Lýsing

Uppskot um at yvirtaka loftrúmið

Løgtingsmál nr. 178/2011: Uppskot til løgtingslóg um at taka loftrúmið undir føroyskt
løgræði og fyrisiting

§ 1. Føroyska loftrúmið innan 200
fjórðinga sjómarkið og búskaparumveldið
verður tikið undir føroyskt løgræði og
fyrisiting frá 1. januar 2013 at rokna.
§ 2. Føroyskir myndugleikar taka við
teimum avtalum og sáttmálaskyldum, sum
eru gjørdar føroyska loftrúminum
viðvíkjandi.
§ 3. Hendan lóg fær gildi dagin eftir, at
hon er kunngjørd.

Viðmerkingar
Umsitingin av føroyska loftrúminum er í dag løgd til íslendskar myndugleikar at umsita.
Eftir at radarin á Sornfelli er sløktur, hava samráðingar verið millum íslendskar og danskar
myndugleikar um nýggja tøkni og aðrar spurningar viðvíkjandi umsitingini av loftrúminum.
Samstundis eru stórar broytingar í ferð við at henda innan Evropasamveldið, har nýggjar
navigerings- og samskiftisskipanir skulu setast í verk, og har ætlanir eru um at samskipa
umsitingina av loftrúmunum hjá einstøku londunum í Evropa.

Samstarv við londini kring Norðuratlantshav
Lond sum Ísland og Noreg hava longu fyrireikað seg til nýggja veruleikan í
Norðuratlantshavi og hava orðað ætlanir og strategiir fyri, hvussu tey kunnu fáa ein virknan
leiklut í tí tómrúminum, sum hevur tikið seg upp, eftir at hernaðarligu samskiftis- og
eftirlitsskipanirnar verða niðurlaðaðar.

Sostatt verður nú beinagrindin sett saman, ið fer at binda saman alla umsiting, inntøkur og
tøkniliga menning á loftferðsluøkinum og í loftrúminum í okkara parti av heiminum.
Eingin orsøk er til, at Føroyar lata Danmark gera avtalur við onnur um okkara loftrúm.
Danmark tykist als ikki at hugsa um føroysk áhugamál ella at hava nakra ætlan fyri leikluti
Føroya í teimum samráðingum og broytingum, ið fara fram.

Danski ráðharrin við ábyrgd fyri økinum hevur higartil enn ikki kunnað upplýst, hvussu nógv
flogfør fara gjøgnum føroyskt loftrúm árliga, ella hvat gjald tey lata.

Vit kunnu eins væl sjálvi taka ræði á økinum og síðani hava okkara egna leiklut við
samráðingarborðið. Á henda hátt vinna vit okkum samtundis innlit og vitan um, hvussu
loftrúmið kann gerast eitt fakligt, tøkniligt og møguliga fíggjarligt tilfeingi fyri Føroyar. Vit
vinna okkum altjóða støðu og royndir sum áhugaverdur samráðingarpartur – og vit kunnu
fara undir at velja okkara egnu strategiir og loysnir til frama fyri føroyska samfelagið.
Metingar um gjøld o.a.

Ógjørligt er í løtuni at fáa neyvar og haldgóðar upplýsingar um, hvat fyriferst í føroyskum
loftrúmi – og trupult er at meta um, hvørji gjøld verða tikin og kunnu takast frá flogførum í
føroyskum loftrúmi.

Greitt er, at ICAO-sáttmálin ásetir, at gjøld skulu byggjast á rakstrar- og íløguútreiðslur fyri
ta tøkni og tey starvsfólk, ið krevjast fyri at umsita lofrúmið og veita tænastur.
Men greitt er ikki, hvat júst hetta fevnir um.

Í hvussu er kann staðfestast, at ymiskt er, hvussu høg gjøld tey ymsu londini í Evropa taka
fyri flúgving gjøgnum síni loftrúm.

Eitt nú tekur Bretland eitt lutfalsliga høgt gjald, ið gevur rættiliga stórar inntøkur tilsamans.
Inntøkur, ið tykjast vera væl størri enn kostnaðurin at hava eftirlit við loftrúminum.

Tjóðveldið hevur útvegað sær upplýsingar til eina meting, ið sjálvsagt skal takast við størsta
fyrvarni og fyrst og fremst skal lýsa, hvussu gjøld verða roknað út aðrastaðni.

Í talvuni niðanfyri verður víst, hvussu gjøld verða ásett aðrastaðni, og eitt roknidømi er gjørt
fyri Føroyar.

Ein eindarprísur verður ásettur í mun til slag av flogfari og í mun til vekt. Síðani verður
goldið eftir, hvussu langan tein eitt flogfar ferðast í loftrúminum.

Vit hava sett talið av flogførum í føroyskum loftrúmi í mun til talið av flogførum í
íslendskum loftrúmi – og hava varilsiga mett, at 74.000 flogfør eru í føroyskum loftrúmi
árliga.

Eindarkostnaðurin í Evropa liggur millum 55-70 Euro (Bretland er tó hægst við 81,83 Euro),
og vit hava tí varisliga sett ein eindarkostnað upp á 60 Euro.

Síðani hava vit býtt sundur millum trý sløg av flogførum, ið hava ymiskan eindarprís.
Sambært hesum metingum kunnu vit í minsta lagi staðfesta, at eingin trupulleiki skuldi verið
at fíggjað eina egna loftrúmsumsiting við íløgum, arbeiðsplássum og tøkni. Og hetta eigur
samstundis at vera týðandi fíggjargrundarlag undir íløgunum í framtíðarflogvøll í Føroyum
og menning av føroyskum førleikum á økinum.

Á Løgtingi, 29. februar 2012
Høgni Hoydal Sirið Stenberg Páll á Reynatúgvu
Bjørt Samuelsen Gunvør Balle Kristina Háfoss

Deil hesa grein umvegis
468 ad