Vit mugu hava sálarliga skaðastovu
Tá ið vit koma í eina kropsliga bráðfeingisstøðu, so kunnu vit fara á skaðastovuna og fáa hjálp. Er talan tó um eina sálarliga bráðfeingisstøðu, ja so mugu vit ofta bíða í fleiri dagar, áðrenn hjálp er at fáa. Tá er oftani ov seint. Vit mugu hava eina sálarliga skaðastovu, ið kann veita bráðfeingishjálp.
Herfyri fekk eg eina søgu sendandi frá einari, ið vildi fortelja mær, hvussu lívið er sum ung kvinna í Føroyum, ið stríðist við ADHD, angist og autismu. Hon vísir á týdningin at fáa styrkt psykiatriina, men ikki minst at vit fáa eina sálarfrøðiliga skaðastovu, so at hjálp er at heinta, tá ið vit eru í eini bráðfeingisstøðu. Við loyvi frá henni, deili eg her eitt brot úr tí, hon skrivaði til mín:
“Og í fleiri kvøld og nætur, tá eg hevdi tað soleiðis, spurdi eg mammu, um vit ikki kundu fara til læknan at fáa hjálp, um eg ikki kundi fáa medisin beint nú, og hetta var á miðjari nátt..
Har mamma svaraði mær aftur, at Nei góða tað kunnu vit ikki, tí vit hava ikki tann møguleikan her i Føroyum.. Tað, haldi eg, er alt ov langt úti, at man ikki kann fáa hjálp, tá man hevur brúk fyri henni…”
Sum tingkvinna havi eg roynt at fáa hetta evnið á dagskrá. Tað hevur týdning, at vit styrkja sálarheilsuøkið í Føroyum á fleiri økjum. Tað nyttar einki, at tað tekur dagar og longur enn tað, áðrenn tú fært hjálp. Bráðfeingishjálp skal vera klár – líkamikið um vit hava tørv á kropsligari ella sálarligari bráðfeingishjálp.
Hervør Pálsdóttir,
Valevni fyri Tjóðveldi