Lýsing

UTTANRÍKISPOLITIKK, SUM SLÓÐAR OG BEINIR BURTUR STIKINI

Uttanríkispolitikkur er sera sera týdningarmikil fyri eitthvørt land. Tað er har, vit kunnu vinna Føroyum týðandi rættindi og møguleikar. Kunnu samstarva við onnur lond um handil, fiskiveiðuavtalur, um limaskap í altjóða felagsskapum osfre. Har tala vit okkara søk, og luttaka í geo- og stórpolitiskum samstarvi. Tað er … um vit sleppa.

Vit vilja, og eru til reiðar at traðka út í heimin og taka ábyrgd av okkara egnu viðurskiftum. Vit hava vitanina og sjálvsálitið til at taka fulla altjóða ábyrgd. Tað kunnu vit ikki í verandi skipan. Troyggjan er ov trong, uttanríkispolitiska (ó)heimildarlógin, heimastýrislógin og grundlógin eru blivin haft um beinið og stika okkum inni.

 

SENDISTOVUR VIÐ DONSKUM GIRÐINGUM

Vit hava nú sjey sendistovur, sum røkja føroysk áhugamál kring næstan allan heimin. Vit duga nakað millum onnur lond. Men sendistovur okkara sleppa hvørki at luttaka ella handla á sama hátt, sum aðrar sendistovur. Ja, í roynd og veru sleppa vit heldur ikki alment at kalla hetta sendistovur, men bara umboðan. Stikini gera, at vit brúka meginpartin av okkara orku uppá at fáa onnur at síggja okkum, at sleppa á fund og verða viðurkend sum ein samstarvspartur. Tí vit eru ikki eitt ordiligt land. Vit passa ikki í altjóða formarnar, og sleppa tí sjáldan útum stikini.

Uttanríkismál eru tíverri framvegis danskt málsøki. Uttanríkistænasta okkara ger eitt megnar professionelt arbeiði. Vit luttaka, handla og royna at spæla okkara part, so væl, sum yvirhøvur til ber. Men tá av tornar, er tað er uppá náði av Danmark. Tænir tað teimum, at vit luttaka her og har, ja, so sleppa vit. Ger tað ikki, so er sjáldan náði.

AT VERA ELLA IKKI VERA

Tá tað snýr seg um samstarv millum heimsins lond, so eru sjálvstøðugu londini í fremstu deild – tey eru javnbjóðis samstarvspartar og kunnu gera avtalur og samráðast um hvat tað skal vera. Í 2. ella 3. deild eru vit Føroyar, saman við øllum hjálondum og londum við meir og minni sjálvstýri, men sum hoyra til eitt annað land.

 

Tá vit tosa um uttanríkispolitikk, eru flestallir flokkar samdir um, hvussu neyðugt tað er, at Føroyar eru sjálvstøðugur limur í felagsskapum, sum hava týdning fyri okkum. Vit hava roynt í nógv ár og brúkt ófatiliga orku uppá at gerast limur í eitt nú Norðurlandaráðnum, WTO og Arktiska Ráðnum. At yvirtaka loftrúmið, at koma uppí EFTA og gera fríhandilsavtalur við nógv ymisk lond, o.s.fr., o.s.fr..

 

Í ítrótti eru øll eisini púra samd um, at vit mugu gerast sjálvstøðugir limur í Olympiska felagsskapinum og í altjóða felagsskapum innan fótbólt, hondbólt, svimjing og aðrar ítróttargreinar. So vit kunnu kappast undir føroyskum flaggi og verða sædd og vird sum onnur lond.

 

AFTUR OG AFTUR UPPÁ NÁÐI

Fyri at sleppa at vera við har, sum øll hini londini eru, mugu vit hvønn einasta dag: Dúva uppá vælvild frá øðrum londum, dúva uppá undantøk, dúva uppá at danska skipanin vil taka kampin fyri okkum (um tað ikki er ímóti teirra áhugamálum). Stríðast fyri at verða nevnd í altjóða avtalum og fráboðanum. Stríðast fyri at verða kallaði eitt land og ikki ‘sjálvstýrandi øki’, sum Danmark tvíheldur um. Stríðast fyri at fáa neyðuga kunning, sleppa til fundir, luttaka í felagsskapum o.s.fr.. Stríðast fyri at yvirtaka øki, um danir ikki halda tað tænir teimum. Taka sama kamp umaftur og umaftur við skiftandi embætisfólkum og stjórnum.

Tað eru 100-tals dømir um hvussu innistikaði og skerd vit eru, tí vit ikki kunnu virka sum egið, sjálvstøðugt land millum aðrar tjóðir. Sum víst á í ‘Frágreiðing um uttanríkismál’ handað løgtinginum í 2019, eru vit avmarkaði, eisini á økjum, sum vit hava yvirtikið:

“Uttanríkispolitiska lógin hevur eina óhepna avmarking, tá ið talan er um altjóðarættarligar sáttmálar á yvirtiknum málsøkjum, ið viðvíkja bæði Føroyum og Grønlandi. Tá ber ikki til hjá landsstýrinum einsamøllum at samráðast, men skal landsstýrið samráðast saman við Grønlandi, undir navninum “Danmarkar kongsríki, Føroyum og Grønlandi viðvíkjandi,” stytt DFG. Treytin er, at talan er um sáttmálar ella felagsskapir, har Danmark sum so ikki er sáttmálapartur.” Og: “Frá  danskari  síðu  verður tvíhildið um, at tað orsakað av grundlógini ikki ber til at fara víðari enn uttanríkispolitisku lógina frá 2005.”

Ríkisrættarligu viðurskiftini – tað at Føroyar ikki eru eitt sjálvstøðugt ríki – er ein onnur avbjóðing í hesum sambandi, tí serliga lond, ið hava sjálvstøðugar ríkispartar, eru varin at gera fríhandilssáttmálar við lond, sum ikki eru fullveldisríki.

OKKARA VAL

So kunnu vit velja: Støðuna, at onnur mugu orna tingini fyri okkum? Ella hugsjónina, at vit taka ábyrgd av egnum landi, og harvið fáa nógvar møguleikar fyri fólkið, land okkara og vinnuna. Tá vit kunnu knýta sambond og virka á jøvnum føti við onnur lond. Hvørjar Føroyar velur tú?

 

X við E

Bjørt Samuelsen

 

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad