Eru føroyingar serliga ringir í sjóverki?
Flaggdagsrøða í Perluni 2023
Erling Eidesgaard
Eru føroyingar serliga ringir í sjóverki?
Fyri uml. 1200 árum síðani løgdu okkara forfedrar í Norra vestur í hav fyri at leita eftir eydnuni. Sannleikin var kanska, at tey rýmdu undan skatti. Tey búsettust í Føroyum og í Íslandi.
Íslendingar arga okkum við, at tað vóru tey, sum høvdu sjóverk, sum fóru í land í Føroyum, meðan restin helt leiðina fram til Íslands.
Stutt eftir varð Altingið sett á stovn í Tinganesi. Hetta ting, sum seinni kom at eita Løgtingið, er sostatt eitt av heimsins elstu tingum.
Føroyar vóru eitt frælst land, og vit spola eini hálvtannaðhundrað ár fram. Tróndur í Gøtu er uppi á døgum. Og í einari orrustu millum høvdingar (í ár 970) liggja Beinir og Brestir eftirá og synir teirra, Tórir og Sigmundur, verða sendir til Norra.
Teir klára seg væl í Norra, og tá teir eru vaksnir, verður Sigmundur høgra hond hjá Ólavi kongi.
Ólavur kongur sendir Sigmund til Føroya. Tað eitur seg, at hann skal kristna Føroyar, men samstundis skal hann leggja Føroyar undir norska krúnu og krevja inn skatt. Afturfyri skal hann fáa helvtina av Føroyum í len.
Føroyingar muta ímóti. Serliga stinnur er Tróndur í Gøtu. Men eisini hann má til síðst lúta. Føroyar verða norskar, og Sigmundur Brestisson verður múgvandi maður.
Hví søgubøkurnar í fólkaskúlunum umrøða hendan mann sum hetju, og hví vit hava reist honum standmyndir, munnu Gudarnir vita. Kanska er tað okkurt slag av Stockholmssyndromi.
Tá Norra, nøkur hundrað ár seinni (1380), leggur saman við Danmark, fylgja Føroyar við inn í hjúnarlagið. Føroyar fáa nú eina danska stjúkmammu. Og tá Danmark og Norra við Kielersáttmálanum fyri umleið 200 árum síðani (1814) fara hvør til sítt, fær Danmark Føroyar, Ísland og Grønland við sær.
Og har eru vit enn tann dag í dag. Ein de facto donsk koloni.
Hevur tann danska stjúkmamman so verið góð, ella hevur hon verið ónd?
Tilveran sum koloni, hevur ikki verið nakar dansur á rósum fyri Føroyar og føroyingar.
Danir fóru av øllum alvi undir at niðurlaga alt føroyskt og at danifisera føroyingar. Gamaní fóru teir kanska eitt sindur lagaligari fram, enn teir gjørdu í Grønlandi, men tendensurin var tann sami.
Danmark niðurlegði elligamla føroyska tingið, og setti ístaðin danskar embætismenn at fjarstýra Føroyum úr Keypmannahavn.
Kongaligi einahandilin legði sína klammu, køvandi hond á allan handil og allan framburð í Føroyum.
Danskt bleiv gjørt til høvuðsmál.
Tað var ikki loyvt at prædika á føroyskum í okkara kirkjum.
Tað var ikki loyvt at undirvísa á føroyskum í okkara skúlum.
Føroysk børn skuldu vera donsk.
Tað er týðiligt, at danir høvdu sett sær fyri, at føroyskt mál og føroysk mentan skuldi útreinsast.
Nú eri eg ikki so grúvuliga gamal, men mínar ommur og abbar høvdu danskt sum skriftmál orsakað av hesum málsetningi. So hetta hevur altso gingið fyri seg í rættiliga nýggjari tíð.
Ein av fremstu rithøvundum okkara, William Heinesen, sum var føddur so seint sum í 1900, skrivaði á donskum, ikki bara tí, at hann hevði danska mammu, men heldur hevur tað verið tí, at hann hevði danskt sum skriftmál; hóast hann var føddur og uppvaksin her mitt í Havnini.
Lukkutíð høvdu vit kvæðini, søgurnar og tað serstaka, ókúguliga føroyska treisknið. Høvdu vit ikki havt tað, hevði føroyska málið og føroyska mentanin verið farin fyri bakka.
Tað ivist eg onga løtu í.
Tað sigst, at tað er ikki fyrr enn mann kemur út millum aðrar tjóðir, at tjóðskaparandin veruliga kyknar í einum.
Tí var tað kanska ikki so løgið, at tað vóru føroyskir studentar, sum í Keypmannahavn í 1919 teknaðu tað føroyska flaggið; Merkið vit kalla.
Hetta góðtóku danir sjálvandi heldur ikki, og á vitjan í Íslandi í 1930 tók danski forsætisráðharrin Stauning til, um føroyska Flaggið, tey kendu orðini: “Fjern den klud!”.
Og á ólavsøku sama ár var orrusta á Vaglinum, tá føroyingar skóru Dannebrog niður og vundu Merkið á stong ístaðin. Har var eingin góða stjúkmamma.
Tað skuldi einki minni enn ein heimsbardagi til, áðrenn vit fingu viðurkenning til okkara tjóðarmerki.
Ikki fyrrenn danir mistu takið á Føroyum, tey undurfullu ár, freistist eg at siga, frá 1940 til 1945, bleiv Merkið viðurkent av bretum. Og eg tori at pástanda, at tað síðani ikki hevur verið ein einasti dagur, har okkara Merki ikki hevur veittrað frítt onkustaðni.
Tey undurfullu ár, 1940 til 1945 … Ja, tað kemur meir enn so fyri, at vit eru øvugt her í Føroyum. Tí meðan annar veraldarbardagi herjaði niðri í Europa við øgiligum ræðuligheitum, so var rímiliga friðarligt í Føroyum. Og hóast túsundtals bretskir hermenn vóru her, so smakkaðu vit, fyri fyrstu ferð í fleiri hundrað ár, aftur tilveruna sum ein fræls tjóð.
Vit tjentu eisini hópin av pengum við at sigla við fiski til bretar. Tað vóru dýrt tjentir pengar, tí vit mistu nógv fólk á sjónum tey árini. Men tað hevði ongantíð gingið so gott í Føroyum sum tá.
Vit stýrdu sjálvi. Vit høvdu alt valdið. Og vit merktu av álvara rákan av frælsi. Her vendist ikki aftur … skuldi mann hildið.
Men tá kríggið var liðugt, og bretar fóru heim aftur, komu danir aftur við síni klammu hond. Teir vildu sleppa aftur til stýrisvølin.
Men tað góðtóku vit lukkutíð ikki.
Danska imperiið, sum sjálvt júst varð sloppið undan nasistanna oki, blásti seg upp og setti koloniini revolvaran fyri pannuna. Velj okkum ella velj avgrundina.
Okkara landsmenn brettu sær á og valdu LOYSING!
Okkara ommur og abbar, langommur og langabbar brettu sær á og valdu avgrundina! TEY VALDU LOYSING! Hóast danir høvdu málað hin grábeinta á veggin, so valdu tey LOYSING!
Sakin var greið og løgtingsformaðurin Thorstein Petersen proklameraði sjálvstýri á Løgtingi.
Hetta høvdu danir ikki væntað, bluffið hevði sligið bakk, og nú vóru góð ráð dýr. Fólkaræðisliga vøggan í norðurlondum, Danmark, sendi Løgtingið til hús og skrivaði út nýval. Tað var alt annað enn fólkaræðisligt.
Tá avtornaði hoknaðu vit fyri pressi og mutri, og stóðu eftir við heimastýrislógini, sum eingin elskaði, men sum vit enn liva við.
Sum Bjørn Afzelius yrkti: Eingin elskar eitt barn, sum ikki eydnast.
Men vit eru her enn!
Vit eru føroyingar og vit tosa og skriva enn føroyskt. Vit spæla og vit syngja saman á føroyskum. Vit klandrast og vit elska á føroyskum.
Tað føroyska málið og mentanin livir væl í dag. Einki land í heiminum útgevur so nógvar bøkur og so nógvan tónleik per íbúgva sum vit. Tað kunnu vit sanniliga vera errin av.
Tað er ikki nøkur sjálvfylgja. Tak bara okkara nærmasta granna, Hetland. Har doyði málið út.
Men við íbornum føroyskum treiskni í ólukkumát, hava vit staðið ímóti, tá nosini hava verið ringast.
Og vit hátíðarhalda í ár 104 ára dagin hjá Merki okkara.
Vit eru her enn. Og føroysk mentan og føroyska málið er her enn.
Og tað er altso ikki pá grund av dønum. Nei, tað er uppá tross av dønum.
Danir hava nú lagt á annan bógv; bæði mótvegis Grønlandi og mótvegis Føroyum. Nú verður tosað um “gensidig respekt” og at føroyingar og grønlendingar skulu hoyrast. Og vilja vit ikki hava blokk, so verða fólkatingslimirnir brúktir til at slúsa mutur inn gjøgnum bakdyrnar ístaðin. Neoimperialisman hevur trinið á pallin.
Óttin hjá kongaríkinum Danmark er stórur fyri at missa arktisku økini. Tað skilji eg væl, tí Danmark er líka lítið arktiskt, sum vit eru tropisk. So hetta hóttir sjálvt eksistensberettigilsið hjá Danmark í tí fína selskapinum. Tí hava teir latið seg í ein meira varnan og diplomatiskan ham.
Tann opni, nýggi heimurin, har ljóskastarin altíð er á øllum, krevur fínari metodir. So í dag standa allar hurðar víðopnar.
Men hví tora vit so ikki at taka ognarbrævið, ella skeytið, til okkara land heim.
–
Í hesum døgum berjist Ukraina fyri ríkisrættarligu støðu sínari. Hóast russiska bjørnin er øgilig og nógv størri og máttmiklari enn Ukraina, so kom tað aldrin uppá tal at geva seg yvir. Ukrainar valdu at standa ímóti og berjast fyri sínum tjóðarfrælsi. Hetta hevur kostað fleiri túsund mannalív og nógvar syrgiligar mannalagnur.
Ímyndið tykkum, um teirra politikkarar ístaðin høvdu lagt kongin og handað russum skeytið; kanska afturfyri at russar fíggjaðu onkur sosial framstig í Ukraina. Kanska fólkapensjón ella útbyggingar av infrakervinum.
Tað kom ongantíð uppá tal.
–
Skeytið til okkara fantastiska land liggur enn í Keypmannahavn. Og tað kostar okkum hvørki blóð ella tár at fara eftir tí. Hurðin stendur víðopin. So hví fara vit ikki? Hví er ein partur av okkara fólki skeptisk? Ella líkaglað?
Er tað líka mikið? Kann tað ganga galið? Ella er tað farligt?
Hvussu høvdu Føroyar til dømis sæð út í dag, um úrslitið í 1946 var blivið virt? Høvdu vit kanska verið 25.000 fólk, og høvdu vit livað í neyð og elendigheit? Høvdu vit ligið í fjøruni og etið tara?
Eg trúgvi ikki, at tað høvdu búð 54.000 fólk í Føroyum, sum tað gera nú.
Tað høvdu búð 100.000 fólk í Føroyum.
Okkara BTÚ hevði ikki verið 23 milliardir.
Tað hevði verið 123 milliardir.
Og vit høvdu ikki ligið á knæ fyri at sloppið við tí danska hópinum til OL undir donskum flaggi. Vit høvdu longu átt fleiri føroysk OL-heiðursmerkir.
Vit høvdu kanska ikki havt eitt symfoniorkestur.
Vit høvdu havt TVEY symfoniorkestur!
Men hví skulu vit loysa? Hví skulu vit klára okkum sjálvi?
Skulu vit loysa fyri at slíta øll sambond?
Nei, vit skulu ikki loysa fyri at slíta. Vit skulu nettupp loysa fyri at knýta sambond við onnur lond og felagsskapir. Sambond, sum bara sjálvstøðug lond kunnu knýta.
Vit kundu verið hatsk móti dønum fyri gjørdar gerðir. Skulu vit vera tað? Nei, er mítt svar.
Tí tá vit loysa, skulu vit nettupp varðveita alt tað góða í okkara felagsskapi við Danmark. Farið er farið.
Tá verða vit sjálvstøðugir limir í Norðurlandaráðnum við øllum tí samstarvi, sum tað inniber.
Vit verða sjálvstøðugir limir í ST.
Har hevur Kina EINA atkvøðu. Har hevur India EINA atkvøðu. Og har fáa Føroyar EINA atkvøðu. Óansæð um vit bara eru 54.000 fólk. Ímyndið tykkum týdningin av hesum!
Vit verða sjálvstøðugir limir í Arktiska ráðnum. Tí vit eru nemliga væl og virðiliga ein arktisk tjóð. Tað eru mong, sum ikki vita, at norðasti spíssur av okkara øki gongur norður um polarsirkulin.
Vit kunnu melda okkum inn í handilsfelagsskapin WTO, har vit fáa atgongd til handilssáttmálar við nógv onnur lond. Handilssáttmálar, sum vit í dag ikki fáa gjørt, tí vit ikki eru eitt sjálvstøðugt land.
Og handilssáttmálar merkja betri prísir.
Vit selja í dag 800 mió kg av fiski um árið. Og tað er so at siga uttan handilssáttmálar. 1 króna eyka per kilo gevur okkum næstan 1 mia meira í inntøkum bara av fiskaútflutninginum.
Tað er í veruleikanum heilt absurd, at vit ikki langt síðan hava loyst. Tí vit hava illa ráð at lata vera. Tað kostar okkum sannlíkt hundraðtals milliónir hvørt ár.
Eitt aktuelt evni í løtuni er verjupolitikkur. Eisini her mugu vit sjálvi taka ábyrgd. Vit hava í løtuni ikki tey handtøk at hála í, sum vit eiga at hava. Tað er óansvarligt at lata hetta álvarsøkið upp í hendurnar á dønum.
Og skulu vit hava NATO limaskap, skulu vit sjálvandi hava sjálvstøðugan limaskap og ikki umvegis Danmark. Har, sum mann ikki er sjálvur, er mann bara hálvur.
Vit hava ráð til NATO limaskap. Fullur prísur er 2% av BTÚ. Danir brúka munandi minni ella tað, sum svarar til 300 mió. eftir føroyskum lutfalli. Og Íslendingar brúka enn minni.
Við sum gjald telur td. tað, sum vit í dag brúka uppá MRCC, Vørn, Brimil, Tjaldrið, tyrlurnar og tann komandi radaran, sum, forrestin, vit sjálvi skulu eiga og reka. So, vilja vit upp í NATO, so eru vit longu fíggjarliga klár.
Á heimsins størstu ítróttarstevnu, olympiskum leikum, hava vit sæð føroyingar luttaka undir donskum flaggi. Hetta sker í hjartað, tí tað kennist ikki rætt. Okkara ungu, røsku ítróttarfólk hava uppiborið at sleppa til olympiskar leikir í føroyskum búnum og við Merkinum í húnarhátt. Olympiski limaskapurin stendur bara og bíðar eftir at vit tora at taka stigið.
Har, ið merkini veittra, veittri eisini mítt,
tað ber kvøðu frá landi mínum, fagurt og frítt; og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg,
Allir føroyingar eru góðir við tað føroyska flaggið. Og tað er líka mikið, um mann eitur Høgni Hoydal ella Helgi Abrahamsen. Vit eiga tað øll. Og í sorg og í gleði er tað Merkið, sum savnar okkum.
Og hvat so? Eru føroyingar so serliga ringir í sjóverki? Og um so er, hvat er at gera við tað? Er tað ikki bara at bíta tenninar saman og leggja út á hav?
Leonard Cohen yrkti nakað soleiðis um sjóverk:
Um tú ikki verður eitt við havið, fert tú at hava sjóverk hvønn dag.
(If you don’t become the ocean, you’ll be seasick every day.)
Vit skulu loysa, ikki fyri at slíta, men fyri at knýta sambond við onnur lond og felagsskapir. Sambond, sum bara sjálvstøðug lond kunnu knýta.
Takk fyri høvið og góðan flaggdag.