Lýsing

Vælferðarstørv: Hægri løn og betri umstøður

Tað er eingin vegur uttanum. Lønin til vælferðarstørvini má hækka. Og arbeiðsumstøðurnar gerast
nógv betri. Yrkisstoltleikin skal styrkjast. Vit skulu gera tað eggjandi hjá ungum kvinnum og
monnum at nema sær útbúgving og søkja sær starv sum sjúkrarøktarfrøðingur, námsfrøðingur,
heilsuhjálpari ella heilsurøktari.

50 MILLIÓNIR SETAST AV
Tjóðveldi hevur lagt fyri Løgtingið uppskot um at seta serstaka lønarpulju á 50 milliónir krónur til
hesi størv. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu samráðast um, hvussu pengarnir verða býttir. Vit
vita øll, at søguliga eru vælferðarstørvini sett á ov lágt stig, í mun til ta tyngd, ábyrgd og tann
týdning, sum hesi størv hava í samfelagnum.

Hava vit ikki nokk av starvsfólki til hesi størv, so hevur tað stórar avleiðingar fyri lív og
gerandisdag okkara, og fyri privat sum almenn arbeiðspláss. Alt steðgar upp.

Vit vilja eisini stytta arbeiðsvikuna, og tryggja starvsfólki møguleikan at arbeiða fulla tíð. Vit vilja
bøta um arbeiðskorini og møguleikan at førleikamenna seg, og útbúgva fleiri sjúkrarøktarfrøðingar,
námsfrøðingar, heilsuhjálparar og heilsurøktarar.

Tað eigur at verða áhugamál hjá okkum øllum, at tey, ið taka sær av okkara sjúku, veiku, gomlu og
børnunum fáa virðiliga løn og ikki liva í strongd, tí tey ikki fáa endarnar at røkka saman.

Vit hava útgreinað hvat, ið skal til, fyri at lyfta lægstu lønarbólkarnar so tey fáa ráð at liva. Og
onnur átøk at bøta um arbeiðs- og liviumstøðurnar. Heildarætlan okkara “Betri kor og betri løn til
vælferðarstørvini” er at finna á heimasíðuni Tjodveldi.fo.

Og latið okkum hugsa okkum væl um, tá vit brúka heitið "heitar hendur". Tí her er talan um fakfólk,
sum eru minst líka nógv heili og faklig vitan, sum hendur. Tað er teirra tørn nú!

X við E
Bjørt Samuelsen

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad