Fyrsta røðan hjá Anniku Olsen
Vit hava just rundað eitt ára dagin síðani russisku innrásina í Ukraine tann 24. Februar 2022. Ì eitt ár hava vit havt kríggj í Evropa, og er hetta er eyvan nakað, sum vit høvdu ímynda okkum kundi henda í okkara parti av heiminum anno 2022
Vit vóru just komin úr einum heilsukríggi ímóti Korona, eftir at allur heimurin hevði verið ávirkaðar við mongum deyðsføllum og mongum syrgiligum lagnum, tá ið eitt annað meiningsleyst krígg brast á.
Hetta gav als onga meining og gevur onga meining.
Hóast føroyskir politikarar høvdu verið ivasamir um hvørt tað var rætt at taka flóttafólk til Føroyar, vendist hesin spuringurin til at vera jaligur mótvegis ukrainskum flóttum, og at Føroyar sjálvsagt skuldu taka sín part av neyðstøddum ukrainkum.
Ì 2022 samtykti løgtingið sokallaðu Ukrainelógina, sum heimilar Føroyum at taka flóttar til Føroyar. Hóast heimild var í galdandi útlendingalóg, so varð mett, at hendan lógarásetingin ikki var nóg hóskandi og greið í mun til flóttar frá Ukraina, serliga tí man ynskti at málini skuldi ganga skjótt, soleiðis at urkainsku flóttarnir kundu fóta sær skjótast gjørligt í Føroyum.
Við ríkislógartilmælinum frá 2022 samtykti løgtingið einmælt, at taka 200 ukrainskar flóttar til Føroyar. Kanska er tað ikki nógv sæð í mun til tær 8 mio. Ukrainar, sum eru flýddir og tær 5 mio., sum eru flýddir innlendis frá egnum heimi, so er tað ein góð kensla, at vit sum land og fólk, hava latið okkara dyr upp fyri hesum stakkals menniskjum, og at tey kunnu uppihalda sær her í Føroyum.
Hetta merkir ikk,i at tey ikki eru merkt av støðuni, tí hóast tey kunnu vera her í friðarligu Føroyum eru teirra tankar og kenslur í heimlandinum, har vinir og familja ivaleyst framvegis uppihalda sær. Hetta hoyrdu vit í samrøðu við tvey teirra í Dag og Viku her fyri.
Sambært ST eru 7200 civil dripin í Ukraine og harav 438 børn, meðan eini 150 tús eru deyð í sjálvum krígnum. Hesi tølini eru tó óvis, men geva okkum bert eina ábending av tí ræðuleika, ið valdar.
Hetta er eitt land, ið berjist fyri sínum rættindum, ið berjist fyri sínum frælsi, sínum fólki at virka og liva eftir hug og hegni, ein tjóð, sum ynskir at byggja sína tilveru á eitt fólkaræðisligt grundarlag. Tað er ein kampur, íð er verdur at berjast fyri, men sum vit av hjarta vóna fer at enda sum skjótast.
Vit hava skyldu at standa saman við teimum og vísa okkara stuðul.
Tí er tað eisini gleðiligt at landsstýrið veitti Ukraina 7 mió í menningarhjálp, sum er størsta einstaka upphædd, sum føroya landsstýrið nakrantíð hevur latið. Kanska er hetta ein dropið í havninum, men eitt gott stig á leiðini.
Hetta uppskotið vit viðgera í dag er ein justering av uppskotinum um rískislógaritlmæli, ið varð samtykt í fjør, tí man er komin eftir, at skeringsdatoin 24 feb. hevur verið ið og so neyv t.d um man sum ukraina hevur verið staddur uttanlands í hesum tíðarskeiði, so er man ikki fevdur av friðsjóls reglunum. Tí verður skotið upp í hesum uppskoti at seta tíðspunktið til 1 februar, soleiðis at m.a. teir borgarar, ið ikki hava verið staddir í sínum heimlandi just tá ið innrásin byrjaði eisini eru fevndir av lógini.
Somuleiðis er freistin fyri nær føroya landsstýrið tekur yvir ábyrgdina sett til 4 gerandisdagar og ikki bert 4 dagar eftir, at upphaldsloyvi er givið, tí ofta koma frídagar ind ímillum har útlendingastovuan ikki hevur møgueleika at veita ukrainunum nøktandi tilboð og tænastur.
I løtuni eru 100 flóttar frá ukraine i Føroyum, 100 hava fingið fyribilsuppihaldsloyvi,
Utlendinastovan skipar fyri innivist og øðrum tilboðum, sum teir fyrstu dagarnarir verður endurrindað av udlændingestyrelsen, stóð hetta til mín, so áttu vit sjálvi havt rindað hetta, eins og vit sjálvi áttu at havt ábyrgdina av hesum málsøki.
Móttøkuhúsið hjá Reyåakrossi veitir eina bráfeingis hjáp til teirra, sum koma hendan vegin og tað er eitt fantastiskt sjálvboðið arbeiði, ið tey gera og skulu tey bæði hava rós og tøkk fyri hetta fantastiska arbeiðið.
Gott samstarv hevur eisini verið millum Almannaverkið og útlendingastovuna um at fáa ukrainum arbeiði. Hetta hevur ikki verið so lætt, og tí var tað gleðiligt at ein loysn er funnin við aktivering.
Undiritaða setti annars munnligan fyrispurning um hetta at fáa lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk broytta, soeiðis at urkainar eisini kunnu vera fevndir av reglunum um arbeiðsbúgving og virkninsvenjing, so gleðiligt er tað at gongd er komin á málið nú.
Málførleikin er ein grundleggjandi fortreyt fyri integrasjón, kvøldskúlarnir royna eftir førimuni at lofta avbjóðingunum, men enn væntar eitt orduligt regluverk fyri, hvussu vit kunnu skipa málundirvísingina betur, tí hon er lykilin til, at útlendingar kunnu kenna seg heima í Føroyum og sum ein part av Føroyum.
Føroyar og føroyingar hava altíð hjálpt har tað hevur staðið á, vit stuðla Reyða krossi tá innsamling er, vit stuðla til tiltøk fyri sorgarbundnum børn, sum hava mist síni foreldrur, vit uppliva skiparar sum sigla í altjóða sjógvi bjarga mannalívum á havinum, flóttum, sum eru flýddur undir truplum korum og hærrrændum stýri. Vit eru ein hjálpsom tjóð
Ein tøkk til undanfarna landsstýrið og landsstýrismannin í vinnumálum, sum á byrja vit gekk á odda við hesum arbeiði, og sjálvandi vilja vit betra um sømdirnar og dagføra og um neyðugt leingja lógina um kríggið varir við og sjaálvandi vilja vit hjálpa teimum neyðars ukrainum, ið nú onki heim hava í løtuni
Takk fyri !
Annika Olsen