Fíggjarligt skynsemi er fortreytin fyri sjálvbjargni
Tað at umsita skattakrónurnar skynsamt hjá okkara borgarum er at lata politikarum eitt stórt álit og vald upp í hendi, og tí skulu vit politikarar hava stóra virðing fyri skattaborgarans peningi. Nakrir flokkar hava tikið patent uppá á figgjarligt skynsemi, kanska serliga teir, sum pr definitión áttu at havt fíggjarligt skil á, men sum í veruleikanum oyðsla við skattaborgarans pengum. Tí kann tað loysa seg at kanna nærri eftir, hvussu veruleikin sær út, og hvussu flokkarnir føra fíggjarpolitikk í verki.
I seinastu býráðssetu hevði undirritaða tann framíhjárætt at vera borgarstjóri saman við Tjóðveldi og Framsókn. Vit løgdu stóran dent á at reka kommununa forsvarliga og skynsamt fíggjarliga. Langtíðarætlanir vórðu gjørdar fyri íløgur, soleiðis at gjøgnumskygni var í, nær íløgurnar vórðu gjørdar og fyri at minka um tær stóru framflytingarnar av íløgum, sum ikki blivu framdar.
Hetta førdi við sær, at vit megnaðu at fremja stórar íløgur hetta 4 ára skeiðið fyri 1 milliard kr, íløgur i skúlaøkið, Skúlan á Fløtum, mentanarøkið við bygging av nýggjum Musikkskúla, eldraøkið við rehabiliteringsdepilinum, URD, í Hoyvík, í nýggjan barnagarð á Flat, í ítróttarøkið við m.a. langhylinunum og vælveruøkinum í Gundadali og í trivnaðin hjá havnaborgarum við bátahylinum í Àlakeri bara fyri at nevna nakrar av teimum stóru íløgunum. Vit framdu hesar íløgur uttan at taka eina krónu í láni.
Samstundis sum hetta varð gjørt, goldu vit lánini hjá Tórshavnar kommunu út, soleiðis at kommunan bleiv skuldarfrí. Hetta kunnu vit gleðast um nú rentan hækkar, og tað er vorðið dýrt hjá bæði landi og kommunum at hava stóra lániskuld at gjalda aftur. Orsakað av fíggjarligu støðuni við hækkandi rentu, infaltiónini, dýrari olju v.m. kann tað tí vera ein vandakós, at núsitandi býráðsmeiriluti hevur samtykt eina fíggjarætlan við eini lániheimild á 74,5 mió.
Landspolitiskt hevur Tjóðveldi somuleiðis góð úrslit at vísa á fíggjarpolitiskt, har metstór yvirskot vóru á fíggjarlógini, meðan Tjóðveldi sat við fíggjarmálum í árinum 2015-2019. Tjóðveldi setur fíggarligt skynsemi ovarliga, tí skilagóð fíggjarstýring og skynsemi er fortreytin fyri tjóðskaparligum sjálvbjargni.
Annika Olsen, valevni fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið 8 des.