Kommunur skulu hava part av tøkugjaldinum
Kommunurnar – og serliga tær, sum hýsa alivinnuni við alibrúkum á sjónum, smoltstøðum ymsastaðni á landi og hagreiðingarvirkjum á havnarløgunum – skulu fáa størri ágóða av hesi gevandi og vaksandi vinnu, enn tær fáa nú.
Partafelagsskatturin er 18 prosent, og sum er fara 30 prosent av partafelagsskattinum, ið ein alifyritøka rindar, til kommunurnar, har fyritøkan hevur sítt virksemi. Tað er alifyritøkan sjálv, sum ger av, hvussu skatturin skal býtast millum viðkomandi kommunur, men grundgevast skal fyri býtinum.
Tøkugjaldið, sum í góðum tíðum við høgum laksaprísum er tað stóra gullnámið, fer hinvegin í landskassan, alt sum tað er.
Gaman í er alivirksemi altíð ynskiligt hjá einari kommunu, tí við tí fylgja arbeiðspláss, sum muna væl í inntøkuskattinum hjá kommununi, og tað sama ger tað nógva veitaravirksemið, sum er rundan um alivinnuna.
Men samstundis slítur alivinnan tað kommunala undirstøðukervið, serliga havnafasilitetir og vegir, umframt at alivinnan setur stór krøv til kommunalar veitingar, eitt nú góða vatnveiting.
Alivinnan tekur eisini nógv pláss, har hon er, so at tað ofta er lítið pláss fyri øðrum virksemi, ið krevur kajkant og arbeiðsumstøður á einum havnarlagi.
Alsamt fleiri uppgávur verða eisini lagdar út til kommunurnar at umsita, og tí er tað ikki meira enn rímiligt, at tær eisini fáa sín part av tøkugjaldinum.Tað hevði givið kommununum eitt størri fíggjarligt rásarúm, ið helst fer at síggjast væl aftur í fleiri og betri tænastum.
Hyggja vit at Noregi, sum er ein stór alitjóð, fer partur av tí, sum svarar til okkara tøkugjøld, í ein grunn, sum hvørt ár í desember lutar pengarnar út til kommunurnar, har alivirksemið er.
Júst í hesum døgum eru søgur í norsku miðlunum um ovfarakæti í fleiri kommunum, sum á henda hátt hava fingið nógvar milliónir krónur í jólagávu – onkur hendinga kommuna, sum hevði væntað sær meira, er tó minni fegin.
Sjálvur kundi eg hugsað mær, at kommunali parturin av tøkugjaldinum var býttur sundur, so at ein partur bleiv lutaður til allar kommunurnar í Føroyum eftir fólkatalinum, og hin parturin fór til tær kommunurnar, har alivirksemið er.
Sama hvønn lit samgongan, sum verður skipað eftir valið, fær, so má roknast við, at hon fer at breiðka inntøkugrundarlagið.
Í tí sambandinum má eisini roknast við, at tøkugjaldið í alivinnuni fer upp – og tað tolir tað eisini væl, soleiðis sum prísgongdin hevur verið seinastu árini. Tað var eisini tað, sum fráfarandi samgongan hevði stungið út í kortið.
Í sama viðfangi eigur partur av tøkugjaldinum at oyramerkjast til kommunurnar.
Ingolf Sólheim Olsen
løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi