Takk fyri stuðulin
Góðu tit øll, sum valdu Tjóðveldi á løgtingsvalinum.
Takk fyri álitið, tit settu á okkara stevnumið og á málini, vit hava sett á dagsskrá til hetta valið – og ikki minst á persónarnar, sum høvdu játtað at stilla upp og vera okkara fremstu stríðsfólk.
Í felag eydnaðist okkum aftur at seta seks teirra á ting. Tað fegnast vit stórliga um.
Næsta stig teirra er nú at seta so nógv av okkara málum – gerandismálum eins væl og stórmálum – í verk, sum til ber. Og næsta stig okkara, sum ikki sita á tingi, er framhaldandi at stuðla teimum og varðveita ein sterkan felagsskap kring tey og flokkin allan.
Takk fyri!