Lýsing

Náttúruríkidømið skal koma øllum føroyingum til góðar

Tala, sum Erling Eidesgaard helt í tinginum um alivinnuna her fyri.

Náttúruríkidømið skal koma øllum føroyingum til góðar. Og vit skulu liva av okkara egnu virðum, heldur enn av skatti frá vaskikonuni á Nørrebrúgv.

Føroyska laksaalingin er ein sólskinssøga fyri partaeigararnar. Hon skapar nógv arbeiðspláss, og er ein stórur partur av føroyska útflutninginum.

Men er hon ein sólskinssøga fyri ALT tað føroyska samfelagið?
Firðirnir verða leigaðir út fyri lítið og lætt. Tí meðan alivinnan seldi laks fyri tætt við 7 milliardir í 2021, so rindaði hon einans 196 milliónir í tøkugjaldi. Umleið tríggir hundraðpartar!

Góðskan er høg á laksinum, søluprísurin somuleiðis og avlopið er metstórt. Fyritøkurnar, sum ala í Føroyum, eru best í heiminum í so máta. 1,1 milliard lá eftir eftir skatt á botnlinjunum í teimum trimum alifyritøkunum í 2021. Bara Bakkafrost hevði í fjør 1,7 milliard eftir á botnlinjuni. Og tað er gott og gleðiligt, at tað gongst væl. Fyritøkurnar og starvsfólkini hava uppiborið rós fyri hetta.
Men prísurin fyri náttúruna og samfelagið annars er høgur. Laksaalingin hevur lagt seg á flestu firðir og avmarkar nógv annað virksemi. Hon fer illa við náttúruni og avleiðingarnar eru ógvusligar. Laksur, ið sleppur, kemur í bland við villan laks. Seiður er ikki etandi longur, og ein stórur partur av upsastovninum gongur í aliringunum. Bara fyri at nevna nøkur dømir.
Nakað prýði er alivinnan heldur ikki.

At meginparturin av ognarskapinum í alivinnuni, umleið 70 prosent, er á útlendskum hondum, ger ikki áðurnevndu vansar lættari at gloypa, tí størsti parturin av vinninginum fer av landinum. Fyri ikki at gera Hidden Fjord órætt, skal eg nevna, at tað felagið er 100% føroyskt.
Men her liggur altso lítið av profitti eftir í Føroyum. Vit leggja arbeiðsorku og náttúru til. Og tað er tað. Sum eitt annað menningarland.
Vit skulu tryggja okkum, at alivinnan er skynsom og burðardygg, og vit skulu áseta eitt rímiligt leigugjald fyri firðirnir. Hesar inntøkur skulu bæði koma landskassa og kommunum til góðar. Tí í lokalu økjunum liggur nevniliga einki eftir í dag; annað enn tað, sum fellir á botn undir aliringunum.

Samgongan ætlar at seta gjaldið fyri firðirnir upp og tað ætlaði undanfarna samgonga jú eisini.
Uppskotini bæði eri ikki so øgiliga ólik. Okkara hevur ein eitt sindur longri stiga og vit ætla at taka eitt sindur meir, tá prísurin verður serliga høgur. So eg havi vónir um, at tað ber til at finna eina breiða semju. Tað hevði verið til gagns fyri bæði samfelagið og vinnuna sjálva ikki minst.
Her verður ikki talan um nakað hóttafall. Sigur onkur tað, skulu tit venda deyva oyrað til, tí hetta er helst bara ein roynd at prutta prísin niður.

Alivinnan er sunn og sterk, og búskaparfrøðingar meta, at rætta gjaldið er munandi hægri enn bæði hetta hjá andstøðuni, og tað hjá okkum. So vit eru varin. Og eg ivist ikki í, at alivinnan, eins og aðrar vinnur í fríari kapping, setur ein heiður í at gjalda hvørjum sítt; eisini Føroyum.
468 ad