Vinna og vælferð – tað drúgva takið
Allir borgarar skulu umframt sítt egna lív, yvirskipað í gerandisdegnum, fyrihalda seg til tríggjar geirar: Almenna geiran, kommunala geiran og vinnuna.
Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur stillað meg upp til løgtingsvalið hósdagin, og tískil bjóði eg meg fram, fyri tann einstaka borgaran, kommunala geiran og vinnuna, at umboða Føroya fólk í ovasta myndugleika okkara, hinum lóggevandi valdinum.
Tað er fremsta ábyrgdin hjá lóggevandi valdinum, at skapa teir karmar, sum vit øll hava tørv á, fyri at samfelagshjólini mala væl og vælferðartænasturnar eru tøkar har sum tørvurin er.
Hetta ovasta vald hevur eisini ábyrgd av náttúru og tilfeingi – vegna okkum øll. Har er fremsta uppgávan, at vit kunnu fáa sum mest møguligt burturúr, við minst møguligum inntrivum.
Á uttanríkispolitsika økinum eigur nógv størri ferð at setast á fyri at fáa fríhandilsavtalur við alt fleiri lond og marknaðir, avtalur, har vit kunnu selja okkara vøru og virka hana til best møguligan prís.
Ovasta valdið ásetir skattir og tilfeingisgjøld, og avgerð hvussu hesar inntøkur skulu býtast millum land og kommunur. Hetta fyri at veita øllum borgarum tilboð um dagstovn, skúla, heilsuverk, eldrarøkt, undirstøðukervi og mentan.
Ovasta valdið skal tryggja, at raksturin í egnum geira er skynsamur, – bygnaðarliga og fíggjarliga. Vit skulu tora at gera broytingar fyri at røkka betri rakstri og betri kørmum fyri starvsfólk og borgarar.
Løgtingið lóggevur fyri kommunurnar, og eigur at vera í nógv tættari samskifti við kommunala geiran, fyri at tryggja kommununum karmar til ein effektivari rakstur. Sjálv arbeiði eg í løtuni við talgilding innan eldraøkið og eri tá javnan á fundum, har eldraøkisleiðslurnar í Føroyum hittast. Tað er greitt, at landið ikki altíð er ein nóg góður viðspælari til at finna bestu loysnirnar, heldur hinvegin, verður ofta bara hildið fram í sama gamla spori.
Vinnan skapar og framleiðir útflutningin, sum vit liva av – hon er framfýsin og virðiskapandi. Eg havi størstu virðing fyri vinnuni og haldi, at tað er serstakliga bergtakandi, at vit hava eitt so fjølbroytt vinnulív, sum megnar at framleiða til heimamarknaðin, og útflyta vøru, vitan og útgerð til m.a. alivinnu og uppsjóvarvinnu um allan heim.
Tá avgerð skal takast um karmarnar hjá alivinnuni og fiskivinnuni, avgerð um tilfeingisrentu ella tøkugjald, so skal hetta gerast í samráð við vinnuna. Lóggevandi valdið skal skilja tørvin hjá vinnuni, og hvussu hon framhaldandi skal megna at vaksa við nýggjum íløgum, og neyðugt er eisini, at vinnan kennir sín týdningarmikla leiklut í vælferðarsamfelagnum.
Almenni geirin, kommunali geirin og vinnan hanga saman – grundin undir vælferðarsamfealgnum – og vit skulu skapa neyðuga javnvág millum hesar vegna tann einstaka borgaran. Tað er neyðugt at gera fleiri strukturellar broytingar, fyri at tryggja, at hvør einstakur borgari hevur løn, rættindi og kor, sum hóska seg til vælferðarsamfelagið og tryggjar, at borgarin kann seta føtur undir egið borð.
Hetta skal ikki gerast við tilvildarligum skattalættum, hjálparpakkum ella mvg frítøkum, sum hvørva aftur, tá lágkonjukturur er. Tørvur er á burðardyggum langtíðarloysnum fyri at varðveita vælferðarsamfelagið yvir tíð.
Vælferð og vinna skulu liva saman til fyrimunar fyri báðar partar.
Set X við E – Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, valevni hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið 2022