Lýsing

PRISURIN Á HEITU HONDUNUM

Á altjóða Kvinnudegnum 8. mars seta vit ljós á rættindi hjá kvinnum kring allan heim. Men, hóast talan er um ein kvinnudag, so er tað umráðandi, at dagurin er ein felags dagur, har vit saman kunnu fegnast um tey mongu framstig, sum verið hava, og taka lógvatøk fyri at gera nakað við tað, sum enn liggur á láni. Her eru enn fleiri dygg tøk at taka.
Javnstøða er javnrættindi og javnvirði. Vit eiga øll at hava sama virði. Og vit eiga øll at hava somu rættindi. Tað eigur ikki at vera munur á, hvørjar møguleikar vit fáa tann dag, vit verða borin í heim, sum genta ella drongur.
Javnstøða merkir á ongan hátt, at vit øll skulu vera eins og at millimeturdemokrati skal ráða í hvørjum luti. Hvussu einstaklingar og familjur velja at skipa lív sítt, eiga tey sjálvi ráða. Men, vit mugu vera medvitin um tær avleiðingar, sum eitthvørt val hevur. Og vit mugu seta bjart ljós á siðvenjur og óskrivaðar reglur í okkara samfelag, ið eru so inngrónar, at vit ofta hava ilt við at síggja tær.
Eitt øki, har stórur munur framvegis er millum kynini í Føroyum, eru lønar- og eftirlønarviðurskifti. Kvinnur, sum í nógv størri mun enn menn brúka sína tíð at ansa børnum, taka sær av teimum eldru í familjuni, halda hús og heim og so frameftir, forvinna minni, nógv minni, enn menn. Ein avleiðing er, at kvinnur eru í munandi størri vanda fyri at gerast fátækar á ellisárum. Heitu hendurnar hava ein prís, og fíggjarliga er hann ofta høgur.
Ein stórur partur av kvinnunum í umsorganarstørvum forvinna so líti í løn, at tað ikki ber til at fáa eina góða ella liviliga eftirløn. Ljós varð sett á hetta á sera áhugaverdum fundi, sum Kvinnufelagið, Heilsuhjálparafelagið, Heilsurøktarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag skipaðu fyri.
Okkum væntar nógv hagtøl á hesum øki, men tað stendur greitt, at lønarmunurin millum kvinnur og menn er risastórur, eisini hjá tí almenna, og hesin lønarmunurin sær ikki út til at minka. Fíggjarliga – í mun til lønarvøkstur og eftirløn – eru tað eisini heilt greitt kvinnurnar, sum gjalda prísin, tá børnini koma. Miðal eftirlønin hjá monnum er tí eisini nógvar túsund krónur hægri mánaðarliga enn hjá kvinnum. Ein ójavni, vit alt ov sjáldan tosa um.
Hví hava vit góðtikið, at umsorganarstørvini, sum eru so lívsneyðug fyri okkum og samfelagið, teljast ímillum ringast løntu størvini í landinum? Hetta mugu vit gera nakað við! Til gagns fyri kvinnurnar og fyri okkum øll. Vit hava øll tørv á heilsu- og umsorganartænastum – børn, vaksin, gomul, menn og kvinnur. Og alt samfelagið steðgar upp, megna vit ikki at tryggja tilgongdina til og trivnaðin í hesum størvum.
Samstundis, sum eg skrivi hesar reglur, sita gentur og kvinnur í ávísum londum og hugsa: Í dag sleppi eg ikki í skúla – tí eg eri genta. Í dag sleppi eg ikki til arbeiðis – tí eg eri kvinna. Í dag skal eg giftast manni, eg hvørki elski ella havi valt – tí eg eri genta ella kvinna. Í dag sleppi eg ikki at koyra bil – tí eg eri kvinna. Í dag má eg góðtaka harðskap, havi einki val – tí eg eri kvinna. Í dag sleppi eg ikki á universitetið at lesa – tí eg eri kvinna. Dømi um, hvussu ræðandi mentan og siðvenjur, ofta eisini stýrdar av religión, kunnu fjøtra menniskju, ikki minst kvinnur.
Jú, víst er tørvur á einum altjóða kvinnudegi, og tí eiga vit at fagna 8. mars. Vit eiga á hesum degi ikki at gloyma, at eisini menn eru fjøtraðir av mentan og siðvenjum, og hava veikari rættindi enn kvinnur á nøkrum økjum. Men, í dag, á altjóða kvinnudegnum er fokusið á kvinnurnar, og vit eiga ikki at taka nakað framstig fyri givið. Tað liggur á okkum øllum, hvønn dag, at arbeiða fyri javnstøðu og javnrættindum.
Sjálv siti eg í dag í landsins hægsta politiska starvi. Hvat tosar tú tá um, kona, kundi tú spurt? Politikkur er eitt starv, sum tekur tíð, nógva tíð. Sum ongantíð er 8-16, og við hvørt fer náttin við. Tú mást leggja alla orku og vera staðar, tá tað krevst. Eg dugi illa at ímynda mær eitt lív í politikki, varð eg ikki vælsignað við fólki kring meg, hvørs virði júst eru javnrættindini. Mítt yrkisval hevur kravt, at eg við hvørt tordi at sleppa ábyrgdini og hava álit á, at pápin er eins góður umsorganarpersónur. Viðgangi – tað var við piprandi hjarta, at eg fór aftur til arbeiðis eftir barnsburðarfarloyvi. Men, at pápin fekk nakrar mánaðir í farloyvi saman við pinkubørnunum, telist millum bestu íløgur, vit bæði hava gjørt.
At enda vil eg nýta høvið at takka teimum kvinnum og monnum, sum hava gingið undan, so vit í dag eru komin væl longri fram á leið. Og ein serstøk heilsan til teir menn, sum gera altjóða kvinnudagin til sín dag – tí teir síggja allar fyrimunirnar við at verða loystir úr tí hafti, sum ójavnstøða setur okkum í.
Góðan altjóða kvinnudag, øll somul!
Bjørt Samuelsen
Løgtingsforkvinna
Deil hesa grein umvegis
468 ad