Okkara kenslur liggja í Merkinum
Flaggdagsrøða 25.04.23
Annika Olsen
Góða Samkoma
Fyrst av øllum vil eg takka Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag fyri høvi at siga nøkur orð hendan flaggdagin. Tað er mær ein serligur heiður.
Hendan vakra og tó kalda várdagin í Havn savnast vit fyri at hátíðarhalda Merkið, okkara tjóðarmerki. Hetta er ein merkisdagur, ein hátíðardagur og ein gleðisdagur, har vit savnast fyri at virða Merkið og minnast tey, sum undan hava slóðað til tess at vit kunnu lata tjóðarmerkið veittra frítt.
Hetta er ongin sjálvfylgja. Fólkaræðið og tjóðarfrælsi er í stórum parti av heiminum í hesum tíðum undir stórum trýsti. Meðan vit kunnu njóta hesa løtuna í frið og náðum kring landið og hátíðarhalda Merkið, so regna bumbur niðuryvir Ukraine, sum í hesum døgum stríðist fyri at kunna varðveita sítt flagg, sítt land, sítt frælsi, ja urkainar stríðast fyri at verja síni grundleggandi rættindi sum fólk í egnum landi.
Meðan vit hátíðarhalda okkara Merkið, eru ukrainar í øllum aldri boðsendir í krígg fyri at verja sítt frælsi sum land og verja sína framtíð sum fólk og tjóð.
Tað urkainska flaggið var á fyrsta sinni brúkt sum alment flagg í 1918 undir ukrainsku fólkarepublikkini 1918-1921, men eftir hetta varð urkainska flaggið forboðið, tá íð Urkaine varð lagt undir sovejuniónina. Tað var ikki fyrr enn í 1990, at urkrainska flaggið aftur var at síggja, tá tað veittraði á býráðshúsinum í Kiev.
Í 1991, tá Urkaine varð kunngjørt sum sjálvstøðugt land kundi urkainar aftur veittra við tjóðarmerki teirra.
Men søgan sigur okkum tíverri, at eins og vit hava stríðst fyri okkara Merkið, hava urkainar kempa fyri sínum rætti fyri teirra frælsismerki og stríðið er nú endað við kriggi
Hugsið tykkum hvussu inniliga tey høvdu viljað staðið í eini lund í Kiev og hátíðarhildið teirra flagg á ukrainska flaggdegnum, sum er tann 23 august, men teirra vónir og dreymar blivu brátt tikin frá teimum ein februardag í fjør.
Í staðin fyri at hoyra fagnaðartalur og fagnarsang á teirra tjóðardegi og flaggdegi, regna bumbur niður yvir tey.
Tað, sum fyri fáum mánaðum síðani tóktist at vera óveruligt, er veruleiki í dag – kríggj í okkara parti av heiminum.
Frælsi og fólkaræði er ikki nakað man skal taka fyri givið, men tað skal verjast og kempast fyri hvønn dag. Frælsi hjá okkum sum fólk, frælsi hjá okkum sum individ og menniskjur, frælsi at vera akkurat tað vit ynskja, og við tí samleika vit ynskja og frælsi hjá okkum at hava ein frían tanka at skapa just okkara tilveru í einum frælsum demokratiskum landi – eru so grundleggjandi virðir, sum aldrinn mugu vikast
Ótryggleikin í okkara parti av heiminum – vísir okkum, at ongantíð hevur tað verið størri tørvur á samanhaldi, kærleika, tolsemi og hjálpsemi millum menniskju enn just nú.
Vit síggja tjóðir taka lógvatak saman til tess at verja okkara aldargamlu grundsúlur í fólkaræðnum og grundleggjandi virði fyri fólk og tjóð og somuleiðis síggja vit hjálpsemi millum menniskju, hetta at vísa okkara næstakærleika og menniskjaligheit – Tað er veruliga at gleðast um.
Føroyar hava fyri fyrstu ferð latið dyrnar upp fyri flóttum, føroyskar familjur hava latið heim teirra til kreppuraktar ukrainskar familjur og bjóða teimum vælkomnum til Føroyar og Føroyar eru millum tey lond í heiminum, sum hevur latið mest í menningarhjálp til Urkaina um hugt verður at íbúgvaratalinum. Men vit kunnu gera meira, og vit eiga at gera meira. Her standa vit í Føroyum saman, eisini í politisku skipanini, tí tað sum hevur skilt okkum í gjár savnar okkum í dag.
Hetta gevur eisini vón og íbástur til, at vit í komandi tíðum kunnu standa saman um, at vit eiga okkara land, at vit í Føroyum eisini ynskja tjóðarfrælsi, tí ongin annar og ongin onnur tjóð kann nakrantíð hámeta og virðismeta okkara land hægri enn vit, ið búgva her. Ongin onnur tjóð kann nakrantíð skilja okkara søgu, okkara felags lagnu, okkara náttúru, okkara mentan, okkara fólk enn just vit, ið búleikast her. Tí kunnu vit fegnast um, at samgongan hevur fyri fyrstu ferð í 20 ár skorið blokkin við 100 mió í hesi setu, samstundis sum vit longu hava yvirtikið 2 málsøkið, og í Løgtinginum hevur ongantíð verið breiðari semja um hesa gongd enn í dag, og tað birtir vón um, at vit megna at skipa okkum sum sjálvstøðugt land innan so leingi.
Føroyar eru komnar í brennidepilin altjóða í samband við okkara fiskivinnusamstarv við Russland og skal tað vera mín vón, at landsstýrið skjótt kemur við einari stategi um, hvussu hendan støðan skal handfarst. Ikki tí at danir ynskja tað, men tí tað hevur týdning fyri okkum. Vit eru ikki longur ein lítil leikari í alheimssamfelagnum, men hava fingið ein stóran strategiskan týdning í norðuratlanshavi og tað hevur týdning, hvat vit gera, og tí skulu stórar og rættar avgerðir takast í komandi tíðum. Hetta krevur dirvi, hegni, styrki og áræði og tað skal vera mín vón, at vit megna at standa saman um týðandi avgerðir vegna land okkara. Hetta hevur týdning fyri okkum sum tjoð. Júst hetta er symbolska virðið vit eiga í Merkinum.
Føroyar eru ein stórhavstjóð, og Føroyar eru heimsins ríkasta tjóð pr íbúgva mált í náttúruvirðum og náttúrtilfeingið. Hetta gevur hetta okkum møguleikan fyri fullum sjálvbjargni, har vit dugnaliggera okkum í effektivari virðisøking av tilfeinginum, sum í havinum svimur, og har hædd verður tikið fyri náttúrutilfeingið og burðardygd.
Við teirri longu søgu sum fiskivinnutjóð megna vit at ganga á odda innan gransking og menning innan tað maritima øki.
Tað er ikki bara tað, sum í havinum svimur, sum ger okkum rík. Føroyska náttúran er í sjálvum sær eitt livandi listarverk, og hevur hon hugtikið mangt listarfólk. Vit hava skyldu til at verja hetta dýrabæra listarverkið, sum gevur okkum ein áhaldandi iblástur. Vit hava skyldu til at fara væl um okkara náttúru.
Tað er nattúran við sínum ríkidømi, síni lívfrøðiliga margfeldi og æstetiska vakurleika, ið kveikir hugflogið og strembanina at skapa nakað nýtt. Náttúran er ein ótømandi kelda til íblástur til okkara mentan, og náttúran er somuleiðis ein naturlígur partur av okkara mentanararvi. Og ikki minst mentanin hevur týdningin fyri hvønn veg vit førka okkum sum samfelag, tí mentanin flytir mørk. Mentanin vekir okkum á ymsan hátt og fær okkum at ganga nýggjar leiðir. Mentanin við sínum framsøkna útsýni og viðskygni viðgerð evni, langt áðrenn vit geva teimum ans.
Ferðafólkið hevur eisini fingið eyga á hendan náttúru vakurleika og mentanina, ið byr í føroyinginum, og tí leita 100 tals útlendingar til Føroyar til tess at uppliva hendan serstaka autensitet. Tað er okkara náttúra sum aftur her dregur at sær, og í dag er ferðavinnan blivin eitt týðandi búskaparligt bein hjá føroyingum at standa á.
Saman við ferðavinnuni hava altjóða filmsframleiðarar fingið eyga á vakurleika Føroya. Føroysku fjøllini, dalar, líðir, áir og oyggjar draga til sín.
Føroyar eru blivnar Neverland og Mykines er vorðin nýggja ynskioyggin hjá Peter Pan, sum kemur fram í nýggja filminum um Peter Pan, og ótømandi møguleikar liggja í hesari filmsvinnu.
Men í øllum tí nýggja mega vit ikki missa okkum sjálvi burtur, men varðveita okkara sterka samleika og uppruna, og halda Merkið høgt. Vit mega ikki í ovfarakæti lata alt um okkum ganga fyri nakrar krónur, og tí er tað sera umráðandi at tryggja okkum eina burðardygga ferðavinnu í breiðastu merking, eina ferðavinnu og filmsvinnu, sum er sosialt, umhvørvisliga og fíggjarliga burðurdygg, so at eftirkomarar okkara kunnu fáa somu náttúru, sum vit fingu frá okkara forfedrum.
Latið okkum aldrin gloyma, at náttúran bert er givin okkum til láns frá okkara eftirkomarum. Og tí kunnu vit ikki venda blinda eyga til týðiligu veðurlagsbroytingarnar. Vit eiga sum land at gera alt tað, vit eru ment at vísa á týdningin at basa veðurlagsbroytingunum, at vit sum grønt oyggjasamfelag í norðuratlantshavi eru ein virkin viðleikari á veðurlagsøkinum, og seta neyðug tiltøk og handling í verk til tess at minka um vaktrarhúsgass.
Vit skulu ikki gloyma, at tað sum vit gera sum tjóð er undir Merkisins dúki, og tí hevur tað týdning hvat vit gera sum tjóð á øllum økjum.
Náttúran, Føroya móðir, hevur við síni hábærsligu framferð um summarið har bládýpi í havinum tónar fram og Føroya móðir í verarklæddum hvítum búna hevur uttan iva givið íblástur til litaspælið í Merkinum, tá ið ungir studentar í útlegd í 1919 tóku seg saman um, at mynda føroyingunum eitt savningartekin, eitt føroyskt flagg, ið skuldi brúkast til serlig høvi. Hetta savningarteknið, Merkið er í dag ímyndum av føroyskari mentan og samleika. Kring landið og í útlegd savnast føroyingar fyri at hátíðarhalda Merkið í dag, Merkið, sum tjóðartekin, sum bindur okkum saman, tað sum vísir okkum hvar vit hoyra til, hvat okkara samleiki, søgu og mentan er.
Við fyrsta eygnabrá er Merkið bert ein hvítur dúkur við reyðum og bláum krossmerki, sum symboliserar okkum sum eina kristna tjóð. Men í Merkinum liggja allar okkara kenslur, sum vit føroyingar hava kent og borið ígjøgnum tíðirnar. Merkið, sum hevur boðað frá teimum góðu og hátíðarligu løtunum, tá børn verða borin í heim og borin til dópin, gleðisdagar tá fólk verða vígd, men eisini boðar Merkið frá teimum tungu løtunum, tá bátur er komin at landi við flagginum á hálvari stong. Vit leggja allar okkara kenslur í Merkið, tað sum bindur okkum saman til eina tjóð og eitt fólk. Merkið er ogn Føroya fólks
Ongin eigur størri kvotu av Merkinum enn nakar annar, Undir Merkinum eru vit líka sum føroyingar, Merkið ger ikki mun á høgum og lágum. Merkið ger ikki mun á ríkum og minni ríkum. Merkið ger ikki mun á politiskum áskoðanum og undir Merkinum eru vit, hóast ymiskar lívsáskoaðanir javnsett sum føroyingar og Merkið veittrar í dag fyri øllum føroyingum.
Vit føroyingar eru rættiliga tilvitaði um okkara samleika, men vit mugu altíð kunna rúma og vísa tolsemi mótvegis øðrum mentanum, øðrum menniskjum við ørðum samleikum og áskoðanum enn okkara. AT øll í heiminum ikki liva á sama hátt, men at hvør og ein hevur rætt til at skipa sítt lív eftir egnum samleika og kærleika. Vit mugu tola og virða aðrar politiskar áskoðanir, fyrst tá hava vit eitt sterkt fólkaræði, ið byggir á tolsemi heldur enn trongdskygni, har Merkið er bulurin og tað fevandi súmbolið.
Hóast vit kunnu hátíðarhalda merkið her hjá okkum í dag, sleppur Merkið ikki frítt at veittra kring heimin. Enn stríðast okkara ítróttarfelaggskapir við at fáa altjóða viðurkenning so okkara ítróttarfólk kunnu kappast undir egnum flaggi. Enn stríðast vit við at fáa altjóða viðurkenning sum tjóð, og at Merkið okkara kann veittra frítt lið um lið við onnur tjóðarfløgg.
Tó fáa vit høvi í morgin at síggja føroyska Merkið og tað ukrainska flaggið veittra lið um lið uppi í høllini á Hálsi. Tvær tjóðir, sum hava hvør sína langa stríðssøgu fyri rættindi og tjóðarfrælsi stríðast á ítróttarleikvøllinum, ikki í kríggi, men í ítrótti. Tað verður ein søgulig løta, og skal tað vera min vón at vit fara talsterk niðan í høllina at stuðla okkara holdbóltsleikarum.
Eg vil enda við orðunum úr sanginum, Sjá tú blánar, hjá Hans Andriasi Djurhuus, sum hann yrkti í 1920:
Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,
Tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt,
Og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg
Síggi bram randa strendur og berg
Hoyri vetrarsins brot
Boða summarsins lot,
Hoyri heystmyrka lag
Boða várljósan dag.
Fylkjast rað vit í rað
Kenna hjørtuni tað:
Vit við tær stevna stinnir avstað
Annika Olsen, 25 apríl. Røða til tiltak hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag