Fyrst hondbóltur síðani aðalfundur í Eysturoy
Í kvøld hevur Eysturoyar Tjóðveldisfelag hildið aðalfund og mannað nevnd, valt grannskoðara og fyrireikað seg til Flokstingið, sum verður 19 og 20 mai heima á Sandi.
Fundurin byrjaði við at hyggja at hondbóltsdystinum millum Føroyar og Ukraina, og samstundis gleðast um, at Føroyar dystast sum sjálvstøðug tjóð og gera megnar avrik á altjóða ítróttarpallum.
Næst á skrá var at velja forfolk.
Gudny Vang, sum hevur verið sera virkin í nevndararbeiðnum framanundan, varð vald til forkvinnu.
Nevndin er sær nú soleiðis út:
Gudny Vang, forkvinna, Fuglafjørður
Jóhan H. Mouritsen, Norðskáli
Ólavur K. Olsen, Oyndarfjørður
Sigrid J. Dalsgaard, Saltangará
Nils Fríðheim, Eiði
Hallur Ellingsgaard, Oyndarfjørður
Marta Djurhuus, Søldarfjørður
Tiltakslimir eru: Fríðfinnur Johnsson, Leirvík og Jákup Frants Larsen, Fuglafjørður.
Felagið eru sera fegið um at fáa yngri limir í nevndina. Marta er eisini virkin í nevndini hjá Unga Tjóðveldið.
Grannskoðarin er álítandi og framhaldandi Fríðfinnur Johnsson og varafólk fyri hann er Dánjal Vang.
Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður, var komin at greiða frá arbeiðnum í Løgtinginum, og tað er at frøast um, at fleiri vallyfti longu eru komin undir land. Stórar avbjóðingar eru tó fyri framman nú hart leikar á, og danska fólkatingið hevur nógvar áskoðanir um hvussu Føroyar skuli virka innanríkis, uttanríkis- og vinnupolitiskt.
Fundurin varð endaður við at syngja Tjóðsangin við góðum undirspæli frá Jóanes Eliasen.
(Á myndini eru tey, sum vóru eftir aftaná gott kjak. Nevndarmynd. Myndatøkumaður er Eirikur í Jákupsstovu).