Lýsing

Ferð á filmsgerð í Føroyum

Tann góða søgan spælir ein stóran leiklut hjá menniskjanum,  tvørtumum tíð, landafrøði og mentan.

“Uttan søgur vildi menniskja verið ófrælst  og verið litleyst og doyð  út “ segði  kendi rithøvudundurin Karen Blixen.

Best kenna vit hana fyri skaldsøguna “Den afrikanske farm”, sum síðani bleiv filmsgjørd til  “Mitt Afrika”

Og hon greiðir víðari frá:  Vit hava tørv á at siga søgur og greiða frá um okkum sjálvi og onnur, greiða frá tí vit uppliva, fata og kanska ikki fata. Hetta megnaði hon so meistarliga og ikki undarligt, at bók hennara varð gjørd um til film.

Filmur er søgur, søgur um menniskjur, samanspælið ímillum menniskju, fatanir  av hvørjum øðrum, samleiki, mentan, ja tað er alt lívið og lívsspektrið.

Vit síggja og vit læra, vit síggja og vit undrast og kveikjast og mennast sum menniskju ígjøgnum filmin.

Áðrenn vit fingu fyrstu filmframsýningarnar í Føroyum var tað sjónleikurin, ið setti dagskránna og var  hann eins og hann framvegis er ein týðandi mentanarberi.

Millum fyrstu sjónleikirnar í Føroyum teljast  “Veðurføst” eftir Súsannu Helenu Patursson ( fyrsti Sjónleikur í Føroyum (1889) og “Gunnar Havreki”  eftir Rasmus Effersøe,  ið var fyrstu ferð leiktur í sjónleikarahúsinum í 1889.

Í søgutilfari lesa vit um fólk, ið vóru til sýningina av “Gunnar Havreka” blivu illa fyri og onkur svímaði, tá ið marmennilin  kom úr havninum og tók í  bátin við Gunnari og manning hansara.

Eins og tað var skelkandi fyri áskoðarafjøldina við Gunnar Haveka var tað eisini skelkandi at síggja fyrstu fimarnir á lørifti,  har fólk rýmdu úr sálinum, tí tey hildu at tok og annað  kom út úr  løriftinum. Tað var trupult hjá fólki at skyna á,  hvat var veruleiki og hvat var fiksión.

Sjálv eri eg uppvaksin í Vági, har vit sum ein av fáu bygdunum í Føroyum hevði biograf. Eg havi verið um 5-6  ára aldur tá eg fyrstu ferð varð í biograf við mammu míni. EG minnist luktin, bláu litirnir, tey littu børnini á vegginum, tann serliga brúna ísin, sum eg tann dagin í dag minnist smakkin av  og ikki minst tær stóru hugtakandi myndirnar á løriftinum. Fantastiskt og hugtakandi alt í senn.

Soleiðis er filmur – hugtakandi  og fangandi og fantastiskt.

Ì dag er filmurin ikki bert uppliving, men eisini ein vinna, vit sum land kunnu njóta gott av.

Hagstovan hevur gjørt eitt fínt yvirlit yvir filmar í Føroyum, í teimum 3 biografunum vóru tað í  213 frumframsýningar av útlendskum filmum í 2021, meðan 5 frumsýningar vóru av føroyskum filmin.

Hetta skulu vit venda og bøta um, og tí er uppskotið hjá landsstýrismanninum so kærkomið og týdningarmikið

Filmhúsið varð sett á stovn í 2017 til tess at standa á odda fyri at førleikamenna filmsumhvørvið og menna filmsgerð, filmsmentan og filmsvinnu í Føroyum. Hetta saman við agurksendingum, Geytanum, klippfisk v.m. er eitt fantastiskt arbeiði gjørt at menna føroyskan film í Føroyum.

At fllmur sum skapandi vinna og saman við ferðavinnuni kann gerast eitt rættiliga stórt íkast fyri føroyska búskapin er lítið at ivast í. Fólk tyskja í dag til Kallin fyri at síggja gravarsteinin hjá James Bond og nú hevur  Peter Pan eisini  funnið sína ynskioyggj í Føroyum, so er bert spurningurin, hvat framtíðin fer at bjóða.

Vit skulu ikki tó gloyma spírarnar í føroyska filmsumhvørvinum, slóðararnir, sum hava lagt lunnar undir føroyskan film.

Atlantic Rhapsody

Dreymar við Havið

Trom

Ikki illa meint  (sum enntá vann Canal + Award prísin fyri besta stuttfilm i Cannes i (2019)

Heartist – filmur um Sigruna Grunnarsdóttir

Bara fyri at taka nakrar úr rúgvuni

Samgongan raðfestir føroyska filmsgerð

Eg fegnist stórliga um lógaruppskotið hjá landssýrismanninum í vinnumálum. Høgna Hoydal um filmsafturberingina, sum fer at gera tað lættari hjá føroyskum filmsframleiðarum at skaffa pening til film, tá ið møguleikin er har og ikki, at tað skal vera neyðugt at fara ígjøgnum eina tunga politiska tilgongd við fíggjarlóg ella eykajáttan. Er talan um eina áhugaverda filmsverkætlan kann landið  stuðla filminum við upp til 5 mió. av einari  samlaðari verkætlan, hetta tí at filmsafturberingin verður eín lógarbundin játtan.  Er talan um eina størri upphædd, so er møguleikin  at fáa hetta á sjálva fíggjarlógina.

Hetta er eitt risafet ta røttu leiðina fyri føroyskari filmsvinnu og eitt týðandi stig fyri eitt nýtt vinnubein í Føroyum, og stórt rós til landsstýrismannin fyri at bera so í bandi, at hetta er blivið veruleiki.

Skapandi vinnur fáa nú veruligar tryggar karmar at virka undir, og eg fegnist samstundis eisini um, at landsstýriskvinnan í mentamálum, Sirið Stenberg hevur skotið upp at hækka játtanina til føroyska filmsframleiðslu.

 

Við okkara fjøllum, dølum, vøtnum, bjørgum eiga vit eina serstaka kulissu at bjóða fram til altjóða og heimligar framleiðarar av filmi. Føroyar eru vorðnar eitt neverland – the place on earth, fyri at taka nýggja filmin um Peter Pan, ið hevur fleiri kulissur úr Føroyum, Mikines, Risin og Kellingin og Trælanípuna. Hesin filmurin er enntá við føroyskari fyritøku Tectonic VFX, sum arbeiddi við teimum visuellu effektunum.

Mangt er broytt síðandi fyrstu sjónleikirnir, og síðandi fyrstu filmarnir  vóru sýndir í Føroyum. Føroyskur filmur hevur ment seg nógv seinastu árini og altjóða filmsverðin, Disney og Hollywood hava longu fingið eyguni upp fyri “Ynskilandinum” Føroyar, og nú eru  vit eisini til reiðar at lofta avbjóðingunum við nýggju filmsafturberingini.

 

Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad