Landið hjá tær, landið hjá mær!
Vit hava ment hetta landið her mitt í Atlantshavi.
Náttúran er rík, stórsligin men eisini ógvislig. Við viti, stríði og góðum vilja, hava vit sum fólk sett búgv her.
Vit hava lisið landið. Bygt býlir, gróðraríkar teigar, og hava tamt sjógvin við.
Vit eru fjølgaði og hava í dag eitt av heimsins bestu samfeløgum, við framúrskarandi tilfeingi, bæði menniskjaligum og av landi og sjógvi.
Vit eru í ferð við at bróta okkum slóð sum tjóð, og stíga fram á øllum lendum, borin av okkara felags trúgv á egnan mátt.
Vit eiga eitt felagsríkidømi, sum fáum er unt. Kanska ongum. Og avkastið av hesum ríkidømi skal brúkast til at skipa og menna tað góða og rímiliga samfelagið.
Vit skulu rúma okkum øllum. Við øllum okkara vanligu, og óvanligu síðum. Tí vit eiga øll hetta landið.
Tað góða samfelagið tryggjar vinnuliga frælsið, soleiðis at vinnan kann mennast og rinda sín part í felagskassan.
Vit øll hava tørv á góða felagsskapinum okkurt bil í lívinum, tað tryggjar okkum hjálp, tá vit sjálvi eru hjálparleys.
Vit hava í dag eina hægri framleiðslu fyri hvønn íbúgva, enn grannar okkara. Tað er svart upp hvítt. Tað eru tú og eg, og allir hinir røsku føroyingarnir, sum bera Føroyum uppi. Ikki útlendskt vald, útlendskir pengar, ella útlendskar fyritøkur.
Tað eru vit í felag, og hvør sær.
Uppgávan at býta virðini og tænasturnar javnt og væl, fer í stóran mun fram á Tingi. Tí skulu okkara umboð á Tingi, hava viljan at rúma okkum øllum, allastaðni í landinum.
Almennu virðini skulu býtast betri enn nú, og menningin kring landið alt, skal flyta okkum fram á leið sum fólk og tjóð.
Tú kanst kaga í mítt valtilfar á mínum vanga, tjodveldi.fo/pall
Vil tú sum eg, so stuðla mær á valinum í morgin, og saman flyta vit samfelagið á eina samhaldsfasta og sjálvbjargna kós.
Á tryggari grund!
Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður
Tjóðveldi