Lat Merkið veittra fyri friði og frælsi
Flaggdagsrøða 25.04.23
Bjørt Samuelsen
Kæru skótar, ítróttarfólk og reiðfólk. Gott fundarfólk!
Tað er ein serstakur heiður at bera fram kvøðu á degnum, sum heiðrar Merkið, flagg okkara, ið savnar fólkið og tjóðina. Neyvan nakar dagur í Føroya søgu, hevur fleiri søguligar hendingar og kenslur knýttar at sær.
Av sonnum kann sigast at tað, sum spjaðir okkum í dag, savnar okkum í morgin. Tí soleiðis er flaggsøga okkara. Neyvan nakar, eldri sum yngri, við hesum ella hinum politiska liti, kann ímynda sær, at Dannebrog veittraði á almennum flaggstongum, uttanfyri heim og umborð á fiskiskipum okkara. Ilt er at ímynda sær gøtur og bryggjur flaggskrýdd við flaggi hjá øðrum landi, tá serstakar vitjanir ella hátíðarhald vóru.
Tað er ein farin tíð, tíbetur, og fái tey tøkk fyri tað. Men tíðin er ikki so fjar, sum uppvaksandi ættarlið kanska halda, nú tey stórt sæð einans hava sæð danabrókina veittra yvir borgini hjá ríkisumboðnum í Havn.
Meg minnist, tá eg sum smágenta vitjaði í eini kendari bygd, har elsti maðurin í húsinum helt fast í, at Dannebrog skuldi vindast á stong, tá hátíðardagur var. Í hansara huga var hetta rætta flaggið hjá føroyingum. Reyða og hvíta krossflaggið hvarv av hesi stong, tá hesin maður fór foldum frá.
Danabrókin sigst annars vera eitt hitt elsta flaggið, sum er – søgnin vil vera við, at tað kom dalandi av himni í 1219 í Estlandi til Valdemar Sigurs kong. Heili 700 ár seinni, í 1919 á Garði í Keypmannahavn, settust ungir føroyskir studentar seg at tekna tað, sum skuldi blíva flagg okkara føroyinga.
REYTT, BLÁTT OG HVÍTT
Flestøll lond í heiminum eyðkenna seg við einum flaggi. Merkið okkara er reytt, blátt og hvítt. Og júst hesir tríggir litirnir eru teir mest brúktu yvirhøvur til fløgg. Vit kunnu nevna grannar okkara Norra og Ísland, sum góvu íblástur til føroyska flaggið. Evropisku londini Frakland, Holland og Bretland – ella fara vit longur út í heim, USA, Kili, Avstralia, Russland og mong afturat.
Gunnar Dahl-Olsen, sáli, yrkti í 1920 soleiðis um spírandi trílitta flagg okkara:
Reytt sum blóð og fannahvítt
Og blátt sum havsins bylgja.
Ver heilsað Føroya flaggið frítt,
sum føroyingum skal fylgja.
Frá vøggu til svørtu grøv
yvir lond og yvir høv.
Fyri okkum er tað reyða blóðið, sum gjøgnum æðrarnar ber okkum lívsneyðugt súrevni og harvið sjálvt lívið. Blóðið, sum knýtir okkum í ættarbond og gjøgnum ættarlið, og sum vit vilja lata, fyri eina stóra søk, fyri land okkara.
Tað hvíta er hitt reina og skæra. Sum barnið verið klætt í til dópin, og sum vit verða sveipað í, á ferðini foldum frá. Tað hvíta er eisini brimið, sum randar strendurnar, brimfroðanini, sum slær um klettarnar ella kavin, sum legst á tindar og breiðir hvíta teppið um oyggjarnar.
Tað bláa er loftið, sum ber okkum fuglin og sólina. Loftið, sum í dag eisini er ein motorvegur, sum ber okkum út í heim og heimin til okkara. Tað bláa er eisini havið, sum gevur okkum føðina. Sum førir skip okkara út á fiskileiðir og heimaftur við fongi til familju og samfelag. Og sum tekur.
Soleiðis leggja vit heimsborgarar kenslur og alsk, vónir og viljan at fremja, inn í flaggið. Her heima vinda vit Merkið húnarhátt og seta smá fløgg á bringuna, fyri at vísa, at vit vilja verja flagg okkara – at verk okkara skal vera landi og fólki at gangi.
VEITTRA RØTTU MEGIN SØGUNA
Fløgg eru boðberar. Tey siga søguna um tað, sum farið er og um tað, sum koma skal. Men tað er als ikki altíð bert tann góða boðskapin, sum fløggini bera. Í talandi stund veittrar eisini eitt annað flagg, í somu litum sum okkara, men við heilt øðrum boðskapi, á skipum í havnum, á reduni og úti á fiskileiðum.
Tað er ilt at fáa eyga á hvíta-, bláa- og reyðstríputa russiska flaggið, uttan at hugsa um tað kríggj, sum nú leggur stóran part av Ukraina í sor, tekur lívið av sivilum borgarum í hópatali og ungum ukrainiskum og russiskum herfólki. Og sum grevur eitt djúpt sár í evropisku- og heimssøguna. Eitt sár sum ilt verður at lekja í okkara tíð.
Søgan, sum skrivað verður í hesum døgum er ein syrgilig søga um eitt óneyðugt kríggj, sum hevur sett fulla ferð aftur á vápnadubbing og fíggindamyndir. Í løtuni verða fleiri enn 15 túsund milliardir krónur árliga brúktar uppá hernaðarmegi. Hugsi tykkum, um hesir ófatuliga nógvu pengar í staðin vórðu nýttir at útvega mat til tey fleiri hundrað milliónir fólk í heiminum, sum liva undir fátæka- ella beinleiðis hungursmarkinum. Ella vatn til tey fleiri enn 2 milliardir av íbúgvum heimsins, ið ikki hava atgongd til reint og trygt vatn. Vatn, ið vit taka fyri givið her heima.
Eitt sameint Løgting valdi í fjør at taka greiða frástøðu frá krígnum hjá Putin og Russlandi. Hin 24. februar í ár, á ársdegnum fyri russisku innrásina í Ukraina, veittraði Merkið í samhuga við ukrainska fólkinum, og saman við flaggi okkara, varð blátt og gula ukrainska flaggið vundið á stong framman fyri Løgtingið.
“Friður yvir vælferð”, er ein tulking av litsamansetingini í flaggi teirra. Og er tað ikki júst tað, vit øll ynskja okkum? Frið yvir vælferð. Men, friður kemur ikki av sær sjálvum!
Søgan um føroyska flaggið er lutfalsliga ung. Tí eiga vit at gáa væl eftir, hvussu Merkið verður brúkt. Vit ynskja og vilja, at Merkið skal vera eitt friðarflagg. Og vit mugu minnast til, at søgan fer áhaldandi at verða skrivað. Tað eru vit – vit, sum liva og virka her á landi nú – sum gera av, hvør søgan hjá flaggi okkara skal vera í framtíðini. Vit eiga eina stóra ábyrgd at tryggja, at Merkið kemur at veittra røttu megin søguna, eisini í hesum sorgarleiki.
Og um tað skal sleppa at veittra millum øll heimsins fløgg sum eitt flagg, ið ber boð um eitt sjálvbjargið, skapandi, arbeiðssamt og hjartagott fólk, ið virðir allar borgarar og øll fólkasløg. Sum setir næstakærleika í hásæti, eisini tann, sum røkkur útum okkara egna búk og gerandisdag. Eitt djarvt fólk, sum tekur neyðugu tøkini, fyri at verja egin virði. Tað er mín vón, at hetta verður framhaldandi skrivaða søgan um Merkið.
SØGAN UM FLAGGIÐ
Vit eiga øll og eru øll fegin um flagg okkara. Tá vit bera tað fremst í skrúðgongum. Tá dugnaligu ítróttarfólk okkara berjast um sigurin á í besta ítróttaranda. Tá vit vinna sigrar á øðrum tjóðum, sum aloftast eru so nógvar ferðir størri enn vit. Og leggja nógv fyri, tí viljin at vinna landi og flaggi okkara heiður leikar so hart í bringuni.
Tá skótar marsjera og fara á altjóða legur og kunnu siga øðrum frá um eitt land og eitt fólk, hvørs Merki veittrar yvir einum av heimsins friðarligastu londum. Men, tað er als eingin sjálvfylgja, at vit hava eitt flagg, sum savnar okkum í sigrunum, í gleðini og í sorgini.
Stríðið um føroyska flaggið byrjaði so smátt fyrst í farnu øld, og vardi yvir øll 20ini, 30ini og inn í 40ini, tá annar heimsbardagi leikaði á. Tað er lagnurnar speisemi, at tað skuldi ein heimsbardagi til, fyri at føroyingar loksins fingu sítt egna flagg.
Tað vóru í stóran mun sjómenn, sum leingi høvdu ynskt sær, at hava eitt frámerki, sum kundi vísa, at hetta vóru føroysk og ikki donsk skip. Vegurin gjørdist drúgvur.
MERKIÐ Á TINGVØLLUM OG TINGHÚSINUM
Í 1930 vórðu føroyingar bodnir til Íslands at hátíðarhalda 1000 ára stovningardagin fyri Altingið. Løgtingsformaðurin Edvard Mitens skuldi umboða Føroyar, og við á ferðini til hetta stásiliga hald, vóru eini 60 føroyingar. Tá Mitens flutti fram røðu á Tingvøllum, varð Merkið vundið húnarhátt, eins og gjørt var við fløggini hjá hinum londunum, ið umboðað vóru.
Men, tá ríkisdagsformaðurin í Danmark, H.P. Hansen, fekk orðið, varð eitt reytt- og hvíttstríput flagg vundið á stong. Eitt flagg, sum vísti seg at vera hitt eysturríkska. Tað var vist ein skóti, sum hevði ábyrgdina av fløggunum, ið hevði mistikið seg. Danski forsætisráðharrin Thorvald Stauning var, sum vera mann, ikki blíður. Danir hildu kanska, at avtalað spæl var ímillum føroyingar og vinir okkara íslendingar. Men hvussu var og ikki – seinni um dagin vórðu øll føroysku fløggini strikað av Tingvøllum, eftir boðum frá dønum.
Stauning kallaði í Politikken føroyska flaggið fyri “det ukendte flag”, og atburðin hjá føroyingum og Løgtingsformanninum, sum vildu hava føroyskt flagg at veittra á Tingvøllum, fyri “en barnlig adspredelse”. Hann skuldi fáa annað at síggja.
Á somu ferð varð eisini rok á Reykjavíkar kirkjugarði, tá gravsteinur skuldi setast yvir sjey føroyskar fiskimenn, sum doyðu við sluppini Acorn í 1928. Umframt føroyingar, vóru útlendsk og donsk umboð. Fóturin á steinunum var vavdur við einum føroyskum flaggi, og tað vildi danski sendiharrin De Fontenay ikki finna seg í. Hann vildi hava danabrókina vavda um steinfótin eisini. Men, har var einki danskt flagg at finna, so sendiharrin rímdi, áðrenn hátíðarløtan var av.
Hesar hendingar skrivar Niels Juel Arge sáli um í bókini “Flaggsøgan Merkið”.
Hetta eru alt søgur frá tíðini, áðrenn Merkið varð alment góðkent. Tað er eingin loyna, at hóast stríðið fyri egnum føroyskum flaggi ikki sum so skilti seg í loysing ella samband tá, so var ósemjan lutfalsliga stór í Føroyum um, hvørt “studentaflaggið” skuldi gerast tjóðarflagg okkara.
Hesa somu ólavsøkuna, tá 900 ára dagurin fyri falli Ólavs kongs skuldi hátíðarhaldast, hevði roynt verið at fáa loyvi at vinda føroyska flaggið á stong á tinghúsinum, men tað var Dannebrog, sum veittraði, tá tingið varð sett. Vit kenna helst øll søguna um, tá Páll í Kirkjubø royndi at fáa Merkið á stong, og at enda hongdi tað út av einum loftsvindeyga í tinghúsinum. Og tá línan á danska flagginum varð kvett, so danabrókin aftur dalaði, hesaferð av flaggstongini á tinghúsnumu. Av vøllinum rópti amtmaðurin tey kendu orð: »Tag den klud bort«.Eldur var nú av álvara komið í, og fylgjandi árini flaggar Løgtingið við hvørt við føroyskum flaggi, við hvørt ikki – alt eftir, hvør tingformaðurin var.
Men vakra flaggið hevði tá fest seg væl í hjartarøtur føroyinga, og spjaddi seg spakuliga yvir bygd og bý. So við og við vaks dirvið og flaggað varð títt og ofta á sjógvi og á landi. Fleiri skiparar og reiðarar valdu at bera Merkið, hóast tað væl kundi kostað teimum lán úr danska statskassanum og við hvørt eisini fiskirættindini.
MASON OG MERKIÐ
Tá so annar heimsbardagi brestir á, og Føroyar í apríl 1940 verða hersettar av bretum og Danmark av týskarum, gjørdist skjótt greitt, at føroysku skipini kundu ikki sigla vandasjógv undir donskum flaggi. Carl Aage Hilbert, amtmaður, royndi av øllum alvi at sannføra bretska konsulin Frederic Mason um, at tað ikki var rætt at góðkenna føroyska flaggið. Men hóast Mason ivaðist, og enntá sjálvur royndi at finna eitt kompromis fyri at sætta amtmanninum – tað var eitt flagg við grønum dúki og hvítum krossi – so tók Mason at enda avgerðina, ið skuldi koma at fáa so ótrúliga stóran týdning fyri okkum, og sum tryggjaði okkum altjóða viðurkenning av flaggi okkara, Merkinum.
Hin 25. apríl 1940 tekur Mason konsul, eftir samráðing við ovastan fyri bretsku hersetingini, avgerðina um, at føroyska flaggið skuldi vindast á stong og brúkast, so leingi, sum kríggj var. BBC bar hetta kvøldið føroyingum tíðindini. Føroysk skip høvdu tá longu fingið boð í Onglandi og Skotlandi um at strika danska flaggið, bera føroyska flaggið.
Áttu vit eitt føroyskt alment heiðurstekin at lata fyri serstøk avrik – tað fáa vit vónandi skjótt – so átti Sir Frederick Cecil Mason at fingið tað, posthumt (Mason andaðist í 2008).
GÓÐU TIT, KÆRI UNGDÓMUR
Nevndu studentarnir vóru teir tríggir Jens Olivur Lisberg úr Fámjin, Janus Øssursson úr Havn og Pauli Dahl úr Vági, sum gjørdu føroyska flaggið. Tað var Ninna Jacobsen úr Havn, sum seymaði allar fyrsta flaggið, eitt borðflagg, sum studentarnir tóku til sín.
Tað var eisini ungdómurin, ið gekk undan og arbeiddi miðvíst fyri, at flaggast skuldi við føroyskum flaggi. Eitt nú varð ungmannafelagið Merkið stovnað, har meirilutin mundi vera kvinnur – í øllum føri, um dømast skal eftir mynd frá fólkafundi í Nólsoy í 1920, har limirnir eru avmyndaði undir Merkinum.
Tað eru altso fleiri enn 100 ár síðani, at ungir føroyingar løgdu í vaðið at gera flaggdreym okkara til veruleika. Og soleiðis er tað framvegis. Tey ungu bróta niður múrar, sum ofta vísa seg mest at standa av gomlum vana. Tey hava hugflogið og evna at síggja eina framtíð, sum er øðrvísi og rúmar so nógv fleiri møguleikum, enn teir, vit í dag kenna.
Tit ungu eru tey, sum í framtíðini koma at verja Merkið og gera av, hvørjum Føroyum, ið Merkið skal veittra yvir. Eg stúri ikki, tí eg veit, hvør megi, sum býr í fólkinum, at bera Merkið inn í eina bjarta sjálvbjargna framtíð.
Føðiland, Guð signi teg
Og Merkið, sum tú eigur.
Lukku land, tær ynski eg
Og merki tínum heiður.
So leingi sólin kyndar brand
Verjast skal mítt flagg og land (Gunnar Dahl-Olsen, 1920)
Góðan flaggdag, øll somul og takk fyri!
Bjørt Samuelsen
løgtingsforkvinna
Røða hildin á flaggdagshaldi við Skótahúsið við Løkin, Runavík hin 25. apríl 2023