Lýsing

Rossini á Skoradali

Minnist tú søguna um Rossini á Skoradali – sum Ólavur Michelsen sáli skrivaði? Syrgilig søga, tí Reyði endaði sum blint arbeiðsross í kolanámi í Bretlandi. Eins og syrgiliga lagnan hjá nógvum rossum. Hetta serstaka ross livir enn í Føroyum, tí eldsálir megnaðu at bjarga tí, tá tað var nærum útdeytt.
Men, føroyska rossið varð bjargað til óvissu.
Vit vilja fegin verja okkara lívfrøðiliga margfeldi. Og føroyska rossið er ein partur av okkara margfeldi.
Føroyar hava sambært ST-sáttmála bundið seg til at at verja lívfrøðiliga margfeldið. Føroyska rossið er eitt av gomlu serføroysku húsdýrasløgunum, og harvið fevnt av sáttmálanum. Rossið livir í stórari óvissu. Neyðugt er, at gera umstøðurnar betri at ala og at loyva útflutningi, so rossastovnurin veruliga kann vaksa. Tók hetta mál fram í Løgtinginum hesa tingsetuna. Síggi nú at Felagið Føroysk Ross heitir á okkum um at seta kross við føroyska rossið.
Tað fari eg at gera.
Fyrispurningur um átøk at bjarga og varðveita føroyska rossastovnin:
Greinin er við teldutalu á tjodveldi.fo/bjort
X við E 🇫🇴💚
Bjørt Samuelsen

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad