Fyrsta røðan hjá Eiriki í Jákupsstovu
Frú forkvinna
Seinast eitt mál av hesum slag varð viðgjørt á løgtingi, var fyri útvið 15 árum síðan, tá val seinast var uttan eina veruliga fíggjarlóg. Tá snúi tað seg um, at millumbylgjusendarin í Akrabyrgi riggaði sera illa, samstundis sum tað í tráð við lógina um kringvarp, varð mett sum lógarkrav, at millumbylgjusendarin riggaði.
Málið var til fyrstu viðgerð í løgtinginum 26. mars 2008, varð samtykt 8. mai av øllum flokkum uttan einum og í august sama ár riggaði millumbylgju-sendarin sum hann skuldi.
Burturúr tí kunnu vit onkursvegna koma fram til, at talan er um at fáa til vega heimildir at fremja mál, sum hava so stóran týdning og hava so stóran skund, at tey ikki kunnu bíða eftir fíggjarlógini.
Nú eru vit í nærum somu støðu sum í 2008. Hesaferð er tó EITT mál, sum landsstýriskvinnan metir tað hava sera stóran skund at fáa pengar inn uppá, og so 5 ymisk mál, sum landsstýriskvinnan metir hava so stóran skund at brúka pengar uppá, at tað ikki kann bíða eftir vanligu fíggjarlógini fyri 2023.
Mann kann spyrja, hví júst hesi málini ikki kunnu bíða eftir vanligu fíggjarlógini, og tað fara vit eisini. MEN tá núverandi landsstýriskvinnan í fíggjarmálum er sinnað at brúka eitt sindur av pengum, so hugsi eg instinktivt, at vit skulu siga ja beinanvegin.
Vit vita jú ikki, um tað nakrantíð fer at henda aftur.
Um vit taka málini ígjøgnum, so snúgva tvey tey fyrstu seg um fíggjarligu avleiðingarnar av at dagføra skrásetingargjøldini og MVG-afturberingina av el-bilum, sum vit hava viðgjørt fyrr í dag. Har kunnu vit róliga siga, at tað ikki gevur meining at bíða eftir veruligu fíggjarlógini.
Tað triðja snýr seg um at fremja søluna av partabrøvunum í P/F Tjaldur. Hetta er ein tilgongd, sum er byrjað fyri tíð síðan og eisini er blivin partur av samgonguskjalinum, so hetta skal sjálvandi fremjast. Men eg gangi út frá, at tingið fær eina nærri kunning í víðari viðgerðini av málinum.
Tað fjórða snýr seg um umleið 3,7 milliónir krónur, sum Tórshavnar kommuna skal hava í umbýtinum av ognum í Hoydølum hjá landinum og ognum hjá Tórshavnar kommunu á Frælsinum í Havn. Samstundis verður hetta heimildin til landsstýriskvinnuna at fremja umbýtið.
Talan er um eina avtalu, sum ER gjørd áðrenn valið og sum eisini eftir øllum at døma verður framd, men tá vit byggja uppá arbeiðið hjá einum undanfarnum løgtingi, so vænta vit eisini eina veruliga gjøgnumgongd av, hvat tað er, sum vit geva heimild til.
Tað næsta snýr seg um eina ogn við landssjúkrahúsið, sum ynski er um at keypa fyri at tryggja møguleikanum fyri komandi útbyggingum. Flestu royndir siga, at tað gevur meining hjá almennum myndugleikum at keypa slíkar ognir, tá høvið býðst.
Teir møguleikarnir vísa seg nevniliga sjáldan, og tá teir vísa seg koma teir sjáldan aftur.
Og so er eitt mál afturat. Tað snýr seg um pengar til at innrætta arbeiðsumstøður til tingfólk í grannabygninginum her.
Eg haldi meg ikki vera so krevjandi í arbeiðsumstøðum, og tá eg eri byrjaður í øðrum størvum, so havi eg ofta sagt, at tað er ríkiligt við einari teldu og einum skriviborði.
Her hava vit sum nýggj tingfólk fingið eitt apparat, sum nokk kann kallast ein telda, og nú gleði eg meg til at fáa eitt skriviborð eina ferð í framtíðini.
So alt í alt, so fara vit í Tjóðveldisflokkinum at viðgera hetta málið sera positivt.
Takk fyri.