen úr Javnaðarflokkinum. Hetta var í 1978. Árið fyri, at eg varð fødd.

Fyrsta landsstýriskvinnan var Jóngerð Purkhús, somuleiðis tjóðveldiskvinna. Síðani hava fleiri tjóðveldiskvinnur sitið í landsstýrinum.

Velja tit Tjóðveldi, velja tit eisini javnstøðu bæði á Løgtingi og í einum komandi landsstýri.

Bert til pynt

169 fólk stilla upp til løgtingsvalið hósdagin. Av hesum eru 69 kvinnur, sum svarar til 35% av valevnunum. Tað er bara eitt vet betri enn til løgtingsvalið í 2019, tá 32% av valevnunum vóru kvinnur.

Tað nyttar lítið at hava kvinnur á valevnislistunum, um tær ikki verða valdar. Til undanfarin val tykjast kvinnurnar í mongum flokkum bert at hava verið ífylla. Tær hava ikki fingið rúmd í miðlunum. Tær hava ikki verið førdar fram av flokkinum. Tær hava bert verið til pynt.

Tað er tí gleðiligt, at javnstøða er komin á breddan í almenna rúminum og sostatt eisini í flestu flokkum – fyrst til fólkatingsvalið og nú eisini til løgtingsvalið.

39.017 veljarar hava møguleika at seta krossin við eitt av mongu kvinnuligu valevnunum hósdagin.

Vit vilja broyting. Vit vilja javnstøðu. Hósdagin hava vit møguleikan til at fremja tað í verki.

 

Liljan Weihe

Valevni, Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad