Lýsing

RISIN OG KELLINGIN HØVDU BLIKNAÐ

Tað, sum Risin og Kellingin ikki megnaðu, sær nú út til at eydnast øðrum spekulantum. Teir hava tikið fiskin. Teir hava tikið firðirnir. Teir eru í ferð við at taka vindin. Og áðrenn vit vita av, fara teir eisini við sjóvarfallinum. Vit fáa lítið og einki afturfyri.
Hetta eyðkennir vanliga menningarlond. Steðga vit ikki gongdini, enda vit sum eitt slíkt. Vit verða eitt fámannaveldi, har fá liva sum greivar og hini sita eftir við molum.
Tað er gott, at privatir og útlendskir íleggjarar vilja gera íløgur í Føroyum, men tá talan er um tilfeingi, er støðan serstøk. Tí tilfeingið er ogn Føroya fólks, og tað kann og skal ikki latast privatum og útlendingum fyri einki. Tað skal koma øllum føroyingum til góðar.
Set kross við Erling Eidesgaard
valevni fyri Tjóðveldi

 

 

 

 

 

 

 

 

 

(Myndin er tikin í august 2017, tá vit júst eru komnir upp á Risan eftir at hava svomið úr Tjørnuvík)

468 ad