Lýsing

Leigarar verri atgongd til grøna orkuskiftið

Hóast málið í samtykta veðurlagspolitikkinum er, at orkuvinarligir bilar í nógv størri mun skulu brúkast, so tykist tað sum, at tey, sum búgva til leigu ella í bústaðum uttan egið privat pláss til bilin, hava nógv minni møguleika at útvega sær ein el-bil, samanborið við tey, sum hava ein egnan matrikul.

 

Tá frítøkur fyri mvg og skrásetingargjøld av orkuvinarligum bilum vórðu viðgjørd í tinginum fyrr í ár var enntá onkur bilaseljari, sum vísti á, at ordiliga bíligir el-bilar ikki eru ein góð vøra at liggja inni við, tí tey, sum vilja hava ein bíligan el-bil búgva næstan altíð til leigu, og tá hava tey ikki møguleika at løða bilin kortini.

 

Støðan er soleiðis í dag, at øll við egnum matrikli hava góðar møguleikar at fáa eina heimaløðistøð, sum er ein skipan, ið riggar lutfalsliga væl, meðan tey uttan egnan matrikul hava skerdar møguleikar fyri hesum, samstundis sum prísurin á almennu løðistøðunum hjá SEV er hægri enn á heimaløðistøðunum.

 

Hetta samsvarar illa við samtykta veðurlagspolitikkin, har tað millum annað verður sagt, at “umráðandi er, at brúkarar kunnu løða bilin heima ella tætt við bústaðin.”

 

Sjálvt um heilt nógv kenna til hesar avbjóðingar við løðing av bilum hjá teimum, sum ikki hava ein egnan matrikul við parkering, so tykist tað sum, at allir partar halda at onkur annar skal lofta avbjóðingini. Tað er landið, sum hevur samtykt ein veðurlagspolitikk, har orkuvinarligir bilar eru eitt av raðfestu málunum, og tí eigur landið at brúka orku uppá at tryggja, at tað ikki bara er ein partur av fólkinum, sum kann vera partur av grøna orkuskiftinum,

 

Tað ber sjálvandi til at heita á allar partar um at gera sítt, men tað tykist sum, at onkur má taka ábyrgdina av at fáa hetta framt, og tá landið hevur samtykt veðurlagspolitikkin, er spurningurin, um landið ikki eisini má taka ein part av ábyrgdini av at fremja hann og tryggja, at úrslitini raka sosialt rætt.

 

Tað sær út til, at tað er ein stórur og vaksandi partur av Føroya fólki, sum orsakað av infrakervinum til løðing av el-bilum hava skerdan møguleika at vera partur av orkuskiftinum.

 

Ein fyrispurningur er settur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu í Umhvørvismálum, har tað millum annað verður spurt:

 

Hevur landsstýriskvinnan í hyggju at fremja ítøkilig átøk fyri at betra um møguleikan hjá teimum, sum ikki eiga ein matrikul, at løða bilin annaðhvørt við einari heimaløðistøð onkursvegna ella fyri ein kostnað, sum samsvarar meira við kostnaðin á heimaløðistøð?

 

https://www.logting.fo/documents/56177

Deil hesa grein umvegis
468 ad