Uppskot um broyting í løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn
Løgtingsmál nr. 181/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um javnstøðu
millum kvinnur og menn
§ 1.
Í løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994 um
javnstøðu millum kvinnur og menn verður í §
8 aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett:
”Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 eru eisini
galdandi, tá ið landsstýrismaðurin velur ella
útnevnir limir til aðrar nevndir, ráð, umboð
ella líknandi.”
Stk. 2 verður eftir hetta stk. 3.
§ 2.
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at
hon er kunngjørd.
Kap. 1. Almennar viðmerkingar
§ 8 í javnstøðulógini sigur soleiðis um nevndir og ráð: Allar almennar nevndir, ráð, umboð og
líknandi, sum fyrisitingarvaldið útnevnir, skulu verða sett saman soleiðis, at umleið eins nógvir
limir av báðum kynum eru umboðaðir. Sama er galdandi fyri tær nevndir, ráð, umboð og líknandi,
sum Løgtingið og bý- og bygdaráðini útnevna, tá ið tey, ið útnevnast skulu, ikki nýtast at vera
løgtings- ella bý/bygdaráðslimir.
Stk. 2. Tá ið serligar grundir eru fyri tí, kann Javnstøðunevndin geva undantaksloyvi í hvørjum
einstøkum føri ella fyri eina yrkisgrein sær.
Ásetingin um javnstøðu røkkur sostatt ikki inn í partafeløg, sum tað almenna eigur, ella eigur í. Við
broytingini verður tað eitt krav, at tá tað almenna – til dømis landsstýrisfólk – velur nevndarlimir til
partafeløg, skulu umleið eins nógvir limir av hvørjum kyni veljast.
CEDAW-nevndin (Convention on the Elimination of Discrimination against Women) hjá ST vísir í
síni seinastu frágreiðing á, at myndugleikarnir kunnu gera meira fyri at fremja javnstøðu í Føroyum.
Nevndin mælir beinleiðis til at fremja kynsrættan (gender mainstreaming) í fyrisitingarligum og
løgfrøðiligum arbeiði og seta fyribils kvotuskipanir í verk fyri at stimbra tilgongdini móti fullari
javnstøðu. Og her vísir nevndin serliga á manglandi javnstøðuna á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum.
Uppskotið fylgir sostatt hesum tilmæli við at víðka kvotuskipanina, sum longu er í grein 8, til eisini
at fevna um vinnuligt virksemi hjá tí almenna.
Hyggja vit eftir okkara samfelag sum heild, so er eyðsýnt, at lutfallið av kvinnum í mun til menn í
eitt nú nevndum, leiðarastørvum, í politikki og sum meiningsmyndarar er lágt í mun til kynjabýtið
annars. Hetta merkir, at nógv færri kvinnur enn menn eru við til at taka tær avgerðir, sum ávirka
gongdina í samfelagnum. Hetta merkir eisini, at tey, ið taka avgerðir og velja fólkini til ymiskar
sessir, ikki hava ein nóg breiðan skara at velja ímillum, tá fólk skal veljast til vinnuligar nevndir og
stjórnir.
Uppskotsstillararnir halda, tá landið gongur á odda og vísir, at javnstøða eisini er galdandi fyri
vinnuligt virksemi, so fer tað privata at fylgja eftir. Uppskotið er tí eisini ætlað at eggja bæði
landsstýrisfólkum og vinnuni at gera ein javnstøðupolitikk í mun til kynsjavnvág í nevndum og
stjórnum hjá vinnuligum fyritøkum.
Lógarbroytingin leggur upp til, at í teimum førum, har fleiri partaeigarar eru, átekur landið sær at
samskifta við hinar partaeigararnar um nevndarval soleiðis, at javnstøða verður tryggjað í
nevndunum.
Uppskotssetararnir leggja dent á, at tað altíð eru royndir og førleikar, sum eiga at verða sett fremst,
tá nevndarlimir verða valdir. Tað ber væl til, at finna væl skikkaðar persónar av báðum kynum til
allar nevndarsessir í almennum partafeløgum, og halda uppskotssetararnir tí ikki nakra orsøk vera
til, at almenn partafeløg eru undantikin ásetingini um javna umboðan eftir § 8.
Kap. 3. Serligar viðmerkingar
Til § 1
Við broytingini er ásetingin ikki longur avmarkað til almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi,
men fevnir t.d. eisini um tey føri, har landsstýrismaðurin sum parteigari velur (ein, fleiri ella allar)
limir í partafelagsnevndir.
Landsstýrismaðurin skal velja soleiðis, at hann fær eina samanseting millum teir limirnar í øðrum
nevndum, ráðum, umboðum og líknandi, sum landsstýrismaðurin velur, har eins nógvir limir av
báðum kynum eru umboðaðir. Hetta merkir, at í teimum førum, har landsstýrismaðurin, sum
higartil, velur allar limirnar, skulu umleið eins nógvir limir av báðum kynunum verða umboðaðir.
Velur landsstýrismaðurin bara ein ella nakrar av limunum í øðrum nevndum, ráðum, umboðum og
líknandi, eitt nú partafelagsnevndum, skal landsstýrismaðurin velja sínar limir soleiðis, at
samansetingin millum hesar umleið verður soleiðis, at eins nógvir limir av báðum kynum eru
umboðaðir.
Til § 2
Áseting um gildiskomu
Á Løgtingi, 29. februar 2012
Bjørt Samuelsen Aksel V. Johannesen