Lýsing

Føroyar skulu hava atgongd fyri øll og fremja brekpolitisku virkisætlanina  

Í gjár var altjóða dagur hjá teimum, ið bera brek.

 

Í Tjóðveldi hava vit brúk nógva orku í hesum valskeiði at lurta eftir fólki, avvarðandi og felagsskapum – og at gera uppskot og orða mál fyri tí atkomiliga og javnsetta samfelagnum.

 

Í valskránni hava vit lagt dent á hesi mál:

 

Vit vilja fremja brekpolitisku virkisætlanina í samstarvi við MEGD og øll avvarðandi – og skipa eitt brekumboð, sum støðugt viðger og tryggjar rættindini, eisini við støði í sáttmálanum hjá ST, sum vit hava bundið okkum til.

 

  • Atkoma skal vera eitt krav til alla bygging og almenn rúm.
  • Bústaðir og heim til fólk við serligum tørvi skulu áhaldandi byggjast.
  • Fyritíðarpensjónistar skulu hava betri kor og eftirløn.
  • Broytingi í skipanini við tillagaðum starvi, sum núsitandi samgonga gjørdi munin verri fyri summar bólkar, skal fáast aftur til fult lønarendurgjald.

 

X við E

Høgni Hoydal

 

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad