Lýsing

Gylta millumliðið!

Vit kenna tey øll!

 

Tey hava fingið ein blóðtøpp, eina heilabløðing, ella eru løstaði av vanlukku í ferðsluni, ella á arbeiðsplássinum.

 

Summi hava fingið staðfest hesar herviligu sjúkurnar sum parkinson, sclerosu, ella okkurt áloypandi giktaslag. Onnur aðrar avbjóðingar av líknandi slagi.

 

Felags fyri tey øll, er at tilvildin av onkrari orsøk, breyt inn í teirra gerandisdag og teirra virkna familju og arbeiðslív.

 

Við avbjóðingum av kropsligum og sálarligu slagi, sum kollveltu og hóttu dreymin um tað góða og virkna lívið.

 

Hóast nógv viknaðar fortreytir fyri at liva tað góða lívið, so hava flestu teirra eitt seiggj, ein vilja sum dregur tey uppaftur úr myrka dalinum. Takk fyri tað.

 

Samstundis mugu vit ásanna, at umstøðurnar til hesar borgararnar kundu verið væl betri.

 

Eg havi nú í nógv ár stremba eftir at fáa samlaðu polittisku skipanina, at byggja gylta millumliði millum heim og sjúkrahús.

 

Greiningar og venjingarmiðstøðina til øll okkara, sum í dag detta niður ímillum.

 

Ein stovn, eitt slag av viðgerðarsjúkrahúsi, har førleikar verða útgreinaðir og endurvandir. Har allir viðkomandi fakbólkar samvirka í royndini at endurmenna, teir førleikar sum eru viknaðir av íkomna løstinum, ella sjúkuni.

 

Menniskjaliga hevði ein slíkur stovnir verið ein fongur fyri øll, har syndarliga kanossagongdin hjá mongum, kom í eina skipaða legu.

 

Fíggjarliga er nógv at spara hjá landinum, tí at tænastan hevði avloyst meira og minni tilvildarlig tilboð, her heima og í øðrum londum.

 

Undirritaði fekk undirtøku frá meirilutanum í fíggjarnevndini, fyri at geva landsstýrismanninum í heilsumálum eina játtan til at fyrireika ein slíkan stovn. Tíverri hevur landsstýrismaðurin einki gjørt fyri pengarnar. Null og nada.

 

Finst politisk semja, um at gera eina greiningar og endurvenjingarmiðstøð í Føroyum, so hava vit bæði gjørt komandi brúkarunum, og landinum væl, tí tá hava vit skapt tað gylta millumliðið.

 

Tænastuna sum tryggjar at flestu av okkara borgarum, sum í dag detta millum skipanir, fáa eitt samanhangandi tilboð at menna restførleikan til luttøku í samfelagnum.

 

Her er nógv at vinna. Fakliga, fíggjarliga og serliga menniskjaliga.

 

Set tí krossin á trygga grund!

 

Páll á Reynatúgvu

Løgtingsmaður

Tjóðveldi

 

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad