FAKFELAGSGJALD SKAL KUNNA DRAGAST FRÁ Í SKATTINUM
Sleppi eg at vera partur av samgongusamráðingum eftir løgtingsvalið hósdagin, verður tað eitt krav, at løntakarar sleppa at draga limagjald til fakfelag frá í skattinum.
Arbeiðsgevarar kunnu draga síni gjøld til yrkisfeløg frá í skatti, og tí er tað ikki meira enn rætt og rímiligt, at løntakararnir eisini kunnu draga sínar útreiðslur til hetta frá.
Undir CEF-samgonguni 2015-2019 stríddist Sonja Jógvansdóttir, sum tá var uttanflokkatingkvinna og seinni bleiv mín partakvinna, sum úlvur á skóg at vinna løntakarunum javnbjóðis rætt við arbeiðsgevararnar, tá tað galt um at skipa seg á arbeiðsmarknaðinum.
Hon fekk mín fulla stuðul, men tað rakk ikki, tá avtornaði, og tí er tað framvegis so, at arbeiðsgevararnir kunnu draga síni gjøld frá, men ikki løntakararnir.
Órættvísið í hesum er eyðsýnt fyri øll.
Samanborið við onnur demokratisk samfeløg eru Føroyar í oddinum, tá tað snýr seg um at skipa seg á arbeiðsmarknaðinum, tí ein stórur meiriluti av løntakarunum eru limir í fakfelag.
At løntakararnir eru væl skipaðir, tænir ikki bert teimum, men er í seinasta enda eisini arbeiðsgevarunum og øllum samfelagnum at gagni. Tí ein væl skipaður arbeiðsmarknaður borgar fyri stabiliteti. Og ein væl skipaður arbeiðsmarknaður er týðandi partur av fundamentinum undir einum væl virkandi fólkaræði.
Vit eru mitt eini dýrtíð, sum herðist frá degi til dags. Tað verður tí skorið inn á bein í útreiðslunum hjá húsarhaldunum kring landið, men tað vildi verið ein vanlukka, um fólk av fíggjarligum áðum fóru at velja stórviðin í okkara fólkaræðisligu skipan frá.
At fakfelagsgjaldið umvegis skattin gjørdist eitt sindur bíligari hevði hjálpt upp á støðuna.
Í hinum Norðurlondunum er frádráttur av fakfelagslimagjaldi ein náttúrligur partur av skattaskipanini, og tað skal hann sjálvandi eisini verða her.
Eitt loft fyri frádráttinum kunnu vit altíð kjakast um, men hann skal í hvussu er svara til fakfelagsgjaldið hjá limunum í okkara verkamanna- og verkakvinnufeløgum.
Ingolf Sólheim Olsen
løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi