Lýsing

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Løgtingsmál nr. 180/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
vinnuligan fiskiskap

§ 1.
Í løgtinslóg nr. 28 frá 10. mars 1994
um vinnuligan fiskiskap, sum seinast
broytt við løgtingslóg nr. 112 frá 2.
september 2011, verða gjørdar hesar
broytingar:
1) § 7, stk. 3, nr. 2 verður orðað
soleiðis:
"Eigararnir av øllum
eginpeninginum, herundir
partapeninginum, umframt
ábyrgdarpeninginum, skulu
lúka treytirnar í § 7, stk. 2.”
2) § 7, stk 3, nr. 3 verður orðað
soleiðis:
"Broytast ognarviðurskiftini í
ósamsvari við § 7, stk, 3, nr. 2,
fellur veiðiloyvi/ fiskiloyvi
burtur.”
3) Í § 7, stk. 3 verður sum nr. 4
sett:
"Fyri feløg, ið hava havt
útlendingar sum eigarar, skal
útlendski ognarluturin vera
burtur innan 1. januar 2018, og
feløgini lúka treytirnar í § 7,
stk. 3, nr. 2 og § 7, stk. 3, nr. 3.
§ 2.
Henda lógin fær gildi frá framløgudegnum.

Almennar viðmerkingar
Endamálið við hesum lógaruppskoti er at seta forboð fyri útlendskum eigaraskapi í
føroyskum fiskiførum, soleiðis at avgerðarætturin, vinningurin og rættindini til at
troyta føroyska tilfeingið ikki endar uttan fyri ræðið hjá føroyska fólkinum.
Atvoldin er tann støðan, at í alt størri mun hevur spekulasjón í fiskirættindum vundið
uppá seg, og hetta verður í stóran mun fíggjað gjøgnum útlendskar íleggjarar, sum
eftir lógini í dag kunnu eiga upp til ein triðing í feløgum, sum reka føroysk fiskifør.
Umvegis atknýtt feløg bendir alt á, at peningur verður læntur ímillum, soleiðis at bæði
vinningur í feløgunum, og tann veruligi avgerðarrætturin endar hjá útlendska
íleggjaranum. Føroyski parturin gerst harvið í nógvum førum eitt strámannavirksemi
fyri útlendsku kapitaláhugamálini, har avgerðarættur og vinningur fer av landinum.
Hyggja vit at gongdini í flotanum bara seinastu fáu árini, so verður ein alt størri partur
av bæði heimaflotanum, uppisjóvarflotanum, flakatrolarunum á fjarleiðum og
ídnaðarskipunum savnaður hjá feløgum, ið hava útlendskar eigarar og íleggjarar aftan
fyri seg.

Í lógini um vinnuligan fiskiskap er í dag ásett, at bert ein triðingur av ognarlutinum og
avgerðarrættinum kann vera útlendskur. Og roynt hevur verið at sett reglur inn, ið
skulu tryggja, at hetta krav verður hildið. Sostatt hevur breið semja verið um, at
avgerðarættur, vinningur og eigaraskapur skal vera á føroyskum hondum.
Hetta kravið í lógini skal sjálvandi haldast, eftirlitið herðast, og brot skulu fáa
avleiðingar.

Men tað tykist alt ov lítið gjøgnumskygt og merkt av stórum ivamálum at tryggja
upprunaliga endamálið við ásetingini.

Tí skjýtur Tjóðveldi upp at gera støðuna púra greiða: At seta útlendska ognarlutin til
null – og harvið gera tað munin einfaldari at halda neyvt eftirlit við strámannavirksemi
og kreativum loysnum.

Til § 1, nr. 1.
Ásett verður, at eigararnir av øllum eginpeninginum, herundir partapeninginum,
umframt ábyrgdarpeninginum skulu lúka treytirnar í § 7, stk.2, tvs. at teir skulu hava
fast tilknýti til Føroyar, allir skulu vera skrásettir í fólkayvirlitinum seinastu tvey árini,
og allir skulu vera fult skattskyldugir í Føroyum.
Til § 1, nr. 2.
Ásettar verða reglur um, í hvørjum førum veiðiloyvi/fiskiloyvi fellur burtur.
Til § 1, nr. 3.
Ásettar verða reglur um, nær útlendski ognarluturin fellur burtur.
Til § 2.
Í hesi lóg verður skotið upp, at hon fær gildi frá framløgudegnum, so eingi nýggj mál
við útlendskum eigaraluti í fiskiførum taka seg upp. Og at tey reiðarí, sum hava
útlendskan ognarlut í dag, fáa knøpp 6 ár at fáa viðurskiftini í rættlag.

Á Løgtingi, 29. februar 2012
Høgni Hoydal Sirið Stenberg Páll á Reynatúgvu
Bjørt Samuelsen Gunvør Balle Kristina Háfoss

Deil hesa grein umvegis
468 ad