Lýsing

Uppskot um at samskipa tilboð til fólk við serligum tørvi

Løgtingsmál nr. 185/2011: Uppskot til samtyktar um samskipan av tænastum til føroyingar
við serligum avbjóðingum

Løgtingið heitir við hesum á landsstýriskvinnuna í almannamálum um – saman við landsstýrismonnunum
í heilsumálum, mentamálum og vinnumálum – í 2012 at gera og leggja fyri Løgtingið
frágreiðing um, hvussu vit til fulnar samskipa tænastur til føroyingar við serligum avbjóðingum,
fyri at veita eina so góða tænastu sum møguligt, herundir m.a. tryggja at føroyingar við serligum
avbjóðingum frameftir bara skulu venda sær til eitt stað fyri at fáa neyðugu tænastuna.

Viðmerkingar
Vit hava seinastu árini ment sernámsfrøðiliga økið. Enn er tó langt eftir á mál, áðrenn vit veita tað
samskipaða tilboðið, ið brúkarin hevur tørv á.

Settar eru á stovn nógvar ymsar tænastur tvørtur um aðalráð, tvørtur um stovnar og tvørtur um land
og kommunur.

Sera trupult er at fáa neyðuga yvirlitið hjá einstaka brúkaranum, og skal viðkomandi og/ella familja
og avvarðandi venda sær til ótalligar dyr, áðrenn komið er á mál við einum heildartilboði. Tí verða
somu upplýsingar ofta givnar og viðgjørdar fleiri staðni, og óneyðugt dupultarbeiði í stóran mun
framt. Hartil verður eingin persónlig menningarætlan ella uppfylging gjørd.

Neyðugt er, at brúkarar frameftir kunnu venda sær til eitt stað, ið samskipar øll viðurskifti vegna
brúkaran.

Á henda hátt verður tryggjað ein skjót og góð tænasta.

Samstundis kann størri samskipan tryggja størri samstarv tvørturum ymsu eindirnar. Hetta fer aftur
at bera við sær størri vitanardeiling, betri gagnnýtslu av førleikum, og at fleiri og betri tænastur
kunnu veitast.

Dømi um nakrar stovnar og tænastur, sum brúkarar í dag skulu venda sær til fyri at fáa
heildartænastu:

• Ráðgeving (Sernám íroknað fyrrverandi NSR-tænastur)
• Umlætting og ymsar stuðulsskipanir (Almannastovan/Nærverkið)
• Hjálpartól og ráðgeving (HTM – partur av Almannastovuni)
• Uppfylging, kanningar, greining v.m. (Landssjúkrahúsið, kommunulækni, Sernám)
• Stuðulsfólkatænasta til børn og vaksin (Nærverkið/Almannastovan)
• Dagrøkt/vøggustova/barnagarður (Kommunan)
• Fólkaskúlar kring landið, ið hava serstovur (t.d. autismu ella fjølbrek) (Kommunan)
• Skúlin á Trøðni og Rásin (Mentamálaráðið)
• Bústovnar og vardar bústaðir
• Verkstaðir (Nærverkið/Almannastovan)
• Vard størv (Ymiskt)

Nógv fíggjarlig orka verður løgd í ymsu økini, tó uttan at henda kemur brúkaranum so nógv til
góðar, sum hon hevði, um tænasturnar í størri mun vórðu samskipaðar.

Heimtøka av tænastum
Eisini verða í dag nógvir føroyingar sendir av landinum á hvørjum ári, tí neyðuga tænastan ikki
verður veitt í Føroyum. Í alt verða 43 mió. kr. nýttar í 2012 til hetta endamál.

Hóast tað altíð fer at vera tørvur hjá nøkrum at fara uttanlands, so fer við røttu samskipan av
tænastum at verða møguligt at kunna bjóða somu ella betri tænastur fyri somu játtan í Føroyum, tá
umræður tey flestu. Neyðugt verður tó, at stig verða tikin til at skapa hesi tilboð í verki, og skal
hetta tí eisini vera eitt mál hjá sernámstænastuni.

Arbeiðsbólk at gera uppskot
Fyri at røkka hesum málum verður mett rætt, at settur verður ein arbeiðsbólkur við umboðum frá
Almannamálaráðnum, Mentamálaráðnum, Heilsumálaráðnum, Vinnumálaráðnum, kommununum
og Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, ið umboðar 24 limafeløg, ið skal gera ítøkiliga frágreiðing
um og uppskot til, hvussu vit frameftir umskipa og samskipa tær eindir, sum í dag virka á økinum.

• Sameinda sernámstænastan skal ikki vera ein nýggjur stovnur afturat verandi, men skal fevna
um ein ella fleiri av verandi stovnum, umframt samskipa tvørtur um

eindir, sum virka í dag.

Sum mest synergi skal fáast tvørtur um tær eindir, sum verða.

• Sernámstænastan skal skipast soleiðis, at sum mest og best kjarnutænasta fæst til brúkaran og
sum minst fyrisiting – sum útgangsstøði innan samlaða verandi játtanarkarm.

• Sernámstænastan skal, við atliti til føroyingar við serligum avbjóðingum, og við brúkaranum í
miðdeplinum, samskipa – og í nøkrum førum fyrisita – eitt nú fylgjandi tænastur:

Greining (diagnosu)
Persónlig og lívslong menningarætlan, uppfylging og ráðgeving
Stuðulstænastan
Umlættingarskipan
Dagrøkt/vøggustovu/barnagarð
Fólkaskúla
Miðnámsskúla
Hægri útbúgving
Frítíðarvirksemi
Vard størv
Verkstøð
Bústovnar
Vardar bústaðir
Hjálpartól o.l.
Ráðgeving til brúkarar, familjur, avvarðandi, kommunur, skúlar, fyritøkur, landið v.m.

• Sernámstænastan skal eisini virka fyri ”heimtøku” av tilboðum, har hetta kann gerast betur í
Føroyum. Hetta við at menna og samskipa tænastur til føroyingar við serligum avbjóðingum –
børn, ung og vaksin – sum við fyrimuni kunnu fáa hesar í Føroyum, heldur enn at verða send av
landinum.

Møguligur kostnaður av hesum arbeiði skal rindast við, at Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið,
Mentamálaráðið og Vinnumálaráðið í felag raðfesta tíð, orku og ávísa peningaupphædd til arbeiðið.
Hetta fer at verða ein skilagóð íløga í framtíðina, og avgjørt neyðugt, um ynskt verður at fáa skipað
almennu tænasturnar soleiðis, at sum mest og best synergi og tænasta fæst fyri tøka tilfeingið.

Vit ynskja einar Føroyar fyri øll
Tað gongur eisini spakuliga rætta vegin. Tó er spurningurin viðvíkjandi samskipan ein afturvendandi
trupulleiki, ið enn ikki er loystur.

Við hesum uppskoti til samtyktar kann Løgtingið seta gongd á eina ítøkiliga tilgongd fyri at veita
føroyingum við serligum avbjóðingum eina betri og meira samskipaða tænastu frameftir.
Hetta fyri at koma nærri málinum, at Føroyar skulu vera fyri øll.

Á Løgtingi, 29. februar 2012
Høgni Hoydal Kristina Háfoss Bjørt Samuelsen
Gunvør Balle Sirið Stenberg Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad