Lýsing

VIT HAVA VUNNIÐ Í LOTTARÍNUM

Í part eigur hvør føroyingur eitt øki, sum svarar til 800 fótbóltsvallir. Danir, sum rinda okkum blokk, eiga 1 fótbóltsvøll í part.
Fyri hvønn føroying selja vit yvir 40 kilo av fiski um dagin. Tað er einki land í heiminum, sum selur so nógvan mat per íbúgva.

Vit hava vunnið í tí stóra lottarínum. Men vit loysa ikki vinningin út.

Landið er ikki stórt, men havið er øðiliga stórt. Vit eru eitt stórveldi, sum røkkur heilt norður um pólarsirkulin. Vit eru so rík, at vit langt síðani áttu at verið ein sjálvstøðug tjóð við vælferðartænastum og lágum inntøkuskatti. Men soleiðis hava vit ikki skipað okkum.

Ríkisrættarliga støðan gevur okkum eina ringa støðu í heiminum við vánaligari marknaðaratgongd, og vit geva tað mesta av okkara tilfeingi burtur til nakrar fáar føroyingar og útlendingar at ríka seg upp av.

Vit hava vunnið í lottarínum, men vit innloysa ikki lutaseðilin.

8. desember kanst tú gera títt til, at lutaseðlin verður innloystur.

Set kross við Erling Eidesgaard

valevni fyri Tjóðveldi

468 ad